Tá vit altíð skula kunna røkkast eru vit ongantíð veruliga til staðar
- Peter Arvai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá vit altíð skula kunna røkkast eru vit ongantíð veruliga til staðar
- Peter Arvai
Skúli

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar kommuna fer nú undir eina nýggja royndarverkætlan við matarskipan á fólkaskúlaøkinum, har næmingar fara at fáa heilsugóðan og dygdargóðan mat mitt á degi hvønn skúladag.

Býráðið setti várið 2025 ein arbeiðsbólk at kanna møguleikan at seta á stovn eina matarskipan í skúlunum, og bólkurin handaði politisku skipanini síni tilmæli seinasta heyst.

Í hesum sambandi verður um dagarnar lýst eftir einum køksleiðara, sum skal standa á odda fyri arbeiðinum at menna og reka matarskipanina.

Matarskipanin hevur til endamáls at tryggja, at øll børn fáa javnbjóðis atgongd til heilsugóðan mat, samstundis sum hon skal stuðla undir trivnað, læring og góðar matvanar hjá næmingunum.

Royndarskipan við umleið 500 næmingum
Í fyrstu atløgu fevnir matarskipanin um tríggjar skúlar:

- Eysturskúlan, grunddeild
- Skúlan á Fløtum, miðdeild
- Kollafjarðar skúla, allar næmingar

Íalt verða einir 500 næmingar partur av royndarskipanini.

Framleiðslan verður í framleiðslukøkinum á Skúlanum á Fløtum, haðani matur eisini verður fluttur til hinar skúlarnar. Eysturskúlin fær umstøður til at borðreiða og eta, og Kollafjarðar skúli er partur av verkætlanini, so royndir verða gjørdar við logistikki. 

Kanningar millum foreldur og næmingar vísa, at stórur áhugi er fyri eini matarskipan, har næmingarnir fáa heitan ella kaldan mat í skúlanum, og nógv eru eisini sinnað at rinda fyri skipanina. Arbeitt verður við eini skipan, sum partvís er fíggjað við brúkaragjaldi.

Køksleiðari fær lyklaleiklut
Nýggi køksleiðarin fær ein týðandi leiklut í royndarverkætlanini og skal hava ábyrgd av bæði dagliga rakstrinum og menningini av matarskipanini.

Starvið fevnir m.a. um at:

· leiða og samskipa arbeiðið í køkinum

· tryggja dygd og føðsluinnihald í matinum

· menna matarskráir og arbeiðsgongdir

· samskipa framleiðslu, flutning og borðreiðing

· arbeiða saman við skúlum og øðrum samstarvspørtum

Starvið sum køksleiðari verður í næstum leyst at søkja.

Stigvís útbygging og eftirmeting
Royndir við skúlamati verða gjørdar í skúlaárunum 2026/27 og 2027/28. Síðani verður skipanin eftirmett, og býráðið fer so at taka støðu til, um matarskipanin skal halda fram og møguliga víðkast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #