40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Summarferðaætlanin við trimum túrum er allar vikudagar frá 1. mai til 31. august

SÍ fekk óvæntaða mótstøðu frá Fleyr B

Árligi “SÍ-dagurin” var í Sørvági sunnudagin, har SÍ hevði boðið til flogbólt og hugna við tombola og øðru

Farna vikuskiftið var 4. grand prix kapping - Mynda Open - í høllini á Giljanesi. Hesa ferð var MBF vertur

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, harmast um, at kunningin ikki hevur verið nøktandi, nú fleiri føroysk ferðafólk eru strandað í Bergen á veg heim úr Berlin, skrivar KVF

- Fyri at geva lundanum frið í bútíðini, verður ikki latið upp fyri ferðafólkum at ganga út í Hólm komandi summar

Ferðafólkatalið á flogvøllinum í Sørvági setti met í fjør. Ferðafólkini vóru 431.079 í 2023, 1,6 prosent fleiri enn í 2019, skrivar KVF

1. januar yvirtók Sandavágs Timburhandil virksemið hjá Uno og Skousen í Havn, og sostatt verða køkar og hvítvørur eisini við í vaksandi úrvalinum hjá Sandavágs Timburhandli

Venjingar byrja aftur 4. januar í nýggjum hølum í Bygdarhúsinum í Miðvági

Guðstænastan nýggjársaftan við Marjun í Kálvalíð. Holgar Jacobsen syngur

- Saranja kendi seg beinanvegin væl umborð, hóast fyrstu vikurnar vóru ikki fríar fyri sjóverk, og hon varð væl móttikin av sínum starvsfeløgum

Tað vóru færri bilar enn tað plaga at vera í Rekkjukoyringini í gjárkvøldið í Vágum. Einir 130 bilar luttóku

- Ein A320 simulator er eitt stórt framstig fyri føroyska flogvinnu, og stuðlar hetta uppundir tann flogskúlan, sum Atlantic Airways longu hevur sett á stovn

Fríggjakvøldið 22. desember kl. 18:00 siglir jólaskipið Heimdal inn á Sandavág og síðan Miðvág, og við eru serligir gestir - nevniliga jólamenninir

Jólaferðslan er longu byrjað, men serliga í næstu viku verða nógv flogfør, sigur Regin Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, við Útvarpið

Dráttur vann styrkiroyndina ímóti einum av høvuðsavbjóðarunum til FM-finalurnar, SÍ, men tað var so tepurt, sum tað kundi vera: 16-14 í fimta setti

Framúr undirhald var í Sørvági, tá SÍ vann 3-2 á Fleyr, og brádliga eru sørvingar farnir at trúgva upp á finalupláss

Fleiri enn 400.000 ferðafólk eru komin og farin um flogvøllin, skrivar KVF

- Eftir tryggan 3-0 sigur á Fleyr í gjár er SÍ aftur nr. 1 í Føroya Tele-deildini hjá monnum, men oddasessurin er kanska bara til láns til mikudagin

Komandi heyst fer aftur at bera til hjá føroyingum at ferðast beinleiðis til “the city that never sleeps”, New York

Stýrið fyri Vesturvón hevur samtykt at dagføra og hækka gjøldini fyri tilboð og tænastur hjá Vesturvón. Nýggju gjøldini koma í gildi frá 1. januar 2024

- Hevði hann ringt, so kundi eg havt sagt viðkomandi, at tað var ikki ráðiligt at fara, tí tað var gellifrost, allarhelst hevði eg noktað honum at farið, skrivar Gutti Guttesen á Facebook

Ein maður bað um hjálp úti í Klivum í Sørvági og bjargaði manning frá Sørvágs Sløkkiliði manninum. Bjargingartyrlan hjálpti eisini til

- Vit orðaðu eina visjón um at Vága kommuna skal vera framfýsin og fevnandi. At vit eru ein kommuna har øll vilja búgva, ein kommuna sum er virkin og skapandi

SÍ hevur ment seg nógv síðan kappingarbyrjan, og í dag fekk oddaliðið Dráttur mótstøðu, hóast settúrslitini kanska siga eina aðra søgu um tey bæði fyrstu settini

Skattaprosentið lækkar við 0,25% í 2024 verður 21.50%, og barnafrádrátturin verður verandi kr. 6.500,-

Fríkirkjan Vegurin fekk umbøn um hjálp frá 9 fyri tveimum árum síðani. Í fjør bóðu 16 um hjálp

Farið verður nú undir at flyta, og mánadagin 27. november verður latið upp á nýggju adressuni, sum er á Hillingatanga 2, 360 Sandavágur

Eykatúrurin verður leygardag í tíðarskeiðinum 29. juni til 10. august, og flýgur SAS sostatt sjey túrar um vikuna

Hóskvøldið, 23. novembur kl. 19 skipar Bókasavnið í Sørvági fyri almennum fyrilestri í Marghøllini. Tá fer Erhard Jacobsen at hava fyrilestur við heitinum Talur Putins

Eitt flogfar hjá Royal Air Force hevur sett seg á flogvøllinum í Sørvági. Høgni Hoydal, uttanríkismálaráðharri sigur fyri VP, at flogfarið hevur fingið diplomatiskt loyvi at lenda

Helst stavar granatin frá Seinna Heimsbardaga

Í morgin, týsdagin 14. november eru 100 ár liðin síðani ringa útróðrardagin 14. november 1923, tá fýra mans úr Miðvági sjólótust á Tanganum

Týsdagin 14. november verður 100 ára minningarløta, síðani ringa útróðrardagin 14. november 1923, tá fýra ungir miðvingar sjólótust

Við 3-0 sigri á Fleyr í Sørvági í gjárkvøldið streyk SÍ heilt upp á tindin í Føroya Tele-deildini, har tað tó er trongt, tí har standa eisini ÍF og Mjølnir, øll trý við sjey stigum

Fyrst í komandi ári letur Hotel Vágar upp í nýggjum hami. Her eru fleiri myndir av, hvussu "nýggja" hotellið kemur at síggja út

- At hjálpa fólkum, tá tey eru í neyð, er ein góð kensla, sigur Neinbjørn Nattestad, sum í 33 ár hevur arbeitt sum ambulansuviðgeri í sjúkraflutningstænastuni

Týsdagin var Dennis Holm, landsstýrismaður, á vitjan hjá Vága Útróðrarfelag, sum bjóðaði til fundar í hugnaligu hølunum á Fiskastykkinum úti á Bakka í Sandavági

Aftur í ár verður skipað fyri samanskotsgildið í samband við fjølmentanarvikuna. Áður er lýst við at tiltakið fór at vera í Listastovuni, men vegna umvælingar har, so er tiltakið flutt oman í bygdarhúsið

Dagføring av broytingaruppskoti í byggisamtyktini hjá Sørvágs kommunu

Í mai í ár lýsti Vága kommuna eitt øki á 3.300 fermetrar til sølu til íbúðabygging, men einki boð kom inn, sambært borgarstjóranum

Sunnudagin 15. oktober kl. 15.00, verður hátíðarhald á Giljanesi tá 2.byggistig av Skúlanum á Giljanesi veðrur handaður lærarum og næmingum at taka í nýtslu

Birgir Enni, Uni Gullfos og aðrir góðir menn borðreiða við nógvum góðum føroyskum mati, og kvøldið endar við einari sigar einum dropa í loungini

Vágatunnilin var stongdur einar 15 minuttir í kvøld, tí grót var dottið undan loftinum

- Fyrr í vikuni hevði Eldraráðið í Vágum seinna regluliga fund í ár við formannin í stýrinum fyri Vesturvón, Bjarna Prior og stjóran á Vesturvón, Jóngerð Djurhuus

- Mær hevur altíð dámt ógvuliga væl at sigla, sigur Jørgen Niclasen, sum nú loksins hevur fingið neyðugu pappírini at gera tað (Mynd: KVF)

Fjepparafelagið “Vestursíðan” er nýggja fjepparafelagið hjá 07 Vestur. Kring leikvøllir í ár hava tey verið sera sjónlig og hava sett sín heilt serliga dám á dystirnar hjá 07 Vestur

Her er leikskráin til dystin ímillum 07 Vestur og AB sum verður í dag kl 17

Konsertin verður mikukvøldið 27.9. Kl 20

- Sum nakað nýtt fara vit at bjóða til morgunmat, fyrstu ferð mikumorgunin, 27. september kl. 10 í Bygdarhúsinum í Miðvági