Iran hevur svarað aftur uppá álopini hjá USA og Ísrael tíðliga í morgun, og spreingingar hava verið nær ella í basum hjá USA í Katar, Kuwait, Bahrain og Emiratunum. Eisini í høvuðsstaðnum í Saudi Arabia, Riyadh, frættist frá bumbubrestum.
Serfrøðingar sum hava úttalað seg í ymsum miðlum siga, at tað er ongin ivi um, at Iran fer at royna at raka støðir hjá amerikanarum í so nógvum arabiskum londum sum gjørligt, fyri at fáa hesi londini at gerast partur av stríðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



