Vit føroyingar - úr øllum heiminum: Tað eru greiðu boðini frá Patricia Rasmussen úr Peru, sum fyrstu ferð kom til Føroya fyri 11 árum síðani, og nú býr á Strondum saman við manni og børnum.
Um føroyingar ikki tosa føroyskt við útlendingarnar, sum koma her, so er trupult at læra føroyskt, heldur Patricia Rasmussen.
Hon heldur, at almennu myndugleikarnir gera alt ov lítið fyri at læra tilflytararnar føroyskt. Politikararnir tosa nógv um tað, men gera so at siga onki, heldur hon.
Patricia Rasmussen er við í verkætlanini "Vit føroyingar - úr øllum heiminum", sum bæði er ein bók og ein margmiðlalaverkætlan, sum eftir ætlan verður liðug í vetur. Ert tú tilflytari ella kennir onkran, sum vil vera við í verkætlanini, so hevði verið gott, um tú setti teg í samband við meg.
Patricia Rasmussen hevur hesa heilsan til politikararnar í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



