Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Við yvirskriftini “Saman um grønu framtíðina” varð umhvørvispolitikkurin fyri Tórshavnar kommunu 2026-2032 samtyktur av býráðnum hóskvøldið.

Nýggi umhvørvispolitikkurin leggur dent á hesi trý høvuðsøki:

· Náttúra og lívmargfeldni: Ein kommuna við sterkum vistskipanum, har náttúra og menniskju trívast

· Útlát og orka: Ein kommuna við munandi minni útláti av vakstrarhúsgassi. Í 2040 skal útlátið av vakstrarhúsgassi í Tórshavnar kommunu sum landafrøðiligari eind vera netto-null.

· Ringbúskapur og burturkast: Ein kommuna við burðardyggari nýtslu og minni burturkasti. Samlaða nøgdin av burturkasti at brenna skal minka 20% í 2030 sammett við 2024.

Høvuðsøkini eru deild í 19 lutmál, sum kommunan ætlar at røkka. Til at røkka málunum eru ásett ítøkilig átøk at fremja komandi árini. Umhvørvispolitikkurin fevnir um tíðarskeiðið 2026 til 2032, men summi av málunum peika tó longri fram í tíð.

Yvirskipaða málið er, at Tórshavnar kommuna strembar eftir at vera millum fremstu kommunur í Norðurlondum innan umhvørvisloysnir, og at útlátið av vakstrarhúsgassi í 2024 er netto-null, sum merkir, at útlát og upptøka av CO2 javnviga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #