Tórshavnar kommuna: 2. til 9. mai 2026 bjóðar Tórshavnar kommuna øllum borgarum, felagsskapum og fyritøkum at taka lut í árligu umhvørvisvikuni.
Undir heitinum “Saman um grønu framtíðina” skipa vit fyri einari viku, har vit í felag kanna, læra og luttaka í tí, sum kann gera okkum til virknar luttakarar í eini grønari menning — og saman taka fetini móti eini tryggari og burðardyggari framtíð.
Tórshavnar kommuna eggjar fyritøkum, felagsskapum og stovnum at seta sjóneykuna á umhvørvið hesa vikuna – bæði í mun til innanhýsis virksemi og í sambandi við átøk ella tiltøk, sum venda sær ímóti almenninginum. Feløg, sum ynskja at samstarva við Tórshavnar Kommunu um verkætlanir ella tiltøk til Umhvørvisvikuna, og sum ynskja at sleppa á skránna, kunnu venda sær til kommununa áðrenn 5. mars við telduposti á torshavn@torshavn.fo og viðmerk Umhvørvisvikan 2026.
Umhvørvisvikan bjóðar eina breiða skrá við fjølbroyttum tiltøkum. Á skránni er m.a. ruddingardagar í nærumhvørvinum, ymiskar verkstovur fyri børn og vaksin, kunnandi framløgur og kjak um burðadygga menning og náttúruupplivingar.
Ein serlig skrá verður gjørd til dagstovnar og skúlar. Tiltøkini eru løgd til rættis eftir aldursbólkum við tí fyri eyga at geva børnunum eina stuttliga og læruríka uppliving, sum styrkir teirra vitan og áhuga fyri náttúruni og umhvørvinum.
Afturvendandi tiltøkini verða sjálvandi eisini við í ár. Ruddingardagarnir savna á hvørjum ári nógv fólk í feløgum og grannaløgum, sum vilja taka eitt felags tak fyri okkara nærumhvørvi. Vælumtókta tiltakið Plantið eitt træ, har bæði børn og vaksin fáa høvi at seta sítt grøna fingramerki og skapa varandi broytingar í býarmyndini, verður til setanina av umhvørvisvikuni 2. mai.
Umhvørvisstuðulin til grønar verkætlanir, sum Tórshavnar kommuna letur á hvørjum ári, verður eisini latin á umhvørvisvikuni. Freistin at søkja um umhvørvisstuðul er 31. mars 2026.
Lesið meira um umhvørvisstuðulin her
Endaliga skráin fyri vikuna verður løgd út á heimasíðu og sosialu miðlarnar hjá Tórshavnar kommunu í apríl. Tiltøkini eru øll ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



