Har nevin er rættur er størsti nevin hægstirættur
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Pannulyktin hevði eitt litium-ion battarí, eitt sonevnt pirat-battarí, og hesi battaríini tola ikki kulda

Tað er ikki kannað til fulnar enn, men sannlíkt er, at battaríini, sum ikki eru góðkend um okkara leiðir, elvdu til eldin

Hvørt ár verða jólatrøini tendrað eini fýra vikur undan jólum og hetta verður hátíðarhildið við røðu, sangi, jólamonnum og hugna leygardagin 27. novembur

Í samband við fíggjarlógar arbeiðið, er normeringin á stovnsøkinum endurskoðað í Vága kommmunu

- Sum eitt tað fyrsta nýggja býráðið gjørdi var at seta ein arbeiðsbólk at koma við tilmælum um, hvussu barna- og ungdómsøkið best kundi skipast

Skattaprosent og barnafrádráttur eru óbroytt

Fríkirkjan Vegurin vil veita hjálp til tey sum ikki hava nóg mikið um jólini

Meira enn triði hvør sum kannar seg í Vágum kemur úr øðrum pørtum av landinum, og tað gongur ikki, tí potistøðin í Vágum er fyri vágafólk

Ringa veðrið gjørdi, at kanningarstøðin varð flutt úr brandstøðini og yvir ímillum Trolhúsið og bygningin hjá Sandavágs timburhandli

Tey kanna aftur í morgin

Maðurin fekk sjey ára fongsulsrevsing fyri at skjóta eftir politinum

Nú fara kommunurnar í Vágum eisini at skipa fyri koronakanningum

Stórur eftirspurningur fær nú Thetis at lata upp kanningarstovu í Vágum

Umleið 500 fólk tóku av møguleikanum at lata seg kanna í Miðvági í morgun

Í sambandi við at tað eru liðin 150 ár síðan miðvingarnir Olivar á Ryggi og Rasmus Rasmussen vórðu bornir í heim, verður minnisløta í Miðvágs kirkju sunnudagin 14.11 kl. 15.00

Ikki øll øki kring landið hava eins góðar fyritreytir fyri at skipa hesa undirvísing, og er tí ynski frá mentamálaráðnum og Sørvágs- og Vága kommunum, at Tórshavnar kvøldskúli kann skipa fyri skeiðum í Vágum hetta komandi skúlaárið

Nú støðan við koronu er so nógv versnað, hevur nevndin í Vága Pensjónistafelag valt at binda um heilan fingur og útseta limatiltakið hjá felagnum, sum skuldi vera í skúlanum á Giljanesi týskvøldið, 26. oktober

- Er ætlanin at teljast ímillum tey bestu, eru heilt nógv tøk eftir at taka. Tað sigur venjarin hjá 07 Vesturi millum annað í leikskránni, sum nú er tøk á netinum

Í dag er 100 ára hátíðarhald í yngstu niðursetubygdini í Føroyum

- Hetta er verri enn vit hildu, siga fólk í oynni

Vága- og Norðoyatunnilin hava verið skuldarfríir í mong ár, men tað kostar framvegis at brúka tunlarnar. Stendur tað til borgarstjóran á Tvøroyri, so skal bummgjaldið í Vága- og Norðoyatunlinum hækka við 600 prosentum

Leygardagin 23. oktober kl. 14.00 verður hátíðarhald í bygdini í sambandi við 100 ára dagin

- Helst hevur nógva regnið gjørt sítt. Nógvur lundi eigur har um sumrarnar

Frá 1. november er einki krav um munnbind umborð á flogførum hjá Atlantsflogi. Tað váttar Jóhanna á Bergi, stjóri, fyri Útvarpinum

Nú verður farið undir at ala í lukkaðum alieindum í Føroyum

Á uppboðssøluni hjá 07 Vestur í gjárkvøldið fór ein veðrur fyri 106.000 krónur og var tað Herning Lauritsen sum átti seinasta boð millum teir átta sum bjóðaðu. Talan var um eina meksikanska uppboðssølu, verður sagt

Nú leygardagin 16. oktober klokkan 20, hevur 07 Vestur uppboðsølu av seyði á Dungasandi

Tað var ein fegin Manchester United fjeppi eftir dystin í kvøld, tóat Føroyar taptu móti Skotlandi. Pápin skrivar á sínum Facebook-vanga at sonurin "fekk gleðitár" tá ið hann fekk troyggjuna hjá Scott McTominay

Vága Pensjónistafelag fer aftur hendan veturin at skipa fyri tiltøkum fyri limunum. Eitt limatiltak verður 26. oktober á skúlanum á Giljanesi við fyrilestri um Rasmus á Háskúlanum

Í dag er júst eitt ár síðani, at Hiddenfjord gavst við øllum loftvegis flutningi av laksi út á altjóða marknaðin. Úrslitið er, at CO2-útlatíð fyri langvegis flutning er minkað við heili 94%, sum svarar til umleið 40.000 tons av CO2 eindum

Saman við ATKI, er Vága kommuna farin undir eina royndarverkætlan at skráseta ferðslumynstrið í Miðvági

Skiparin fylgdi ikki ásetingunum í kunngerðini um vaktarhald og brúkti ikki tøku útgerðina á brúnni, heldur Sjóvinnustýrið, skrivar KVF

4. oktober víðkaði bygdaleiðir um sambandið í Vágum soleiðis, at almenna bussleiðin eisini røkkur til Gásadals

Nýtt økiskort fyri Vágar og Mykines er útgivið soleiðis, at ferðafólk lættari fáa kunning og vegleiðing

Í dag týsdagin 5. oktober kl 1700 fer Musikkskúlin í Vágum at hava útikonsert

- Mann skal ansa sær hvussu mann umtalar Víking, so mann ikki traðkar nakran gøtu(for)mann á tærnar...

Arbeiðið sum verður gjørt í Vága kommunu í ár, er viðlíkahald av bygdargøtuni millum Vatnsoyrar og Miðvág

Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sigur, at enn er ikki gjørt av, um hetta skal latast fútanum, tí talan er um brot á manningarlógina, skrivar KVF

Eina orøkin var fjarstøðumetingin hjá skiparanum. Hann helt, at fjarstøðan til vitan á Flesjunum var størri enn hon veruliga var, skrivar KVF

Frá mánadegnum 4. oktober fer Bygdaleiðir at økja um koyringina í Vágum til eisini at fevna um Bø og Gásadal

Byggingin byrjaði á sumri í 2020 og nú í september 2021, er klárt at flyta inn í bygningin á Hálsi 2, á ídnaðarøkinum við flogvøllin

Kunnu ikki dømast fyri at hava framt harðliga, sivila handtøku tíðliga í ár

- Stundin má vera komin til, at fótbólturin í Vágum verður lagdur saman í eitt felag. Ein náttúrlig fylgja av tíð er eisini ein navnabroyt­ing, tí felagið má hava eitt navn, sum Vágar eru partur av

Barnaverndartænastan í Vágum hevur fingið nýggjan leiðara í fast starv. Eftir longri tíð við fyribils settum leiðara, er Karin Joensen úr Miðvági sett sum leiðari fyri BVT í Vágum

178 fólk vórðu koppsett í Vágum í gjár, tá eitt koppsetingarlið hjá Sjúkrahúsverkinum vitjaði á Skúlanum á Giljanesi

- Avgjørt er, at seta Dortheu Højgaard Dam, virkandi leiðara á Smílikulluni og Ungdómshúsinum í tíðaravmarkað verkætlanarstarv, at fremja verkætlanina og skipa arbeiðið

Í kvøld, týskvøldið 07.09 kl. 19.30, verður Bíbliumaraton í Vága prestagjaldi

Mikudagin 8. september letur Telebúðin á flogvøllinum upp aftur. Í hesum sambandi verða góð tilboð, kapping og gott til góman á skránni

Hanus í Horni Nielsen vann Føroya vakrasta hálvmaraton

Tey fingu um 560 súlur í Mykinesi í nátt