Tveir persónar eru stungnir við knívi seinnapartin í Golders Green økinum í norðara parti av London.
Ein gerningsmaður undir illgruna er sæddur renna oman eftir eini høvuðsgøtu við knívi í hond, skrivar BBC.
Shomrim, sum er ein jødiskur trygdarfelagsskapur, upplýsir sambært miðlinum, at ein persónur er handtikin.
BBC skrivar, at tveir jødiskir menn eru álvarsliga særdir, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



