Pole J. Hansen, leiðari fyri ítróttaranlegg, Elsa Berg, borgarstjóri, og Eyðun Húsgarð, leiðari í svimjihøllini í Gundadali, fegnast um umhvørvisgóðkenningina
Umhvørvisgóðkenningin frá Green Sport Facility er galdandi í eitt ár í senn
Pole J. Hansen, leiðari fyri ítróttaranlegg, Elsa Berg, borgarstjóri, og Eyðun Húsgarð, leiðari í svimjihøllini í Gundadali, fegnast um umhvørvisgóðkenningina
Umhvørvisgóðkenningin frá Green Sport Facility er galdandi í eitt ár í senn
Tórshavnar kommuna: Umhvørvisgóðkenningin kemur frá danska Green Sport Facility og vísir, at hallirnar liva upp til høg umhvørviskrøv.
Góðkenningin kann sammetast við altjóða Green Key-góðkenningina, sum er kend innan ferðavinnuna, og hon er galdandi fyri eitt ár í senn.
Eyðun Húsgarð, leiðari í Svimjihøllini, sigur, at hetta hevur týdning fyri høllina.
– Hetta merkir til dømis, at vit kunnu fáa fleiri altjóða kappingar hendavegin, tí vit kunnu vænta, at tað fara at koma fleiri krøv um grønar loysnir og umhvørvisatlit í sambandi við kappingar. Men tað er eisini góð reklama fyri høllina, at okkara dagligu viðskiftafólk síggja, at vit hugsa um umhvørvið, sigur Eyðun Húsgarð.
Nógvar sparingar
Pole J. Hansen, leiðari í ítróttaranlegg, sum millum annað hevur høllina á Hálsi undir sær, vísir á, at hetta eisini loysir seg væl fyri kommununa.
– Vit spara eisini eina rúgvu av pengum, tí við hesum seta vit eyga á ting, sum vit vanliga ikki hugsa so nógv um – hvussu nógv vit brúka av olju, ljósi, vatni, fjarhita og orku sum heild, sigur Pole J. Hansen og nevnir eisini sum eitt dømi, at høllin nú bara brúkar eitt ávíst slag av umhvørvismerktari sápu.
– Alt ger mun, og umframt at spara pengar er tað eisini betri fyri starvsfólkini, sigur hann.
Bæði í svimjihøllini og ítróttahøllini á Hálsi eru allar lampur og ljós nú LED-ljós, og følarar eru settir á, so ljósið sløknar av sær sjálvum, tá eingin er í rúminum.
Og í svimjihøllini eru eisini ítøkilig átøk gjørd fyri at spara elnýtslu.
– Fyri ikki so langari tíð síðan gjørdu vit so, at alt renslið í hyljunum fer niður uttanfyri upplatingartíðirnar. Bara í langhylinum skulu vit sirkulera 520 kubikk um tíman, men tað fer niður á 350 kubikk um náttina. Og vit hava jú níggju hyljar tilsamans í høllini. Við at gera hetta spara vit fleiri 100.000 krónur í streymi, sigur Eyðun Húsgarð.
Svimjihøllin er eisini nógv størsti einstaki brúkari av fjarhita í kommununi.
Kunnu gera meir
Ítróttaranlegg fevnir ikki bara um høllina á Hálsi, men eisini nógvar aðrar ítróttafasilitetir hjá kommununi, harímillum fótbóltsvøllirnar.
– Enn hava vit bara høllina, sum hevur hesa umhvørvisgóðkenningina, men tað er einki at ivast í, at fótbóltsvøllirnir eisini fara at koma undir sjóneykuna, sigur Pole J. Hansen og vísir á, at graslíkisvøllirnir á Argjum og í Hoyvík hava tundurífyllu, sum er góðkent, men aðrir graslíkisvøllir í kommununi hava gummiífyllu.
– Tað fer heilt vist at verða skift út, men aðrastaðni verður nú eisini roynt at samla tað gummi, sum rennur av vøllinum, við at gera ristir til at fanga tað og brúka tað aftur, sigur hann.
Og sjálvt um svimjihøllin og høllin á Hálsi nú hava altjóða umhvørvisgóðkenning, so heldur Eyðun Húsgarð, at tað væl ber til at gera upp aftur meir á grøna økinum.
– Eitt sum vit kunnu gera meira við, er at endurnýta hitan. Enn fer nógv av hitanum frá svimjihøllini beint út, og tað er nakað, vit eiga at kunna endurnýta meir, sigur hann.
Pole J. Hansen, leiðari fyri ítróttaranlegg, Elsa Berg, borgarstjóri, og Eyðun Húsgarð, leiðari í svimjihøllini í Gundadali, fegnast um umhvørvisgóðkenningina
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



