Ávegis heim steðgi eg á undir Stephansens Húsi. Har situr eldri kvinna og nýtir góðveðrið. Hon spyr um eg havi lagt til merkis, at várið kemur ein góðan mánað seinni enn vit eru von við.
Tað hevði eg ikki givið mær stórt far um, tó eg hevði hoyrt eina samrøðu í 2019-2020, har granskarin Valantina Zharkova, vísti á júst hetta sama, — at árstíðirnar hava flutt seg, og at broytingarnar hava beinleiðis samband við Milankovich ástøðið, sólina og hennara virkni.
Í samrøðuni varð greitt frá, hvussu gransking í sólvirkni og magnetfeltum hjá sólini, vísir á eitt skifti í veðurlagsgongdini, ikki bara fyri næstu árini, men fyri komandi áratíggjuni, — vit tosa um komandi 20+ árini.
Stutt eftir hoyrdi eg bónda av Sandoynni í Kringvarpinum greiða frá tí sama, men úr einum heilt øðrum sjónarhorni, — várið hevði flutt seg so mikið, at hann drálaði við gróðurseting.
Veturin byrjar sostatt einaferð í januar og várið í apríl mongu komandi árini.
Her var ikki talan um torgreiddar veðurlagsfrymlar ella politiskar frásagnir.
Hetta vóru sjónligar og nátúrligar broytingar í veðurlagnum, staðfestar í náttúruni og í gerandisdegnum, – tó tær passa illa inn í okkara veðurlagsnarrativ, har øll orsøk verður løgd á CO₂, — og eitt komandi Tipping point.
Valantina Zharkova, og starvsfelagar hennara, kundu sostatt, við lopfjøl frá undangongumonnum, lýsa hvussu komandi vetrarnir vilja hátta sær.
Greinin er at finna á leinkjuni: VEÐURLÆGSLÓGIR FLYTA FOKUS - frá tí sjónliga til tað ósjónliga
Vinarlig heilsan
Mourits M. Joensen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



