Hagstovan: Fiskavøruútflutningurin er vaksin góðar 1,4 milliardir krónur, ella 12,5 prosent. Útflutningurin av fleiri av týdningarmestu fiskasløgunum, so sum toski, hýsu, upsa og makreli, er vaksin, meðan útflutningsvirðið á fóðri, lýsi og fiskamjøli er minkað.
Útflutningsvirðið á laksi vaks 412,5 milliónir krónur, ella 7,2 prosent, í 2025. Útflutta nøgdin vaks við góðum 24 túsund tonsum, ella 28 prosent. Hetta svarar til at virðið fyri hvørt kilo er lækkað góð 16 prosent.
Útflutningsvirðið á makreli er vaksið yvir 677,4 milliónir krónur, ella 52,7 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin nærum 10 prosent. Hetta svarar til, at virðið fyri hvørt kilo er vaksið við 39 prosentum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



