Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað var ein fegin Manchester United fjeppi eftir dystin í kvøld, tóat Føroyar taptu móti Skotlandi. Pápin skrivar á sínum Facebook-vanga at sonurin "fekk gleðitár" tá ið hann fekk troyggjuna hjá Scott McTominay

Vága Pensjónistafelag fer aftur hendan veturin at skipa fyri tiltøkum fyri limunum. Eitt limatiltak verður 26. oktober á skúlanum á Giljanesi við fyrilestri um Rasmus á Háskúlanum

Í dag er júst eitt ár síðani, at Hiddenfjord gavst við øllum loftvegis flutningi av laksi út á altjóða marknaðin. Úrslitið er, at CO2-útlatíð fyri langvegis flutning er minkað við heili 94%, sum svarar til umleið 40.000 tons av CO2 eindum

Saman við ATKI, er Vága kommuna farin undir eina royndarverkætlan at skráseta ferðslumynstrið í Miðvági

Skiparin fylgdi ikki ásetingunum í kunngerðini um vaktarhald og brúkti ikki tøku útgerðina á brúnni, heldur Sjóvinnustýrið, skrivar KVF

4. oktober víðkaði bygdaleiðir um sambandið í Vágum soleiðis, at almenna bussleiðin eisini røkkur til Gásadals

Nýtt økiskort fyri Vágar og Mykines er útgivið soleiðis, at ferðafólk lættari fáa kunning og vegleiðing

Í dag týsdagin 5. oktober kl 1700 fer Musikkskúlin í Vágum at hava útikonsert

- Mann skal ansa sær hvussu mann umtalar Víking, so mann ikki traðkar nakran gøtu(for)mann á tærnar...

Arbeiðið sum verður gjørt í Vága kommunu í ár, er viðlíkahald av bygdargøtuni millum Vatnsoyrar og Miðvág

Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sigur, at enn er ikki gjørt av, um hetta skal latast fútanum, tí talan er um brot á manningarlógina, skrivar KVF

Eina orøkin var fjarstøðumetingin hjá skiparanum. Hann helt, at fjarstøðan til vitan á Flesjunum var størri enn hon veruliga var, skrivar KVF

Frá mánadegnum 4. oktober fer Bygdaleiðir at økja um koyringina í Vágum til eisini at fevna um Bø og Gásadal

Byggingin byrjaði á sumri í 2020 og nú í september 2021, er klárt at flyta inn í bygningin á Hálsi 2, á ídnaðarøkinum við flogvøllin

Kunnu ikki dømast fyri at hava framt harðliga, sivila handtøku tíðliga í ár

- Stundin má vera komin til, at fótbólturin í Vágum verður lagdur saman í eitt felag. Ein náttúrlig fylgja av tíð er eisini ein navnabroyt­ing, tí felagið má hava eitt navn, sum Vágar eru partur av

Barnaverndartænastan í Vágum hevur fingið nýggjan leiðara í fast starv. Eftir longri tíð við fyribils settum leiðara, er Karin Joensen úr Miðvági sett sum leiðari fyri BVT í Vágum

178 fólk vórðu koppsett í Vágum í gjár, tá eitt koppsetingarlið hjá Sjúkrahúsverkinum vitjaði á Skúlanum á Giljanesi

- Avgjørt er, at seta Dortheu Højgaard Dam, virkandi leiðara á Smílikulluni og Ungdómshúsinum í tíðaravmarkað verkætlanarstarv, at fremja verkætlanina og skipa arbeiðið

Í kvøld, týskvøldið 07.09 kl. 19.30, verður Bíbliumaraton í Vága prestagjaldi

Mikudagin 8. september letur Telebúðin á flogvøllinum upp aftur. Í hesum sambandi verða góð tilboð, kapping og gott til góman á skránni

Hanus í Horni Nielsen vann Føroya vakrasta hálvmaraton

Tey fingu um 560 súlur í Mykinesi í nátt

Í samband við at Føroya vakrasta hálvmaraton úr Gásadali til Sandavágs verður leygardagin 4. spetember, hevur Landsverk avgjørt at stongja Gásadalstunnilin og Vatnavegin

Í samband við at Føroya Vakrasta Hálvmarathon, verður útikonsert við Magna Christiansen, á trappuni hjá Betri Banka í Miðvági, leygardagin 4. september klokkan 13

