Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Úrslitið hjá svenska felagnum Minesto, sum saman við SEV mennir sjóvarfallsorku í Føroyum, gjørdist áleið tað sama í fjør sum árið frammanundan, tað vil siga smáar 37 milliónir svenskar krónur í halli.

Ongin søla var, men felagið hevði tó inntøkur á 27 mió kr sum serliga komu frá arbeiði fyri egna rokning, tað vil siga menningararbeiði sum verður bókað sum aktiv.

Felagið hevði tó hampuligt gjaldføri við ársenda, smáar 68 mió kr sum er nærum tvífalt so nógv sum somu tíð árið frammanundan. Tað komst serliga av tekning av nýggjum partapeningi. 

Felagið letur væl at framtíðarútlitunum og sigur, at alt fleiri úti í heimi vísa áhuga fyri tøknini hjá felagnum, men at geopolitiskur ófriður samstundis leggur út fótonglar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #