Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Aftursvar til dulnevnt lesarabræv á VP: Eg vil byrja við at takka dulnevnda skribentinum fyri at prógva, at tað í grundini krevur nakað, um tú ætlar at grava sannleikar fram. Tí hóast ein Barbara Holm eigur eina íbúð í Karlamagnusarbreyt, so er tað ikki tann sama Barbara Holm, sum er ábyrgdarstjóri á Frihedsbrevet. Trúgvi tí ella ei - tað eru fleiri enn ein Barbara Holm til í verðini. 

Undir vanligum umstøðum hevði eg ikki svarað einum dulnevndum lesarabrævi aftur. Tað stendur klárt uppmerkt á Vágaportalinum, at tey ikki eftirkanna pástandir, sum teirra dulnevndu høvundar koma við, og tí haldi eg ikki, at útsøgnirnar í slíkum lesarabrøvum hava stórvegis virði. 

Tó so helt eg tað vera rættiliga komiskt at lesa um “mína” 70 fermetra stóru eigaraíbúð á Karlamagnusarbreyt, sum eg leigi út. Eg skal hava keypt hana í 2020 fyri 1.55 millión krónur. Og so skuldi eg verið so væl stillað, at eg bara sjálv smekkaði 500.000 á borðið og lænti rest í Betri Banka. Nú skal eg skylda beint undir 880.000 krónur fyri íbúðina. 

Tað kundi kanska verið ein fín søga. Hon er tó ikki sonn. 

Eg eigi onga eigaraíbúð á Karlamagnusarbreyt. 

Tann dulnevndi høvundurin leggur hesar upplýsingar fram, fyri at prika til stóra dátugrunnin hjá Frihedsbrevet, sum vit hava ment seinastu nógvu mánaðirnar. Ein dátugrunnur, sum vísir, hvør eigur bústaðarmarknaðin. Vit kunnu also sláa upp, hvør Barbara Holm eigur hasa íbúðina og hvør annar eigur hvat - bæði privatpersónar og feløg. 

Hetta hevur týdning, tí vit hava í roynd og veru millum lítla og onga vitan um bústaðarmarknaðin í Føroyum. Samstundis sum vit øll vita, at ein tann størsta avbjóðingin er bústaðarneyðin, hava vit ikki kortlagt, hvussu bústaðarmarknaðurin í veruleikanum sær út. Gevur tað meining? 

Tað halda vit á Frihedsbrevet ikki, og tí eru vit farin undir at greina bústaðarmarknaðin. Tað merkir, at vit hava sagt frá teimum stóru linjunum - t.d. hvussu nógv fólk eiga meira enn eitt hús. Vit hava sagt, hvussu nógv býli eru ogn hjá feløgum. Og vit fara eisini at siga, hvussu nógv summir persónar eiga, umvegis bæði síni privatu viðurskifti og gjøgnum feløg. 

Hví? Tí tað hevur týdning at vita, hvussu bústaðarmarknaðurin sær út. Bara við størri vitan um eitt øki, kunnu Føroya fólk fáa innlit og tey við valdi seta tey tiltøk í verk, sum best røkka teimum málunum, sum tað nú einaferð er ynski um at røkka.

Tí tá tú handlar í blindum, kanst tú raka rætt. Tú kanst eisini raka púra skeivt, og enda við at geva mær íbúðina hjá einari aðrari Barbaru á Karlamagnusarbreyt… 

Fyrsta fortreytin fyri at grava ting fram er, at tú dugir at leita meira grundleggjandi vitan fram enn hana, tú finnir á Facebook. Tað er kanska ikki altíð so lætt, sum tað sær út til, kæri Royters...

Barbara Holm

Her er lesarabrævið frá "Royters": https://www.vp.fo/news/vit-grava-eitt-pikkalitid-sindur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #