Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað var bara SAS-flogfarið sum kom úr Keypmannahavn í dag. Flogfarið setti seg klokkan 12.12 í Sørvági, vísur yvirlitið um komur á heimasíðuni hjá Vága Floghavn

Integratiónssamskiparin og starvsfólk á Útlendingastovuni vitja Sørvágs bygdaráð og onnur, hósdagin hin 12. oktober 2017

Íslendingar av Norðlandinum koma hendan vegin at syngja. Blandaða kórið Sálubót fer at syngja í tveimum kirkjum komandi vikuskifti 14. og 15. oktober

Tað hevur verið eitt sindur toført at sæð rundkoyringina á Giljavegi í Sandavági, men nú er miðjan málað við reyðum liti so rundkoyringin sæst betri

Á árligu Vest Norden Travel Mart messuni, sum verður fyriskipað av NATA, var tað hesaferð Vága Floghavn, sum vann heiðurin fyri Føroyar.

Atlantic Airways varð kosið triðbesta evropeiska flogfelag á Danish Travel Awards fyrr í vikuni

Flogfarið, sum kom beinleiðis úr Riga, fer avstað aftur seinni í dag, og kemur síðan aftur í morgin, 7. oktobur. Flogfarið er av slagnum Boeing 737-500

Eyðfinn Jacobsen úr Sandavági hevur framsýningina í oktober mánaða á Listavegginum hjá Betri í Miðvági

Nýggja Airbus 320-neo flogfarið hjá SAS, sum hevur somu útgerð sum flogførini hjá Atlantsflogi, hevur sett seg í øllum góðum. Hetta var fyrsti túrurin hjá SAS við hesum flogfarinum sum ætlanin er at brúka í framtíðini á Føroya-rutuni

Ætlanin er at gera eitt savn í Miðvági, sum tó umfatar alla oynna, har ein partur av savninum verður Grønlandsútróðurin. Nú eru tríggir av teimum eyðkendu bátunum komnir til savnið og standa á bryggjuni í Miðvági

- Vøksturin í ferðafólkatalinum helt fram í septembur, tá 28,867 ferðafólk komu og fóru umvegis Vága Floghavn

Í dag rennur ein Dvørggrælingur runt millum Tjaldursgrælingarnar á sandinum í Sørvági

Fert tú inn á stóru leitimaskinuna Momondo.dk og skrivar Færøerne, so kemur hetta fram sum myndin vísur. Sagt verður at flogvøllurin liggur í Vatnsoyrum

Ì dag leygardagin 30. september fyllir Jóhannes Hansen, vanliga nevndur Hanni, ættaður úr Kirkjanstovu í Miðvági, 80 ár

Meistardeildin hjá monnum tekur móti ÍF í Sørvági í dag kl. 15 og sunnudagin kl. 13 leikar meistaradeildin hjá kvinnum á Giljanesi móti Drátti

- Har sum ferðafólkini røkku upp í vindeyguni, hyggja tey inn ígjøgnum og tað er komið fyri, at tey hava sett eitt upptøkutól inn móti rútinum

Fimm ára sáttmálin við verandi veitara er gingin út

Í vikuni tendraði Vodafone tvær nýggjar 4G støðir í Vágum – eina í Sandavági og eina í Sørvági. Útbyggingin er partur av ætlanini hjá Vodafone at bjóða enn betur og skjótari farnet í oynni

SEV setti síðst í august tvær nýggjar løðistøðir á flogvøllinum, so nú ber til at løða fýra elbilar samtíðis á Flogvøllinum

Men tapið fyri suðringum kostar ikki Víkingi stórvegis í FM-stríðnum, tí B36 og KÍ tóku ikki av møguleikanum í dag. Her eru úrslitini í 24. umfari

Frá mánadegnum 25. september 2017 verða broytingar í ferðaætlanunum á leiðunum 100 og 300. Høvuðsbroytingin er tann, at nú koyrur bussurin frá missiónshúsinum í Sørvági túrarnir kl. 07:50 og kl. 09:00, allar hinar túrarnar verður koyrt út á Bakka í Sørvági

Her er ein upptøka við dronu, tá ið nakrir fóru upp á Øldina, sum er 81 metrar høg

HiddenFjord skipaði í dag fyri fundi um nýtslu av rognkelsum. Tiltakið er afturvendandi og er fyriskipað sum eitt samstarv millum øll alifeløgini og Fiskaaling

Hin 28. september í ár eru liðin 65 ár síðan Miðvágs kirkja varð vígd, og nú sunnudagin, 24.9 kl. 11.00, verður føðingardagsguðstænasta í kirkjuni har báðir prestarnir í Vága prestagjaldi luttaka

Friðaða økið skal fevna um alt frá Fjallavatni til Barðið, sigur Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, sum hevur heitt á friðingarnevndina fyri Vága sýslu um at friða økið vesturi á Víkum

Í sambandi við tiltakið Vísindavøka á ferð, heldur Hans Andrias Sølvará frá søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, fyrilestur við heitinum: Føroyska lagnustundin í Kiel í 1814 í Marghøllini í Sørvágs skúla, mikukvøldið 20. september, kl. 19.30

- Tað er 55 krónur bíligari at flúgva úr Sørvági til Mykinesar enn at taka ein taxa úr Miðvági til flogvøllin, so tað er einki at siga til, at tyrlan er fult bóka av ferðafólki alt summarið og heystið við

– Tað er gleðiligt at síggja, at fólk eru vorðin raskari at skilja og hugsa meir “endurnýtslu”, sigur Tina Kajsdóttir, sum passar Umhvørvisplássið í Vága kommunu

Innbrot hevur verið í timburhandilin hjá Handilsvirkinum Niclasen í Sørvági, men hóast roynt var at fáa gamla pengaskápið upp, so eydnaðist tað ikki. Helst er bert talan um stuldur av vøru

Atlantic Airways tillagar støðugt tænasturnar, og felagið hevur nú m.a. ment eina nýggja app, sum ein lið í at hækka tænastustigið, har tú kanst keypa og broyta ferðaseðlar, innskriva teg til ferðina og mangt annað

ENTER Føroyar byrjaði undir undanfarnu samgongu, og tað er einki sum bendur á, at ferðin í fólkavøkstrinum er við at hæsa av

Bjarni á Steig, yvirlækni, heldur fyrilestur um kannabis sum heiluvág í Marghøllini í Sørvágs skúla, mikudagin 13. september kl. 19.30

Í dag eru 16 ár liðin síðani terrorálopið í New York fór fram 11. september 2001. Hendingin hevur elvt til fremmandahatur um allan heim, og í praksis hava flogvallir um allan heim merkt ávirkanina - eisini Vága Floghavn her í Føroyum

Barnagarðurin Alvalon í Sørvági hevur nú fingið eitt motorikk-rúm burturav og eisini vegleiðara við útbúgving á økinum

Danska meistaraliðið í flogbólti Marienlyst í Odense hevur í dag gjørt avtalu við 21 ára gamla Kasper Lorenzen úr SÍ. Ungi sørvingurin er farin til Danmarkar í lestrarørindum og hevur sæð fram ímóti at eisini royna seg á hægri støði í flogbólti

Í vikuskiftinum 8. – 10. sept. verður møtirøð í missiónshúsinum Libanon í Sørvági. Heitið á møtirøðini er “Guds nærvera - sum í Himli so á jørð”

Í hálvfemsunum og fyrst í hesi øldini var skipað fyri veitslum á hvørjum heysti. Miðvingar úti og heima var eitt sera vælumtókt tiltak, sum fekk nógv fólk at savnast, ja, miðvingar komu úr øðrum londum til veitslurnar

Í september sýnir Pól Skarðenni fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági. Temaði á teimum málningunum ið hanga uppi á listavegginum er lívið

Stevna í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági. Sí skrá

Fleiri skeivleikar eru á bústaðarmarknaðinum, tí tóm hús á bygd koma ikki á sethúsamarknaðin

Tað er stórur áarvøkstur av nógva regninum, og her eru nakrar myndir úr Vágum

Fýra mánaðir og fýra milliónir krónur aftaná, er skipið “Narluneq” frá Narsaq klárt til fiskiskap.

Áhaldandi vøksturin í ferðafólkatalinum helt fram í august, tá 41.162 ferðafólk komu og fóru umvegis Vága Floghavn. Talan var um ein vøkstur á 21,3% í mun til august 2016

FSF Varpið: Metmaðurin á landsliðnum, Fróði Benjaminsen er við aftur, og hann er til reiðar at fara á vøllin í leiklutinum sum favorittar

Einir 700 luttakarar, sum er føroyskt met, runnu í dag í Vágum í vakrasta og størsta hálv-maraton

Landsliðvenjarin letur so væl at umstøðunum í Sørvági, at tað kann væl hugsast, at landsliðið aftur fer at halda til uttanfyri høvuðsstaðin í samband við heimadystir

Sørvágur er í løtuni karmur um fyrireikingarnar hjá landsliðnum undan dystinum móti Andorra, sum sambært venjaranum, Lars Olsen, als ikki verður nøkur løtt uppgáva

Seðlarnir koma út nú um eina løtu, eftir eitt lítið grindadráp sum var í Bø í morgun

- Tað kom dátt við hjá nógvum at hoyra at alifyritøkan Luna hevur fingið loyvi at ala vestantil á Vágoynni út fyri Víkum

Mikudagin fingu 22 starvsfólk prógv sum demenssamskipari. Tað eru Kommunusamstarvið og Heimatænastuni í Vágum, ið hava tikið stig til útbúgvingina