Norska flogfelagið Widerøe er í dag farið undir flúgvingina, sum boðað varð frá fyrr í summar. Flogið verður millum Bergen og Føroyar tvær ferðir um vikuna, mánadagar og fríggjadagar

Í gjár var landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, í Sørvági til árliga ítróttardagin, sum Almannaverkið skipaði fyri

Mikukvøldið 8. sept kl. 19.00 skipar viðgerðarstovnurin Frælsi, í samstarvi við SSP Vágar, Sørvágs og Vága kommunu fyri kunnandi fyrilestri, har tað m.a. verður umrøtt, hvussu vit kunnu fyribyrgja rúsevninsmisnýtslu

Mikudagin 1. septembur letur kanningarstøðin hjá Thetis í Vága Floghavn aftur

Flogfarið við ísraelska landsliðnum hevur nú sett seg á flogvøllinum í øllum góðum

Tiltakið byrjaði klokkan 10 í morgun við morgunmati sum Vága kommuna bjóðaði og síðani var tónleikur, kajak rógving, dypping, togtogan millum býlingar og mangt annað

Fyrr blivu teir ungu spælararnir sleptir upp á fjall tá teir fyltu 17, um teir ikki vóru nóg góðir

Leygardagin 28. august verður landsfundurin hjá Javnaðarflokkinum hildin í Marghøllini í Sørvágs skúla

Í samráð við Landsverk, sum hevur ábyrgd av rundkoyringini og landsvegnum gjøgnum kommununa, hevur Vága kommuna avgjørt sjálv at fara ígongd við at gera ábøtur á rundkoyringina

Nógv ross og nógvar spennandi kappingar, vóru í væleyðnaðu FM kappingini hjá Vága Ríðingarfelag

Nú er partur av útgerðini til teir lokaðu aliringarnar hjá Hiddenfjord komin á bryggjuna á Skála

Kommunulæknarnir í Vágum Djóni S Joensen og Marjus Dam heita á fólk um at lata seg koppseta ímóti koronu, bæði fyri at verja seg sjálvan og onnur ímóti herviligu sjúkuni

Mikudagin 11. august verður Skúlin á Giljanesi karmur um koppsetingarstað

Leitað hevur verið bæði innanlands og uttanlands eftir rætta venjaranum til starvið og er valið falli á bretan Matthew Potter

Hiddenfjord gekk á odda at stytta framleiðslutíðina í sjónum frá 18 mánaðum niður í 10 mánaðir, við at gera stór smolt á umleið 650 gramm í kørum á landi

Sunnudagin 8. august kl 16 verður konsert í Miðvágs kirkju. Filip Zachariassen ( gittar), Helena Lamhauge ( slagverk) og Birita Dam ( viola) spæla

- Hann hevur vunnið EM-gull og EM-silvur, men um Sverri Nielsen klokkan 01.45 í nátt føroyska tíð fær OL-heiðursmerki, so verður hann ódeyðiligur í Føroyum, sigur føroyskur journalistur

Miðvágs róðrarfelag og Vága kommuna skipa fyri, at OL finalan hjá Sverra Sandberg Nielsen verður víst á stórskíggja í heimbygdini Miðvági í kvøld

- Fram móti fullari flóð á miðnátt var hálað við uml. 330 tons pelatrekki. Hildið var á til kl. 02.30 Ólavsøkumorgun. Tíverri bar royndin heldur ikki á mál, sigur Atli Gregersen, stjóri

Flogbóltsfelagið Dráttur hevur gjørt avtalu við Ragnar í Haraldstovu og Anniku á Stongum um at venja Meistaradeildina hjá Drátti komandi kappingarár

Hetta er tíggjunda talgilda leikskráin

- Vit hava nú gjørt tað, ið okkara serfrøðingar hava rátt okkum til. Hetta hevur tíverri ikki verið nokk, sigur Atli Gregersen, stjóri

Higartil hevur einki alment tilboð verið til borgararnar í Vágum at koppsetast móti koronu í Vágum. Tað vilja Vága- og Sørvágs kommuna nú gera makað við

Alt spældi tó væl av

- Pisan fær ov lítið at eta, heldur mykinesmaður