Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Onnur tíðindi

Hagstovan: Hevur tú møguleika at eta heitan døgurða annanhvønn dag? Hevur tú ráð at gjalda eina óvæntaða útreiðslu? Og ber til hjá tær at luttaka regluliga í frítíðarvirksemi?

Hetta eru nakrir av spurningunum í nýggju Lívskorakanningini, sum Hagstova Føroya er farin undir at gera fyri fyrstu ferð. Kanningin um lívskor verður afturvendandi og fer at geva hagtøl um, hvussu fólkið í Føroyum merkir gerandisdagin. 

Kanningin lýsir lívskor í breiðum týdningi. Spurt verður um alt frá bústaðarviðurskiftum, útbúgving, arbeiði, inntøku, heilsu, trivnað og sosialar tørvir.

Ein av størstu kanningunum í Evropa
Kanningin er altjóða sambærlig og eitur European Union Statistics on Income and Living Conditions, stytt EU-SILC. Kanningin verður gjørd á hvørjum ári í flest øllum evropiskum londum og er mett at vera ein av størstu kanningunum í Evropa. Á føroyskum verður kanningin nevnd Lívskorakanningin. Hon ger tað møguligt at samanbera okkara lívskor við grannalondini og restina av Evropa.

Sama kanning í okkara grannalondum vísir eitt nú, at 15% av øllum húskjum í Danmark og Noreg siga, at útreiðslurnar til bústaðin er ein tung fíggjarlig byrða. Í Íslandi og Týsklandi eru tey eitt sindur færri, ávikavist 13% og 12%, og í Niðurlondum 7%. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #