Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Tiltøk

Thetis: Í ár eru 10 ár liðin, síðani Thetis varð sett á stovn. Í tí sambandi verður hátíðarhald fríggjadagin 8. mai kl. 14–17 í hølunum á Heiðavegi 53 í Saltangará. Øll eru hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga løtu við ábiti, røðum og tónleiki. Hetta verður eitt gott høvi at hittast,  at líta aftur á og frameftir.

Thetis varð stovnað í 2016 við endamálinum at veita álítandi, dygdargóðar og skjótar heilsufrøðiligar kanningar umframt góða og smidliga tænastu. Fyritøkan er akkrediterað sambært DS/EN ISO/IEC 17025:2017 og arbeiðir við mikrobiellum og kemiskum kanningum umframt eDNA-sekvensering burturav. Kanningar fevna m.a. um vatn, matvørur og reinhald, og kundaskarin umfatar alivinnu, fiskivinnu, framleiðsluvirkir, kommunur o.o.

Undir koronafarsóttini 2020-2022 hevði Thetis ein týðandi leiklut. Í samstarvi við Føroya Landsstýri framdi fyritøkan allar kanningar við landamørkini og meginpartin av innanlandskanningunum. Í 2020 fekk Thetis heiðurin Ársins Íverkseti og í 2021 heiðurin vinnuátakið.

Í 2023 flutti Thetis inn í nýggja, hátøkniliga kanningarstovu á Heiðavegi 53. Í dag starvast sjey fólk í fyritøkuni við breiðari fakligari útbúgving og drúgvum royndum innan kanningarstovuarbeiði.

Vit gleða okkum til at síggja kundar, samstarvsfelagar, fyrrverandi starvsfelagar, familju og onnur áhugaði til hugnaligan 10 ára føðingardag hjá Thetis fríggjadagin 8. mai kl. 14-17 á Heiðavegi 53 í Saltangará - Hjartaliga vælkomin øll somul.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #