Í dag skal bera ella bresta í tveimum av hjartamálunum hjá sitandi landsstýrissamgongu, tá málini um at fyrireika ein tunnil til Suðuroynna og at hækka pensjónsaldurin koma til endaliga atkvøðugreiðslu.
Málini hanga so ella so saman, tí partar av samgonguni hava sagt, at antin verða bæði málini samtykt ella verður hvørki. Og tá atkvøtt var fyrradagin við aðru viðgerð var meirilutin fyri at hækka pensjónsaldurin tann minst møguligi. Tað eru tey sum halda, at verða málini ikki samtykt bæði tvey, so slitnar samgongan.
Tingurindurin byrjar klokkan 11.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



