Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í fjør var kunngjørt, at Carlene Carter kemur til Føroyar, at spæla á Dungasandi í Sørvági 14. - 16. juni. Nú boðar Country-festivalurin frá nøkrum nøvnum afturat, sum fara at seta lív í festivalin

- Vit vilja vísa at vit eru nógv sum ikki vilja liva í bilosi og vilja hava allar hesar bilarnar vekk, sigur Marit Jóhansdóttur Magnussen

Í ár verður tað á almennari samkomu í Bygdarhúsinum í Miðvági mikukvøldið 24. januar 2018, og øll eru vælkomin

Mansunglingar hjá SÍ vunnu gull og hava kvalifiserað til steypafinaluna

Í gjár var sáttmáli undirskrivaður um veiting av skelting til nýggja atkomuvegin og parkeingsøkið kring Vága Floghavn

SÍ Gentur 16 ár, SÍ Dreingir 15 ár og SÍ Dreingir 12 ár vunnu gull í Mjølnirkappingini í Klaksvík, og hava sostatt spælt seg í steypafinaluna

Strandferðslan hevur gjørt nýtt útbjóðingartilfar til Mykinesleiðina og bjóðar leiðina út í eitt nýtt fimm ára skeið

- Vit arbeiða við ymiskum ætlanum, men í fyrstu atløgu verður talan um eitt vanligt flakavirki, sigur Tummas Henriksen, reiðari

Hilmar Eliasen, stjóri í SSL, sigur, at tað er tann stóra hækkingin í ferðafólkatalinum, sum avspeglar tað komandi ískoytið til arbeiðstakaran á Mykinesleiðini

Strandferðslan bjóðar út Mykinesleiðina av nýggjum, men hevur broytt treytirnar nógv til tað verra

Durita Ana Alejandra Granada, sum er ættleidd úr Kolumbia, var fyri stuttum og hitti sína biologisku familju á fyrsta sinni

Mjølnir – sum í løtuni liggur nr. 2 - skal í kvøld klokkan 19,30 møta Drátti í Høllini á Giljanesi

Loyvið á Sørvágsfirði fevnir um tvey aliøki, har annað liggur á Sørvágsfirði, meðan hitt liggur Vesturi á Víkum

Ferðslan í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum økt við ávikavist 12,6% og 13,8% í 2017

- Nú hevur sjálvtøkan hjá Betri í Sørvági verði óvirkin síðan áðrenn jól og víst verður til eina sjálvtøku úti í "óbygdum", í terminalinum á flogvøllinum

Klaver, floytu, sangkonsert verður í Miðvágs kirkju í kvøld, mikudagin, kl 19,30

Bæði Atlantic og SAS hava havt trupulleikar av vindinum í dag. Flogfarið hjá Atlantic úr Bergen fekk ikki lent, og heldur ikki SAS-flogfarið úr Keypmannahavn

Í januar sýnir Torfinn Jacobsen, Miðvági, málningar fram á listavegginum í Betri í Miðvági

Vága Floghavn søkir eftir stjóra við góðum samstarvsevnum at standa á odda fyri framhaldandi menning av felagnum

Sørvágs kommuna hevur keypt eitt nærum 35000 fermetrar stórt øki til útstykkingar, har pláss verður fyri umleið 30 sethúsum og møguligari íbúðarbygging

- Tá eg flutti úr lítlu bygdini Haldórsvík og vestur til Sørvágs, setti eg búgv í einum framúr góðum grannalagi og havi síðani fingið fantastisk vinfólk

VP ynskir øllum Gott Nýggjár og takkar fyri farna árið

Í bygdunum í Vágum verður eisini gjørt klárt til nýggjárshald. Her eru nakrar myndir

Sigtór Asbjørn Petersen, sum stóð við róðrið seinastu dystirnar hjá 07 Vestur, hevur nú undirskrivað avtalu, sum inniber at fyrrverandi leikarin verður hjálparvenjari hjá Paula Poulsen

