Í manifestinum hjá gerningsmanninum stendur tað, sum kann síggja út sum eitt motiv, skriva CBS News og New York Post, sum hava tekstin, sum 31 ára gamli Cole Tomas Allen sendi til familjuna áðrenn skottilburðin, skrivar TV 2.
- Eg eri ikki longur sinnaður at loyva einum pedofilum, neyðtøkumanni og svikara at dekka mínar hendur við sínum brotsverkum, skrivar ákærdi í manifestinum uttan at nevna nøvn.
Í samrøðu við sendingina '60 Minutes' hjá CBS verður Trump spurdur um sína reaktión uppá áskoðanina.
- Jú, hann skrivaði tað. Eg eri ikki neyðtøkumaður. Eg havi ongan neyðtikið, sigur hann.
Heldur tú, at hann sipar til tín? verður hann spurdur.
- Eg eri ikki ein pedofilur. Orsaka meg. Orsaka meg. Eg eri ikki ein pedofilur. Tú lesur hatta vitleysa frá onkrum sjúkum persóni. Eg var settur í samband við alt møguligt, sum einki hevði við meg at gera. Eg varð fullkomiliga fríkendur, sigur Trump og kallar vertin Norah O'Donnell fyri ein "óhugnaligan" og "ræðuligan persón," skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



