Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Lesarin skrivar

Tann løgna og óarbeiðsføra samgongan, sum varð trýst niðuryvir veljaran fyri trimum árum síðani, átti aldrin at verið skipað.

Hon mátti gerast ein katastrofa.

Veljarar ynsktu hana, har piparið grør.

Tann konstruktivt klassiski møguleikin við samstarvi við Sambandsflokkin var næstan grýtugreiður, tá ið onkur heldur vildi forlova seg við ti destruktiva loysingarliðinum.

Úrslitið bleiv sum væntað.

Eitt allaroftast óarbeiðsført klandursstýri, har man næstan bara samdist um at blíva sitandi í næstan turrgeldum passiviteti.

Aksel løgmaður setti eitt elegant og neyðugt søguligt  punktum við at taka báðar tær kløkku damurnar av ísakøldum politiskum bóli.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #