Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Lesarin skrivar

Ein hjartans tøkk til allar tinglimir, sum ikki valdu at lurta eftir formanninum í Búskaparráðnum, tá hann dagin fyri atkvøðugreiðsluna um Suðuroyartunnilin valdi, at endurtaka seg sjálvan og ávara ímóti tunnilsverkætlanini.

Og takk og lov havi fyri, at man heldur ikki valdi at lurta eftir honum, og svíkja alt verkafólkið, við at hækka pensjónsaldurin í eini óðari haldførisræðslu.

At Búskaparráðið í fleiri ár hevur runnið undan kjakinum um tilfeingisrentuna í fiski- og alivinnuni (við undantak av einum limi), er ein akademisk katastrofa fyri ráðið.

Talan er um so nógv nógv størstu bombuna undir tí føroyska búskapinum og samfelagnum sum heild. Tað er heilt einfalt ikki búskaparfrøðilig ráðgeving, langt og frá tí.

Sambært Dagur og vika - eykasending í kvøld, hevur hendan undanførsla eftir øllum at døma tíverri vunnið.

Har varð nógv tosað um nýskipanir, men lítið og onki um nýskipan av tilfeingisvinnunum.

Tað ger bara katastrofuna upp aftur størri, tíverri.

Ja, Suðuroyartunnilin er ein dýr verkætlan, kostar nakrar milliardir, men man kann eisini bara síggja hana sum nógvar milliónir um árið fyri at fáa suðuroyingar við í samfelagið og vælferðina generelt. Tað er neyðugt áðrenn tey fara at telja 0%.

At samanlíkna við, kostar fiski- og alivinnan 2.000 milliónir um árið í vinnustuðli.

Eftir trimum árum kundi tunnilin verið goldin.

Hetta svarar eisini til allan landsskattin hjá okkum øllum á hvørjum ári.

Fyri hvønn einasta borgara frá føðideild til ellisheim, er talan um 3.000 kr hvønn einasta mánað í árinum.

Ein familja við einari ommu, tveimum foreldrum og tveimum børnum, missir sostatt á hvørjum ári haldføri, almennar tænastur og skattalættar og mangt annað fyri 180.000 kr.

Búskaparráðið eigur tískil at verða broytt soleiðis, at forfólkið skal vera PhD í búskaparfrøði og granska í fakinum, umframt at viðkomandi ikki skal kunnu hava onnur størv enn sítt granskingarstarv.

Restina av limunum skulu hava kandidat í búskaparfrøði.

Og so skal ráðið leggjast undir Fróðskaparsetrið.

Tað vil tryggja at ráðgevingin verður akademisk og fakliga væl grundað. 

Kim Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #