Skonnartin Polo farin við Kongabrúnna. (Mynd Snæbjørn Hansen)
Skonnartin Polo farin við Kongabrúnna. (Mynd Snæbjørn Hansen)
Hvannrók: Um dagarnar fekk eg áhugaverda mynd, sum Snæbjørn Hansen, sáli, tók. Hendingin var serlig, tá skonnartin Polo rendi á danska farmaskipið Gerdu Rarberg, sum lá við bryggju í Havn.
POLO var komin úr Klaksvík til Havnar og skuldi leggja at bryggju. Men tað vildu so illa til, at umstýringin sveik, so Polo fekk ikki bakkað.
Eftir samanstoytin helt Polo leiðina inn eftir Eystaruvág og tók botn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



