40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hin 20. mai 2017 gjørdist Oda Kjartansdóttir Strøm í Miðvági gullvinnari í Ms. Bikini fitness 2017

Projektið snýr seg um at byggja klintrileið á Trælanípuni soleiðis at tað í framtíðini skal vera møguligt at fáa klintriupplivingar á hesum serstaka og søguliga stað

Skipanin, við at krevja pening frá fólki, sum fara til Mykinesar, riggar sum heild ov illa. Tað ásanna hagastýrisformaður og umboð fyri ferðavinnuna

83 hvalir vórðu merktir í Bíggjargrindini, og alt verður drápspartar

Her eru nakrar myndir frá grindini í Bø, sum myndamaðurin á VP tók

Einir 50 til 70 hvalir hava lagt beinini í Bø í kvøld. Seðlarnir koma út klokkan 7 í morgin, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður

Her eru málini í 4-0 sigrinum hjá B36 móti 07 Vestur

Fólkaheilsuráðið skipaði í dag fyri tiltakinum Etið saman, og í Sandavági var gjørligt at royna dygdargóða, leskiliga rávøru úr Føroyum í Pakkhúsinum úti á Gjógv

Hann verður mettur sum størsta talent nakrantíð í Danmark, og Sverri Nielsen ætlar sær nú danskt OL-gull í Tokyo um trý ár

Ingmar Valdemarson á Løgmansbø, frá Ringrás, fer at tosa um umhvørvið og dálking, og í hesum sambandi verður ein nýggjur filmur, sum partvíst er tikin upp í Vágum, vístur

Skráin fyri umhvørvisvikuna 15. – 20. mai 2017

Løgmaður, Aksel V. Johannesen, var vesturi á altjóða flogvøllinum og tók ímóti íslendska forsetanum, Guðni Jóhannesson, og frú Elizu Reid, áðrenn farið var undir vitjanina í Vágum í dag

Graslíkið er nú lagt á vøllin og linjurnar strikaðar, so nú er bara eftir at leggja sand og gummi í graslíkið

Í gjárkvøldið mátti flogfar hjá Atlantsflog lenda í París við sjúkum ferðafólki. Flogfarið var á veg úr Billund til Fuerte Ventura á Kanariuoyggjunum

Størra dugnaskapsskeiðið gevur rætt at føra skip upp til 100 tons runt Føroyar og út á 200 fjórðingar

Arbeiðið at leggja nýtt graslíki á vøllin í Sørvági gongur sum ætlað. Arbeiðið byrjaði týsdagin og nú eru 19 banar lagdir og límaðir

Seinnapartin í dag var eldur í einum manntómum húsum í Sørvági. Helst var eldur settur á hoyggj, sum var í húsinum

Gásadalsgarður er heitið á nýggjum gistingarhúsi og matstovu, sum hjúnini Katrin og Pól Fagraklett saman við vaksnu børnum teirra Jóhann, Gunnvá og Pauli Fagraklett hava latið upp í Gásadali

Áleggingin av nýggja graslíkinum í Sørvági gongur væl. Arbeiði byrjaði í morgun og væntandi verður vøllurin liðugur og handaður kommununi fyrst í komandi viku

 

Fríggjadagin kemur íslenskt hornorkestur til Føroya at luttaka á musikkstevnu í Sørvági, og sunnudagin verður eisini konsert í Norðurlandahúsinum, har Havnar Hornorkestur eisini luttekur

Samgongan feldi uppskotið hjá Jørgen Niclasen um at játta 2,5 milliónir krónur til lendingina og bakkaverju

Mótaframsýning frá 50-, 60- og 70'unum verður í morgin - í Marghøllini í Sørvági kl 14.00. Tað er Marjun Kálvalíð, sum hevur savnað og sum eigur klæðini, og verður hon sjálv frásøgufólk

 

Ársins festivalveiða er eitt tiltak Betri skipar fyri. Tiltakið er fyri tey, sum er millum 18 og 28 ár, har tey luttakandi kunnu vinna atgongumerkir til Voxbotn, G! og Country Festivalin

Í ár er Sørvágs Tónleikarfelag fyri sjeyndu ferð vertur fyri stevnuni, og skipaði felagið fyrstu ferð fyri stevnuni í 1969

Hesin toppurin, sum Kylie Jenner er í, er designaður av OW Intimates, sum er fyritøka hjá føroysku modellini og designaranum Sonju Davidsen

Her er skráin fyri Húsagongd í Sandavági leygarkvøldið 6. mai

Nú er komið so væl áleiðis við umbyggingini av niðaru lon í Sørvágs skúla, at bygningurin er reistur. Í hesum sambandi var lítil hátíðarløta hildin á skúlanum í dag

