Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vága kommuna sigur, at í sambandi við ætlaðu víðkanina av kirkjugarðinum í Sandavági, hevur umsitingin fingið handað mótmælisskriv frá borgarum í Sandavági

Aftur í ár, triðja árið upp í slag, skipar Skúlin á Giljanesi fyri fótbóltsbreyt í samstarvi við Sørvágs skúla, FSF og fótbóltsfeløgini

Í gjár vóru 10 ár síðani flogvanlukkuna á Stord í Noregi, tá fýra fólk lótu lív. Maibritt Magnussen (31) minnist 10. oktober 2006 sum var tað í gjár

Í mars fer SAS at flúgva millum Keypmannahavn og Sørvág. SAS fer at flúgva ein túr dagliga allar dagar í vikuni við Airbus A319 og Airbus A320-flogførum, sum hava ávikavist 141 og 168 setur

- Forsíðumyndin á Vogue er eitt gjøgnumbrot, sum gevur meiri og størri arbeiði. Tað sigur føroyska modellin, Jegor Antonov Venned

- Borgaralistin er klárur at taka avbjóðingina, at tæna og framhaldandi at bøta um trivnaðin hjá borgarum, vinnu og felagslívi í Vága kommunu

Miðvingurin Bergur Johansen, nummar tvey frá vinstru á myndini, var ein av teimum sum var við at vinna hugskotskappingina til nýggjan bygning hjá donsku sjónvarpsrásini TV2 Norður

Tað mundu vera eini 300 vaksin og børn, sum vóru á Flogvøllinum í kvøld fyri at taka ímóti Ronaldo, men tey allar flestu máttu standa uttanfyri hegnið

Portugisisku fótbóltsstjørnurnar eru komnar til Føroyar, og eru nú á veg til Havnar. Ronaldo er størsta stjørna sum nakrantíð hevur verið í Føroyum

- Vit vilja skapa og menna eina av teimum bestu kommununum í Føroyum. Eina kommunu, har nærdemokrati, opinleiki og trivnaður eru í hásæti

Vága Floghavn hevði sett heiðursportur upp, tá ið hetjurnar komu aftur úr Riga í morgun kokkan gott 10

Leygardagin, tann 1. oktober, var Miðgarður í Miðvági 5 ár, men í dag varð dagurin hildin

Kommunurnar í Vágum hava gjørt avtalu við Sjúkraflutningstænastuna um, at kommunurnar rinda fyri at halda bilarnar heitar, tá teir standa stillir

Í gjar, 5. oktober, lendi eitt Fokker 100 frá SkyGreenland í Vágum. Hetta er fyrstu ferð, at eitt flogfar hjá SkyGreenland lendir í Vágum

Arbeiðið at varðveita og seta SOR-bygningin í stand er byrjað

Myndir av Vatninum eru oftast yndisligar og væl brúktar til at marknaðarføra Føroyar sum óspilt umvhørvi. Hesin filmurin vísur tó á ein heilt annan veruleika

Lydia Nielsen, ið er ættað úr Danmark, og býr í Vatnsoyrum, sýnir fram á Listavegginum hjá Eik Banka í Miðvági í oktober

Hesa komandi vikuna vitjar íslendski barnabókarithøvundurin og teknari Þórarinn Leifssonn í Føroyum, har hann fer at fortelja um sín sermerkta skaldskap fyri skúlabørnum í Vestmanna, Kvívík, Sørvági og Giljanesi

Bussarnir koyra enn niðan í Gásadal við ferðafólkum, tóat vit eru komin út í oktober. Í dag hevur eisini verið ein avbera vakur dagur

So langt niður kom A321-neo flogfarið í dag, men setti seg kortini ikki á vøllin

Hetta er størsta flogfar sum nakrantíð hevur gjørt royndir í Føroyum

Klokkan 10.30 í morgin setur A321-flogfarið hjá Airbus seg á flogvøllinum í Sørvági, og skal gera fleiri lendingar og fráferðir, áðrenn tað fer avstað aftur

Ferðafólkatølini hjá Atlantic Airways ganga framvegis uppeftir. Í september flugu 24.300 ferðafólk við rutuflogførum og tyrlum tilsamans. Tað eru 6 prosent fleiri enn í september í fjør

- Tað fyrsta nýggja bygdaráðið má fara undir, er at gera útstykkingar. Um alt gongur væl í hond, so eigur at bera til at fara undir tað síðstu projekteringina í samband við dagføringina av skúlanum nevniliga ítróttarhøllina

