Innsent: “Over the Moon” er ein upplyftandi sangur, ein kærleikssangur, og ein heilsan til løtuna - tað at seinka ferðina. Sangurin lýsir tað markleysa við at brúka mánan sum eina mynd av tí ófatuliga.
Við hesum sanginum roynir Greta at finna vakurleika, ikki í tí dramatiska, men í tí, sum stillisliga verður avdúkað tá tú setur ferðina nóg langt niður soleiðis at tú ert til staðar: “I hope that I can slow down, just enough to touch down”. Ein kensla av at hanga í luftini gongur aftur ígjøgnum sangin – sum um tíðin sleppur eina løtu.
“Over the Moon” er eisini fyrstu ferð, at Greta hevur brúkt talað orð í hennara tónleiki. Hóast tað fyri hana er eitt nýtt format, kennist tað sum eitt natúrligt framhald, av tí at allir hennara sangir byrja í yrkingum. Hetta kennist minni sum eitt frávik og meira sum at koma aftur á slóðina.
Ljóðlandslagið av sanginum gjørdist grundarlagið til fløguna sum heild. “Beautiful Obscenery”, sum Greta velur at lýsa sum “svakurleika” - tað villa, samantvunnið við vakurleikanum - er fyrsta heildarútgáva hennara. Greta deilur Beautiful Obscenery 17. apríl 2026.
Over the Moon kanst tú hoyra her: Over the Moon
Album verður til at hoyrast og "presave" her: Beautiful Obscenery
Creditering: Greta Svabo Bech: lag, tekstir, tilrættislegging, framleiðsla, vokalir, gittar
Bass-spæl: Mikael Blak
Fred Ruddick: upptøka, framleiðsla, ljóðbland & mastering @Jardin Acoustique (Jardin Acoustique)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



