Í 6. parti av hesari greinarøð, har heitt verður á SEV-stýrið, um at gera eina kostnaðarmeting, og eina royndarverkætlan, við sjópumpuskipan til Elverkið á Strond.
Verður farið aftur til, hvussi fyritreytir vóru, tá íð hesin samhaldsfasti kommunali felagsskapur, sum fekk navnið SEV, sá dagsins ljós. Og um hvussu SEV bleiv útbygd, og var einaráðandi, sum el-framleiðari í Føroyum, við vatn og diesel el-orku.
Tað sum eisini verður nevnt ”monopol”, t.v.s at SEV hevði einkarrætt at framleiða el-orku til okkum Føroyingar.
Til broytingar, sum blíva gjørdar í 2007, av fyritreytun til el-framleiðslu her á landi, frá landsins mynduleikun, (Føroya Landstýri og Føroya Løgting), við einari nýggjari el-lóg, sum hevur ført til, at SEV fíggjarliga í dag, er við at fara út av eggini, sum SEV stjórin málbar seg í KVF tann 22-7-2025.
Sum áður frágreitt í hesari greinarøð, so byrjar tann kommunal el-framleisla her á landi við Elverkið í Botni í Suðuroy í 1921 (vatn el-verk). Elverkið á Runingi í Tórshavn í 1921 (diesel el-verk). Elverkið á Strond í Klaksvík 1931 (vatn el-verk).
Eftir seinra heimsbardaga, kom dik á el-orku tørvin her í Føroyum, baði til vinnulív og húsarhald. Hetta førdi til, at tær stóru bygdirnar, fingu sær egið el-verk, við diesel motori, og við egnum el-neti.
Hetta tyngdi sjálvandi um tann kommunala raksturin, og farið var tí at tosa um, at fáa ein samhaldsfastan kommunalan felagskap, sum kundi standa fyri, at allir føroyingar, fingu gleði av hesari tøkni, sum var við at finna fótafesti, her á landi.
Leggjast skal til merkis her, at landsins mynduleikar, Landsstýrið og Løgting, ongan áhuga vísti fyri hesari verkætlan, og lat alt upp til kommununar, at fíggja og byggja upp henda stovn, til at veita el-orku til allar føroyingar.
Skoytast skal uppí her, at landsins mynduleikar í 1906, yvirtóku eina privat rikna telefonlinju, sum gek frá Vestmanna til Tórshavn, Og settu á stovn Telefonverk Føroya Løgtings, sum ferð í holt við, at fáa telefon tøkni út til allar føroyingar.
Henda fyritøka eitur í dag Føroya Tele (FT), og eigur alt telefon neti, rundt Føroyar, sum sostatt er landsins ogn. Ímegan SEV el-framleislu kervi og el-neti er kommunal ogn.
Somuleiðis hevur henda fyritøka (FT) útbygt sítt virksemi, við at leiga seg inn á satelit skipanir, so vit føroyingar, nú kunnu, tosa við hvønn annan, og síggja myndir av okkara kæru, so at siga, í hvørjum landi á hesari klótu.
Sum so ofta, so vóru tær føroysku kommununar, ikki á einum máli, hvussi farast skuldi fram, at útbyggja el-orku her á landi. Tær størru kommunur, sum høvddu sítt egna el-verk og el-net, skuldi eftir hesum samhaldsfasta modelli, nú eisini betala fyri at Fugloy og Mykines kundi fáa el-orku.
Henda ósemja førdi til, at kommunalar kreftir, í teimun flestu bygdunum, í Streymoy- Eysturoy og Vagoy, tóku seg saman, og setti á stovn, tann 1 oktobur 1946, ein samhaldsfastan kommunalan felagskap, sum skuldi tryggja, at tær 19 kommunur á hesum oyggjun, fingu atgongd til el-orku. Hesin felagskapur fekk navn eftir forbókstavun á teimun trimun oyggjun, og bleiv tað til SEV.
Byrjanin var tung, fyri at fáa pening at arbeiða við, bleiv samtikt at hvør kommuna skuldi gjalda, eitt eingengs gjald uppá 50,- kr pr.borgara, og at hesi gjøld fullu til gjaldingar í 1946 – 1947 og 1948, til SEV.
Samtykt varð eisini, at felagið SEV, skuldi stýrast av einari umboðsnevnd, sum tá hevði 19 limir. Á stovningarfundi bleiv eisini samtikt, at SEV skuldi hava eina stýrðisnevnd við 7 limir, sum saman við stjóra, skuldi hava rakstur av SEV um hendir.