Avmarkaðir møguleikar at longja vøllin har vesturi

Tann økti ferðafólkastreymurin út í Mykines skal skipast og tálmast. Um ikki, verður ein av heimsins vakrastu náttúruperlum oyðiløgd

Í samband við at vøllurin á Dungasandi skal skiftast, er gamli vøllurin tikin av

Borgastjórin í Vága kommunu hevði fund við nevndirnar í MB og 07Vestur mikukvøldið tann 03. mai 2017, har tosað var um ymisk mál av felags áhuga

Henda mánaðin útstillar Heri Samuelsen á Listavegginum hjá Betri í Miðvági. Heri hevur í fleiri ár havt stóran áhuga fyri myndatøku

Vága Floghavn veksur við miklari ferð eftir at SAS fór at flúgva úr Keypmannahavn. Floghavnin er á veg at gerast tann fjórðstørsta í Ríkisfelagsskapinum

Eftir eina heldur slaka byrjan uppá 2017, er nú aftur veruligur vøkstur í ferðafólkatalinum á Vága Floghavn. Higartil í ár eru 80.019 ferðafólk komin og farin umvegis Vága Floghavn. Tað er ein vøkstur á 4000 fólk

23 starvsfólk frá øllum landinum, byrjaðu demenssamskipara útbúgving mánadagin í Vágum

Hátíðarhald var í dag í sambandivið at Sandavágs kirkja er 100 áre. Gudstænasta var klokkan 11 fyrrapartin, og eftir gudstænastuna var døgurði í Ítróttahøllini á Giljanesi

 

Fram kom á fundinum, at tær gomlu ætlanirnar við nýggjum bygningi til Krígssavnið, har gamli bygningurin skuldi standa inni í einum nýggjum, nú vóru sleptar til frama fyri aðra ætlan

Tað gongur spakuliga framá við útstykkingunum í Vága kommunu. Kommunan hevur avbjóðingar av, at sera nógv virksemi er í landinum, so kapping er um arbeiðskraftina. Í Miðvági standa 38 fólk á bíðilista og í Sandavági 18

Leygardagin tann 29. apríl kl. 10 lata Luksusdjór & Løðuhandilin dyrnar upp. Talan er um tveir handlar í sama høli

Tað kostaði Atlantsflogi tvær milliónir at skifta stjóra í 2015, skrivar Kringvarpið

Eigararnir eru skelkaðir av, at onkur kann finna upp á at taka og drepa verjuleysa hundahvølpin Svan, ið tey akkurát høvdu fingið

Árið í fjør gjørdist eitt gott ár hjá Vága Floghavn, bæði tá tað snýr seg um ferðafólkatal, og tá tað snýr seg um rakstur

Leygardagin 29. apríl eru liðin 100 ár, síðan kirkjan í Sandavági varð vígd. Sunnudagin 30. apríl verður stórt hátíðarhald í bygdini

Sørvágs Ítróttarfelag hevur havt aðalfund og valt nýggja nevnd. Nevndin hevur nú skipað seg við Jørgen Niclasen sum formanni, Maju Henriksen sum kassameistara og Malju Mouritsen sum skrivara

Úrslitið hjá Atlantsflogi verður munandi verri í ár, sigur stjórin í flogfelagnum, sum hevur fingið kapping

Flaggdagshaldið var í skúlanum á Giljanesi kl. 1600 seinnapartin í dag. Her eru fleiri myndir

Niðurlendingarnir sum eru í Føroyum í hesum døgum og gera brøgd millum annað við línudansi ymsastaðni, hava nú eisini gingið við Trælanípu

Á heimasíðuni hjá festivalinum eru fleiri nøvn kunngjørd m.a Stephen Pride úr USA, Lennerockers úr Týsklandi, Music Road Pilots úr Hollandi, Sarah Jory úr Onglandi, Axel O & CO. úr Íslandi, og Hallur Joensen, Uni Debess, Blusette, Froðbiar Sóknar Bluesorkestur, Tinganest og Vágaverk úr Føroyum

Tiltakið snýr seg um, hvussu vit øll í felag kunnu styrkja felagsskapin millum tey ungu, foreldur, grannar, ítróttarfeløg og samkomur vm í Vágum

Borgarstjórin setti í morgun fyrsta grabbin í útstykkingina við Olivarsveg í Miðvági. Í útstykkingini eru 13 grundstykkir umframt at hon gevur atgongd til eitt privat grundstykki