Leygardagin, tann 1. oktober, verður Miðgarður í Miðvági 5 ár. Dagurin verður hildin fríggjadagin 7. oktober

 

Á Vatninum kavaðu teir í gjár og í dag eftir granatum, tí illgruni var um tað. Tað sum kavararnir hava funnið í dag, verður kannað nú, sigur Arktisk Kommando

Vága Floghavn lýsti fyrr í ár eftir einum tøkningi afturat verandi tøkniligu manning. 9 umsóknir vóru til starvið, og hevur Vága Floghavn avgjørt at seta Egil Branduson Joensen í starv

 

Syngið og Dansið við byrjar aftur í dag í Marghøllini í Sørvági, kl. 14:00-16:00. Jørgen og co. spæla til dans

Í gjár og í dag hava danskir kavarar leitað eftir granatum á Vatninum

Skúlin á Giljanesi fer nú undir at royna tað tøkniliga forritið CD-ORÐ, sum er eitt pc-amboð, ið hjálpir tær at lesa og skriva – men tíverri ikki á føroyskum – enn

- Vit vilja skapa og menna eina av teimum bestu kommununum í Føroyum. Eina kommunu, har nærdemokrati, opinleiki og trivnaður eru í hásæti

Av tí at núverandi góðskuleiðarin á Vága Floghavn, Jákup Persson, fer frá við eftirløn í endanum av árinum, søkti Vága Floghavn herfyri eftir nýggjum góðsku- og kt-leiðara

Nógvur vindur tarnaði flogferðsluni mánakvøldið

Ein bilur fór útav vegnum í Sørvági í dag, men eingin mansskaði hendi

- Tá eg hugsi um Alvalon, so komi eg at hugsa um eina nýggja byrjan

Ta næstu tíðina fara tey eldru í Vágum á fleiri virkisvitjanir. Endamálið er, at tey eldru, sum eru knýtt at heimatænastuni, fara at vitja fleiri av arbeiðsplássunum í Vágum og fáa eina frásøgn um virksemið

Í sambandi við tiltakið Vísindavøka á ferð skipar Sørvágs bókasavn fyri fyrilestri í Marghøllini, mánakvøldið 26. september kl. 19.30

Nógvur vindur av suðri tarnar flogferðsluni í kvøld

- Tað hevur leingi verið eitt ynski frá kommununi, skúlastýrinum og foreldrum at fáa eina matarskipan til Skúlan á Giljanesi. Loksins er klárt at taka í brúk eina matarskipan í skúlanum

Í dag hevur Skúlin á Giljanesi eitt slag av móttøku í sambandi við, at skúlin fer undir eina nýggja og framkomna matskipan, har næmingarnir kunnu bíleggja sær mat á alnetinum

J&K Petersen fekk herfyri arbeiðið at gera parkeringsøki við Flogvøllin á 40.000 fermetrar, og í morgun fóru maskinurnar undir at grava

Gongdin við at fleiri og fleiri smærri flogfør vitja Vága Floghavn heldur áfram. Tíðliga í morgun lendi aftur eitt av teimum smærru flogførunum

07 Vestur vann 4 - 0 á Víkingi í Leirvík í dag og hevur sostatt tryggjað sær pláss í EFFO-deildini komandi kappingarár

Klokkan 18 í kvøld vóru ódnartøk tikin í Miðvági. Her eru 25 myndir

Bæði í tali og í prosent er størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið er vaksið við 394. Í tali kemur síðani Eysturoyggin við 108 fólkum, men lutfalsliga er vøksturin størri í Vágum við 2,0%, og minsti vøksturin er í Norðoyggjum við 0,6%

Felags foreldrafundur verður mikukvøldið, tann 14. september kl. 19.00, í skúlanum á Giljanesi

Stýrið fyri Heimatænastuna í Vágum hevur gjørt samstarvsavtalu við Vága pensjónistafelag, um at virka sum eldraráð fyri kommunurnar í Vágum

Í samband við eina størri venjing, verður Vágatunnilin stongdur frá kl. 17.00 til kl. 19.30

Fyri veður eru seinkingar í flogferðsluni í allan dag. Her er eitt yvirlit

Annað umfar í heyst kappingini í Ódnartøkum verður í Miðvági í morgin sunnudagin kl. 15.00