Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Meinigheitshúsið Saron í Sandavági og missiónshúsið í Miðvági hava, frá 1. august 2016, sett Richard H. Johansen sum ungdómsleiðara fyri felags-ungdómsbólkin í húsunum

Sir Cliff Richard, sum fór av landinum við Atlantic Airways seinnapartin í dag, 5. august, tók sær líka tíð til at heilsa uppá starvsfólk hjá Vága Floghavn, áðrenn hann fór ígjøgnum gate 3

- Eg gleði meg sera nógv til at hava konsert í Føroyum, sigur Cliff Richard í heilsan til føroyingar

Cliff Richard við fylgi lendi á flogvøllinum í dag kl. 15.15. Hann skal spæla á Summarfestivalinum hóskvøldið

Enska filmskvinnan Charlotte Rampling er í Føroyum í sambandi við seinastu upptøkurnar til Hollywood filmin, Submergence

Summartónar í Sandavágs kirkju, mikukvøldið 3. august kl 8. Danskur urguleikari spælur summartónar

Ferðafólkatølini hjá Atlantic Airways settu met í juli, tá fleiri enn 42.750 ferðafólk flugu við rutuflogførum og tyrlum samanlagt. Higartil í ár hava 175.800 ferðandi flogið við rutuflogførum og tyrlum tilsamans, ið eru 8 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør

Í juli komu og fóru 42,955 ferðafólk umvegis Vága Floghavn, tað er ein vøkstur uppá 5,3% í mun til juli 2015. Higartil í ár eru sostatt 174,705 ferðafólk komin og farin um flogvøllin. Tað er ein samlað framgongd á 6%

Heimsins fyrsti nýggi sergjørdi avlúsingarflakin er komin á Miðvág. Tað er alifyritøkan Luna sum fær flakan, sum MEST hevur smíðað

- Meðan eg hyggi eftir tí sálmi, sum stendur ovast á talvuni, Nú skýnur sólin bjarta, grundi eg yvir, hví Føroya best umtókta ferðapláss er so illa útgjørt at taka mót ferðafólki

Tað heldur Marjus Dam, formaður í kommunulæknafelagnum, nú ein triðingur av kommunulæknastørvunum í Føroyum ikki eru sett

U16 hjá 07 Vestur hevur útmerkað seg í Íslandi í hesum døgum. Í stórari kapping spældu teir nógv lið av vøllinum

Um 23 tíðina í gjárkvøldið fór hesin bilurin útav Vatnavegnum, tí bilførarin mátti halda av fyri seyði. Bilførarin, ein kvinna, boðaði sjálv løgregluni frá hendingini

Seinnapartin í dag var bjargingartyrlan eftir einum manni í Tindhólmi. Talan var um ein italienskan fjallaklintrara, sum var omandottin

Í gjár fekk Bygdar- og Ungmannafelagið Súlan í Mykinesi stólar og borð og annað mangt til sjálvt húsið, og í morgin klokkan 19 verður árligi aðalfundurin í snotuliga húsinum

Flogfarið við nærum 190 fólkum úr Estlandi fer avstað aftur klokkan 2 í nátt. Men næsta ár koma fýra flogfør

Tað er Fólkatónleikarastevna í Mykinesi, og eini 400 fólk hava leitað sær vestur til Mykinesar at njóta tónleik og gott summarveður

Miðnáttarløtan á Vestanstevnu í Sørvági var hugnalig og veðrið var av tí besta. Her eru fleiri myndir

Í gjár á middegi fekk løgreglan fráboðan um at bjargingarvestar, trygdarútgerð og fiskireiðskapur vóru stjolin úr einum báti á Flúgvarabedingini í Vágum

Kappróðurin á Vestanstevnuni í Sørvági var væleydnaður og fitt av fólki hevði eisini leitað sær vestur til sjálvan róðurin

Tað var sjáldsama vøkur luft í kvøld. Hesar myndirnar eru tiknar í Miðvági

Myndir av vinnandi kappróðrarbátunum eru lagdar í Myndasavnið

Úrslit frá kappróðrinum á Vestanstevnu

Tað er av allar fagrasta veðri á Vestanstevnu og bestu líkindir til kappróður

Seks floghavnir í danska ríkinum bjóða uttanríkisflúgving. Av teimum er Vága floghavn ein, og her er vøksturin størri enn nakra aðrastaðni

Vestanstevnumyndir frá setanini av Vestanstevnu, eru lagdar í Myndasavnið

Fyri stuttum fekk Jab adventure royndarloyvi at sigla runt um Mykines við ferðafólki

Um viðrar fara vit við gittara og sangi niðan á Vørðufelli at hugna okkum og at løða upp til setanina. Høgni Nielsen sigur frá søgum. Fráferð: Frá ídnaðarøkinum

Tað er ikki ofta at charter-flogfør seta seg á flogvøllinum í Sørvági við útlendskum gestum, men beint eftir miðnátt í gjárkvøldið kom eitt úr Tallin við 180 ferðandi, sum skulu steðga í Føroyum í 5 dagar

P/F Vága Floghavn hevur fyrr í dag undirskrivað sáttmála við J&K Petersen Contractors P/F um útbygging av parkeringsøkinum við flogvøllin

Leygardagin 9. juli, fara 50 bátsmanningar at rógva 5. FM-róðurin í ár. Harumframt vera eisini 25 barnamanningar við. Tilsamans 75 bátsmanningar

Á hvørjum ári á Vestanstevnu skipar Ítróttarfelagið Frælsi sum vant fyri Vestanstevnurenning. Í ár verður Vestanstevnan í Sørvági 8. og 9. juli

Egon Simonsen hevur allan juli mánaða framsýning í Eik banka í Miðvági av modellskipum

Bjargingartyrlan hevur gjørt fýra túrar seinasta samdøgrið, og talan var um fýra sjúkraflutningar

Ferðafólkatølini hjá Atlantic Airways ganga framvegis uppeftir. Higartil í ár hava 127.600 ferðandi flogið við Atlantic Airways, ið eru 7 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør

Reika Adventures við Jóhannus Hansen úr Sandavági skipaði fyri túrinum. Tveir mans og ein kvinna úr Nýsælandi rapellaðu niður Trælanípuna

Í dag hevur eitt flogfar hjá Lufthansa verið á Vága Floghavn

Móttsøðuliðið, sum NSÍ skal møta á heimavølli í morgin, Shakhtyor Soligorsk, lendi fyrr í dag á flogvøllinum í Vágum

Í eina tíð hevur Vága kommuna arbeitt við einum nýggjum sethúsaøki við Stóraklett í Sandavági. Í fyrstu atløgu vera tað 11 grundøki til sethús á økinum

Í gjár giftust Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelg, og Jakobina Ellingsgaard. Í dag, 19. juni, hava tey opið hús í Húsmøðrafelagshúsinum í Sørvági frá kl. 16.00

Lutaseðlasøla til frama fyri Námsferð til Skotlands, hjá 7. flokki í Sørvágs skúla, eru nú drignir og vinnarar eru

Fyri løtu síðani fór Dortningin avstað aftur til Danmarkar, eftir eina sera væleydnaða vitjan í Føroyum

P/f Vága floghavn spardi tríggjar milliónir krónur, tí Vinnumálaráðið royndi sakarmálið móti hagapartinum Ytra Suðurtriðingi í Sørvági, í Landsrættinum

Landsrætturin hevur nú viðgjørt málið um hagapartin Ytra Suðurtriðing í Sørvági. Landsrætturin hevur boðað frá, at dómurin er klárur klokkan 8.45 í morgin

Vesturleiki er nú komin til Nuuk, og skal taka móti svartkalva í Umanak fyri Royal Greenland

Í dag skrivaðu borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen og stjórin í Articon, Jón Sigurdsson, undir sáttmálan um træbryggjuna í Sørvági

"Syngið og Dansið við" hevur júst verið í Sørvági og sum sæst á myndunum, so vóru rættiliga nógv fólk samankomin úr báðum kommununum í Vágum, og hýrurin var framúr góður

Atlantic Airways leigar nú ein part av sínum yvirskotskapasiteti í flogførunum út til FolkeFerie.dk. Føroyska flogfelagið og væl umtókta, danska ferðaskrivstovan hava gjørt eina fimm ára samstarvsavtalu

Tað er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan teim sunnaru, har fólkatalið stendur í stað í Sandoyarøkinum og minkar nógv í Suðuroy

Í dag var almenna hundaøkið tikið í nýtslu í Miðvági. Hundaøkið er omanfyri FK í Miðvági