Kyndlagongan byrjar klokkan 22.30 úr Bátahylinum og heim á Dungasand. Eyðvør Petersen heldur nýggjársrøðuna

Myndamaðurin á VP, Jógvan Helgi Hansen, var ein túr í Hangarinum á Flogvøllinum, sum hevði opið hús seinnapartin í dag

- Vit vilja fegin vísa føroyingum, sum jú eiga Atlantic Airways, hvat tað er, sum vit fáast við hvønn dag

Fyri góðum hálvum tíma síðani koyrdi ein bilur útav á Vatnavegnum. Helst hevur hálka verið orsøkin

VP ynskir øllum eini Gleðilig Jól

Billar leggjast afturat alla tíðina, so ilt er neyvt at siga, hvussu nógvir hava verið við í árligu rekkjukoyringini í Vágum í ár, men onkur nevnur at um 180 bilar luttóku

Bilarnir savnaðust klokkan 23 við FK í Miðvági, og so varð koyrt til Sandavágs - tá árliga Rekkjukoyringin byrjaði vóru 127 bilar

Tjóvar hava stolið einar 400 krónur í vekslipengum

kl.17 seinnapartin í dag legði jólaskipið Heimdal at við bátahylin í Miðvági. Her eru nakrar myndir

Heilsutrygd hevur sett Anders Vedelsbøl í starv sum kommunulækna í Vága læknadømi. Anders Vedelsbøl tekur við starvinum í Vága læknadømi 1. mars 2018

Eini 1000 fólk, siga fyrireikararnir, vóru komin saman til jólahaldið niðri við Vatnið seinnapartin í dag. Her eru fleiri frálíkar myndir

Tiltakið byrjar kl. 16, tá jólabátarnir loysa frá Bøsdalsfossi

Vága kommuna hevur ognað sær tvær smáar maskinur, sum kunnu feia, grava og salta gongubreytir. Umframt eina nýggja gravimaskinu

Leygardagin 16. desember kl. 16 verður stóra tiltakið “Jól við Vatnið”, niðri á flúgvarabedingini. Tað eru næmingar í 6. flokki í Sørvágs Skúla, sum saman við foreldrum, lærarum og Sørvágs Kommunu skipa fyri hesum tiltaki

Í sambandi við 10 ára dagin í dag vísa vit fyrstu myndarøðina, sum var á VP og sum myndamaðurin Jógvan Helgi Hansen tók

Vit hava fingið hesa myndina av Nykinum á Vatninum í Vágum sendandi frá einum lesara

Jólatræið í Miðvági varð tendrað í dag

Ein 75 ára gamal maður small um við Vatnið í Vágum stutt eftir middag í dag, út ímóti Trælanípuni. Hann var deyður, tá hann kom á Landssjúkrahúsið við tyrlu

Fleiri met eru sett fyri ferðafólkatøl umvegis Vága Floghavn í 2017

Ansingargjaldið í Sørvágs kommunu lækkar munandi komandi ár, nú kommunan hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2018 og avgjørt at raðfesta barnafamiljuna og ung

Ikki øll eru líka fegin um nykin á Vatninum í Vágum, og serliga ikki tey, sum búgva langt frá honum og sjáldan fara at síggja hann

Listamaðurin handan Nykin á Sørvágsvatni tekur sær tað ikki nær at summi fílast á verk hansara

 

Minnist tú kjakið um húkin í rundkoyringini í Klaksvík? Nú vilja nøkur listafólk vera við, at nýggja standmyndin á Sørvágsvatni var betur ógjørd

Almennur fundur um demens í Skúlanum á Giljanesi týskvøldið 28. nov. kl. 20

Fitt av fólki var komið saman niðri við Vatn seinnapartin í dag, tá ið Nykurin var avdúkaður. Her eru fleiri myndir

Hetta er fyrstu ferð, at hetta slagið av dúgvu er skrásett í Føroyum, og hon er bert skrásett seks ferðir áður í Europa