Vinnuhúsið: Seinastu tíðina hevur tónin í kjakinum um útlendsk starvsfólk verið óneyðuga hvassur. Tað er skilagott at viðgera útlendingaøkið og meta um, hvørjar treytir skulu galda fyri tey, sum ætla at arbeiða og uppihalda seg í Føroyum.
Men slík viðgerð eigur at fara fram við yvirliti og fakligum grundarlagi. Vinnuhúsið heldur, at vit hava brúk fyri útlendskum starvsfólkum at loysa týðandi samfelagsuppgávur. Arbeiðsloysið í Føroyum er tað lægsta í Evropa, og arbeiðstíttleikin er hin hægsti.
Uttan útlendsk starvsfólk høvdu vit í dag manglað umleið 2.400 starvsfólk. Tað hevði svarað til eitt negativt arbeiðsloysi upp á umleið 6-7 prosent. Í slíkari støðu høvdu fleiri virki og almennir stovnar noyðst at minka um virksemið ella heilt givist.
Samlaði búskapurin hevði verið umleið 2 mia. krónur minni, og úrslitið hjá almennu kassunum hevði versnað við upp til 400 mió. krónum um árið.
Tí eiga vit ikki at handla í panikki. Sum víst verður á í greinini Fimm fakta um útlendingar í Føroyum, er støðan ikki so dramatisk, sum hon ofta verður lýst. Fleiri átøk eru longu sett í verk, og bæði integratiónslógin og málskúlin fara væntandi at styrkja arbeiðið við integratión, tá ið tey eru fult sett í verk. Harumframt kunnu vit gera nýggj átøk, um tørvur er á tí.
Vit eiga at seta okkum niður og tosa friðarliga um, hvørja útlendingalóg vit vilja hava í Føroyum. Snarskipanin – vanliga nevnd Fast Track – snýr seg einans um viðgerðartíð. Um tørvur er á innihaldsligum broytingum, er tað útlendingalógin, sum má broytast.
Vinnuhúsið heldur, at tað er avgerandi fyri vælferðina og samanhangskraftina í samfelagnum, at útlendingalógin gevur góðar og greiðar møguleikar at manna størvini í Føroyum. Hetta samsvarar eisini við politisku málini, sum hava verið sett í samgonguskjølum seinastu árini.
Á summum økjum kann vera tørvur á at gera lógina meira smidliga og á øðrum økjum at stramma upp. Tey viðurskifti í útlendingalógini, sum serliga eiga at viðgerast, eru:
-
Krav til revsiváttan – hóast flestu útlendingar eru hampafólk, eiga vit at krevja revsiváttan
-
Kravda arbeiðstímatalið hjá útlendingunum - í dag er ósakligur munur á ES-borgarum og triðjalandsborgarum
-
Krøvini til samfylgjandi familju og til familjusamanføring – her eru tiltøk longu sett í verk
-
Krøvini til at fáa varandi uppihaldsloyvi – linka summi krøv og styrkja onnur
-
Møguleikin fyri at taka annnað arbeiði uppá seg
Ein dansk-føroyskur arbeiðsbólkur hevur í eina tíð viðgjørt útlendingalógina, sum ikki er dagførd í longri tíð. Um Føroyar vilja víkja munandi frá galdandi donsku lógini, er helst tørvur á at gera eina serlóg fyri Føroyar.
Tað ber væl til, um vilji er til tað. Vinnuhúsið bjóðar seg fram at taka lut í slíkari dagføring, um boð eru eftir okkum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



