Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
Innlendis ítróttur

Betri Oyggjaleikir: Nú kanst tú skriva teg upp sum sjálvboðin til Betri Oyggjaleikir 2027. Mett verður, at brúk er fyri millum 1200 og 1500 fólkum til alskyns uppgávur.

Føroya fjølbroyttasta starvslýsing er nú at finna á heimasíðu okkara. Til ber at átaka sær uppgávur innan fyri 11 ymisk øki, har tú kanst vera sjálvboðin á oyggjaleikum 2027.

Stutt sagt: tímir tú, so hava vit brúk fyri tær!

Vika 27 í 2027 verður einastandandi, tí hon verður smekkfull við kappingum, góðum hýri, upplivingum, ítróttagleði og gaman. Tá koma 3.000 íðkarar til Føroya at kappast í heili 14 ítróttagreinum. Tað er meira enn til vetrar-OL. 

Betri Oyggjaleikir eru forvitnisligir, fólksligir og fevnandi, og sjálvboðin eru ein av grundsúlunum undir leikunum. 

Fjølbroyttar uppgávur
Uppgávurnar eru býttar sundur í 11 øki. Tú kanst velja millum alt frá servering og vakt til KT, tøkni ella at vera eitt av mongu, mongu spyr meg-fólkunum. Les meira her. 

Aftur fyri sítt tak fáa tey sjálvbodnu búna, mat, eina rimmar veitslu, eins og tey kunnu prýða sítt lívsrensl (CV) við arbeiðsroyndum frá Føroya størsta ítróttatiltaki.

Vit ynskja okkum íðin, dugnalig og glað fólk, sum kýta seg fyri leikirnar og Føroyar sum vertsoyggj, soleiðis at allir gestirnir, sum koma higar í 2027, fáa eina ógloymandi uppliving. 

Betri Oyggjaleikir eru í døgunum 3.-9. juli 2027, og tú kanst skriva teg upp sum sjálvboðin her. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #