Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Erhard Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum
Evni: Umvælingin av Hamragarði
Spurningar:
1. Hvat er støðan, viðvíkjandi umvælingini av Hamragarði í Vági?
2. Er semja ímillum Landsverk og eigararnar um, hvat ið skal gerast?
3. Er endalig kostnaðarmeting gjørd av umvælingini?
4. Hvussu verður kostnaðurin býttur ímillum landið og eigararnar?
5. Nær kann roknast við, at arbeiðið byrjar og verður liðugt?
Viðmerkingar:
Stutt eftir at Hamragarður varð tikin í nýtslu gjørdist greitt, at týðandi brek vóru í bygninginum.
Nú, 15 ár eftir, at Hamragarður varð tikin í nýtslu, eru brekini enn ikki rættað ella umvæld, til stóran ampa fyri bæði starvsfólk og brúkarar.
Tí verðar hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 24. februar 2026
Erhard Joensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