Á stovningar fundi tann 1 oktobur 1946, blivu tveir makantir persónar valdir, sum komu at stýra og mynda SEV í mong ár. Sum forman í umboðsnevnd, sum taldi 19 limir, bleiv valgdur Jóan Pauli Gregersen, úr Syðrugøtu, sum sat sum formaður frá 1946 til 1963, í samfull 17 ár.
Til forman í SEV stýrðisnevd, sum taldi 7 limir, bleiv valgdur Gunnar Dahl Olsen, sum var borgarstjóri í Vestmanna, hann er føddur suðri í Vági. Hann sat sum formaður frá 1946 til 1975, í samfull 29 ár.
Ein triði persónur, sum kom at mynda SEV leisluna í mong ár, var Hjálgrím Winther, sum kom úr Klaksvík, og gjørdist fysti stjóri í SEV, og sat í hesum starvið frá 1953 til 1983, í samfull 30 ár. Hjálgrím var útbúgvin sterkstreym verkfrøðingur.
Hetta toymið Jóan Pauli, Gunnar og Hjálgrím, vóru óvanliga virkisfúsir, og hava æruna av, at allar Føroyar í dag, eru uppi í hesum samhaldsfasta felagskapi SEV, sum er ogn hjá øllun føroyingun. Hetta toymi setti sær fyri, frá fysta degi.
a) At fáa el-orku út til hvønn krók (bygd) í Føroyum.
b) At veita bíliga samhaldsfasta el-orku, til alla føroyingar.
Tann 14 juni 1951, var komi so lengt, at arbeiði við vatnbyrgingar í Vestmanna kundi far í gongd, sum danska fyritøkan Højgaard & Schultz stóð fyri. Til at skipa fyri tí tekniska, var heitt á donsku fyritøkuna P.A.Pedersen.
Tann 5 mai 1954, var ein stórur hátíðardagur í Vestmanna, tí nú skuldi tað nýggja Fossanes vatn el-verkið, takast í nýslu hjá SEV, og veita el-orku. Ferðamanna skipið Tjaldur, kom henda dag flaggskrítt á Vestmanna, við umboð fyri kommunur í SEV, Landsstýrið, Løgting, og gestir úr Danmark. Um kvøldi, bleiv hildin stór veisla í nýggja Vestmanna skúla, fyri 220 gestun.
Aftaná 8 ár í fyrireikingar arbeiði.o.a, kundi SEV í 1954, fara undir el-framleislu úr vatni í Vestmanna, og við diesel el-verkun í teimun 19 kommunun, sum vóru ognara av SEV.
Aðaltankin aftanfyri SEV, var at fáa allar kommunur í Føroyum, uppí henda samhaldsfasta felagskap. Tær stóru kommunur, Tórshavn, Klaksvík og allar kommunur í Suðuroy, komu uppí SEV í 1963. Tær lítlu kommununar, komu uppí SEV, so hvørt sum hesin stovnur, kom til teirra øki.
Sum ikki óvantað, bleiv tað Kunoyar kommuna, sum bleiv tann seinasta av teimun lítlu kommunun í Føroyum, sum fekk síni lima viðurskiftir í ordan, við SEV í 1994.
Tó hevði kommunan, síðan 1978 verði knýtt uppí SEV neti, tá íð luftlinja bleiv spent frá Kunoy yvir á Kallsoy
Tann 19 septembur í 1970, bleiv SEV ljós tendra í bygdini Múla, sum tann seinasta, og nú var SEV komi út til hvønn krók á Føroya landi. Ein stór veisla bleiv í hesum sambandi hildin í Ítróttarhøllini í Klaksvík, har tað bleiv hátíðarhildi, at nú lýsti SEV ljós yvir alt landi, 24 ár eftir at SEV var stovna, og 16 ár eftir at SEV hevði framleitt sín fysta kilowatt tíma, av el-orku.
Eg havi skrivað hetta, um hvussi SEV bleiv til, og útbygt, tí eg havi varhugan av, at tað unga ættarliðið, og fyri so vít, tann vanligi føroyingur, kennur ikki nógv til henda samhaldsfasta kommunala felagskap, sum vit øll eiga.
Vit fara øll upp at gartera, tá íð SEV ljósi blívir burtur, og telja minuttirnar til ljósi kemur aftur. Hetta vísir bara hvussi óumveriligur, hesin stovnur er í okkara samfelag.
Eg fari til seinast, at umskriva orðini hjá Cato eitt sindur, og siga. ”Eg haldi at SEV stýrið, eigur at gerða eina sjógvpumpuskipan, til Elverkið á Strond”.
Oddbjørn Vágslíð
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



