Eftirsum Nærvarpið hevur rundað tey fyrstu 5 árini fara vit at endursenda ymiskt gott frá tí fyrsta árinum.
So nostalgiin hevur mest sum tikið yvurhond.
Vit fara at hoyra táverandi bygdaráðsformann, Karl Olsen, bjóða Nærvarpinum vælkomnum.
Vit fara eisini at hoyra málið í Fróða Skúvadal, Sigurlaug Fossdal, Jákup í Gerðinum, Ingerð Klein Olsen og nógvum øðrum.
Lurta við at trýsta á pílin undir ovastu myndini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo