Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fylgjandi broytingar eru í flogferðsluni hjá Atlantic Airways, týsdagin 31. mai, mikudagin 01. juni og sunnudagin 05. juni

Fríggjakvøldi 10. juni á Country -& Blues Festivalinum verður Petur Rouch gesta-DJ

Eingin ferðsla er gjøgnum Vágatunnilin í løtuni, tí ov nógvur roykur er í tunlinum. Men hvørja løtu verður klárt at koyra aftur, sigur løgreglan

- Hetta prógvar at virksemið í landinum er í meira lagi í byggivinnuni, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen

Teir eru kendir fyri at fáa áhoyrarnar við, tá teir spæla sínar mongu slagarar, so sum ‘Eg vil út’, ‘Besti vinur mín’, ‘Ung og føgur’ og ‘Ytsti Arni’. Eisini fara teir at spæla onkur løg frá Sørvings og nakað av nýggjum verður eisini hesaferð

Fyri løtu síðani var tyrlan á Fjallavatni eftir einum manni sum var komin til skaða. Maðurin hevði koyrt við ATV-ara

Í dag skipaði Vága kommuna fyri ruddingardegi

Myndin er av Søren, eftir at hann hevur lagt 07 Vestur á odda 2-1 í dystinum móti KÍ í dag

Almenn móttøka verður í Heilsumiðstøðini í Miðvági 31. mai kl. 13.00-16.00 í samband við, at Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum nú veitir økispsykiatriska tænastu og virksemi í oynni

Fylgjandi broytingar eru í flogferðsluni hjá Atlantic Airways fríggjadagin 27. mai, sunnudagin 29. mai, mánadagin 30. mai og týsdagin 31. mai

Í Skúlanum á Giljanesi í Vágum hava tey sum fleiri aðrastaðni roynt lektiukafé í eina tíð. Hon vísir seg at rigga, men skúlastjórin, Annbritt Toftegaard, hevði viljað, at fleiri næmingar í skúlanum royndu henda mátan at fáa lektiurnar frá hondini

Sørvingar eru so smátt farnir undir at byggja upp tann sera snotuliga Country-býin í sambandi við Countryfestivalin, sum verður 10. og 11. juni í Sørvági

Fyrr í kvøld var ein stór brugda á Miðvági. Sí video her

Fylgjandi broytingar eru í flogferðsluni hjá Atlantic Airways mikudagin 25.mai og fríggjadagin 27.mai

Enn einaferð var tað seigi vágamaðurin Jens R. Weihe, sum stóð fyri sterkasta føroyska úrslitinum. Næsta ár kemur hann at renna í bólkinum +70 ár, og verður tá stórfavorittur

Atlantic hevur fingið longt loyvið at flúgva frá Airbus, so flogfarið, sum skuldi til eftirlit, sleppur at flúgva 50 túrar afturat

Hetta er flogfarið sum Atlantic hevur leigað og sum fór til Barcelona klokkan 8.30 í morgun

Leygardagin, tann 21. mai 2016, hevði Zarepta móttøku, nú nýggi stásiligi bygningurin er liðugur. Rósa Samuelsen, borgarstjóri, var til móttøkuna. Hon handaði Zarepta eina klokku úr føroyskum gróti

Av tekniskum trupulleikum, eru fylgjandi seinkingar og avlýsingar í morgin 23. mai

Av tekniskum trupulleikum eru fylgjandi seinkingar í flogferðsluni í dag 22. mei

Alifyritøkan Luna er júst liðug at gera streym og aldumátingar á Víkum

Eystari landsrættur skal nú taka støðu til, um lendið, sum varð ognartikið til flogvøllin, skal roknast í gyllin ella í fermetrum

Trøllkonufingur er stórbærur. Mikudagin var Petur Martin Solmunde við dronuni og tók hesar myndirnar

Eitt læknapar í Brasilia er í Føroyum og ferðast í hesum døgum. Rafael hevði eina heilt serliga ætlan, tá hann beyð unnustuni til Føroya at ferðast

Vælumtókta matarstovan Angus Steakhouse í Tórshavn fer vestur til Sørvágs á Country -& Blues festivalinum 10. - 11. juni

Í sambandi við at nýggja húsið verður tikið í brúk, verður bjóðað til móttøku leygardagin 21. mai, kl. 14-17

Í gjárkvøldið hevði Vága tónleikarafelag aðalfund. Fundurin varð hildin á Loftagrund í Sandavági, har hølið hjá Vága tónleikarafelag er

Country -& Blues Festivalurin verður 5 ár, og tað skal hátíðarhaldast við góðum tónleiki úr Føroyum, Íslandi, Svøríki og USA

- Málið var at klára allar 41 fjallatopparnar í Vágum á einum túri, og tað eydnaðist. Túrurin tók 30 tímar, 102 km og 7.200 hæddarmetrar, sigur Pól Sundskarð

Í gjáramorgunin vóru Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu, saman við Alberti Thomassen, fíggjarleiðara, á vitjan á Norðlýsinum. Tey høvdu fund við fyrireikararnar av verkætlanini viðvíkjandi Kópakonuni

Í dag hevur verið Djóra- og Grilldagur í barnagarðinum Alvalon í Sørvági. Her eru fleiri myndir

Miðvingar hava verið í Miðvágsurð og slept heystlombum. Veðrið var av tí besta, so tað gekk gott at koma í land

Av teimum 35 akførunum, sum vórðu steðgað, var í 9 førum staðfest brot á ferðslulógina

Árið í fjør royndist væl hjá Vága Floghavn, sum nærum trýfaldaði avlopið áðrenn skatt. Úrslitið fór frá 1,7 mió. krónum í 2014 upp í 4,6 mió. krónur í 2015

Frítíðarskúlin Smílikullan í Miðvági, hevur seinastu dagarnar havt eitt tema tey kallað “Vit leita eftir várinum”, sum náttúru & evnings verkstaðurin hevur staðið fyri

Høvuðsvegurin gjøgnum Miðvág hevur verið sera vánaligur at koyra eftir, men í morgun eru maskinurnar farnar undir at fresa gamla asfaltið omanav vegnum

Orsøkin til, at Atlantsflog hevur leigað eitt flogfar frá Jet Time, er tann, at ein Airbussur hjá Atlantsflogi er til 12 ára eftirlit. Airbussurin verður aftur í flúgving tann 21. mai, sigur stjórin Jóhanna á Bergi

Í gjár og í dag hevur eitt flogfar hjá danska flogfelagnum, Jet Time, flogið fyri Atlantic Airways. Flogfarið er av slagnum Boeing 737-300 og tekur 148 ferðafólk

Sum hesar myndirnar vísa hevur omanlop verið millum Trøllkonufingur og Klovning í Vágum

Henda mánaðin hevur listakvinnan, Jóna Birgit Nattestad, framsýning á Listarvegginum hjá Eik Banka í Miðvági

Mánadagin 9. mai verður áhugaverdur fyrilestur í kirkjukjallaranum í Miðvági um sorg við prestinum Lise Trap

Miðvingurin Sverri Nielsen hevur júst róð, men hann kom á mál sum nummar seks

Í dag var brúðarvíglsa í Miðvágs kirkju, og jólamenn úr Norðurgrønlandi vóru komnir at skjóta fyri brúðarparinum

Tyrludeildin hjá Atlantsflog hevur hesa vikuna havt vitjan av einum útlendskum instruktøri, sum undirvísur bjargarunum og flogskiparunum hjá bjargingartyrluni í tí nýggjasta sum er komið fram innan bjarging av fólki

Í gamla býlinginum á Sondum í Sandavági verður farið húsagongd, har menn og kvinnur ganga hús úr húsi og húsfólkið bjóðar vælkomin innar í stovu at lurta eftir tónleiki, við onkrúm góðum afturvið

Her er yvirlit yvir seinkingarnar í flogferðsluni í dag. Talan er um tekniskar trupulleikar

Í sambandi við at tað eru 40 ár síðani Suni Joensen, tannlækni í Sandavági, byrjaði sítt virksemi í Sandavági, hevur Rósa Samuelsen, borgarstjóri, verið og heilsa uppá

- Eg veit ikki, hvussu standurin er hjá næsta mínum, tá tað kemur til at hita húsini upp við olju, men her hjá okkum hevur ein ella fleiri persónar verið inni í kjallaranum og næstan tømt oljitangan hjá okkum

Í síðstu viku var helvtin av sjálvari høllini stoypt, og í morgin verður hin helvtin helst stoypt

Higartil í ár hava 73.900 ferðandi flogið við Atlantic Airways, ið eru 9 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Av tí at páskirnar lógu tíðliga í ár, vóru 2 prosent færri við rutuflogførum okkara í apríl