Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Fólkatøl siga aftur og aftur, at vit verða eldri og eldri.

Tað kann verða ílegur, hvørjum slagi tú ert av, hvørja útbúgving og lívsleið, tú velur, tí greitt er, at í dag er longri og longri millum ikki bara ung og gomul, men eisini arbeiðaran og akademikaran.

Samstundis sum henda gongd er greið og ofta hevur verið frammi, verður tað greiðari og greiðari, at tey, sum eldast, ikki blíva við at arbeiða, men ofta fáa røkt og stovnspláss fyri neyðini.

Hvør skal betala henda aldurdóm?

Tey ungu hvørki tíma ella megna at fíggja ein vaksandi aldurdóm hjá einum størri og størri parti í fólkatalspyramiduni.

Gøtan er greidd fyri at hækka pensjónsaldurin.

Tað slepst ikki undan og má koma.

Men hin parturin av hesum veruleika verður aldri tikin uppá tungu á Tingi.

Hvørki fyrr ella nú.

Hvør í Guðsgarði vil hava eina manning av ellismerktum monnum umborð, ella at sita við borðini hjá kommunu ella ganga millum húsini í Tinganesi?

Er nakað arbeiðspláss, alment ella privat, sum hevur ein politikk, sum liggur klárur í skuffuni, nú arbeiðsstyrkin verður eldri og eldri?

Hvar er hann, um so er at hann er til, og hvussu er hann orðaður og hvar tekur hann støðið?

Ella er tað sum fleirtalið væntar:

Ætla tit at tiga henda ómælandi skaran í hel?

Hava tit einki tilboð, sum kann lokka tey eldru til akkurát tykkara arbeiðspláss?

Eitt reality tjekk:

Hevur nakar nakrantíð í okkara tíð sæð eina lýsing eftir gomlum fólki, at betra um avrik, vitan og trivnað á einum arbeiðsplássi?

Nær fer hetta at verða eitt lóggivið krav til almennar arbeiðsgevarar, so lívgast kann um tey eldru á arbeiðsmarknaðinum, ið nú sum síðsta útkall skulu tryggja búskapin, gjaldførið og samhaldsfestið?

Ella er politikkurin, at hin seinasti sløkkir ljósið?

Royters

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #