Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Støðan er óbroytt í oddanum eftir dystirnar í dag í næstsíðsta umfari í landskappingini í talvi

SÍ hevur longu vunnið steypakappingina og nú fara sørvingar eftir greipuni, sigur venjarin, Annika á Stongum, við Kringvarpið

Sandavágur verður sunnudagin tann 24. mars 2019 karmur um hátíðarhald

EUR-Express høvuðsstuðul hjá 1. deildarliðnum hjá 07Vestur í 2019

Men tað er stórur munur á ferðamálum. Ímeðan vøksturin á Danmarkarleiðunum er 13% og Íslandsleiðini 16%, so var stór afturgongd á Noregsleiðini. Afturgongdin var heili 45%

Í mars er tað 69-ára gamli Eyðálvur Niclasen, sum sýnir modelskip fram í Betri í Miðvági

Local.fo og Faroe Sheep hava gjørt samstarvsavtalu um at selja væl umtóktu seyðaskinnini úr Bø á nethandlinum hjá Local.fo

SÍ vann heili átta steypafinalur í vikuskiftinum, harímillum kvinnufinaluna leygardagin

Hesi hava vunnið á lutaseðlinum hjá Lions Club Vágar

Enn ein tryggur sigur til SÍ – hesuferð gekk tað út yvir D 19 hjá Fleyr,. SÍ vann 2-0

Enn eitt steypaheitið til Sørvágs. Hesuferð var tað G 19, sum vunnu ein tryggan sigur á KÍF upp á 2-0

Hjá dreingjum 17 var ongantíð ivi um, hvat var sterkara liðið. Fleiri leikarar hjá Fleyr vóru á námsferð, so Fleyr hevði trupult við at vinna seg inn í dystin, sum SÍ vann trygt 2-0

 

SÍ genturnar vunnu ein tryggan sigur á Fleyr gentur 16. SÍ var omaná allan dystin, og sigurin var ongantíð í vanda

Enn eitt steyp til Sørvágs. KÍF genturnar fylgdu væl við í fyrsta setti og løgdu seg á odda stóran part av settinum, men móti endanum á settinum gjørdist feilirnir ov nógvir

Fylg við steypafinalunum í dag í Høllini á Hálsi

SÍ vann finaluna hjá mansunglingum og var sigurin ongantíð í vanda, hóast at ÍF í løtum fylgdi væl við SÍ. Sørvingar vunnu settini 25-18 og 25-19

Steypafinalan hjá kvinnum er júst liðug og endaði 3-2 til SÍ

Í lokalu Vágauppgerðini millum gentur 12 hjá Drátti og SÍ, var tað SÍ sum vann eftir eina spennandi finalu

SÍ hevur spælt seg í 10 steypafinalur í stóra flogbóltsvikuskiftinum í morgin og sunnudagin. Upphiting verður í marghøllini í Sørvágs Skúla kl. 10 í morgin

Tó at Krígssavnið er stongt fyri vitjandi í løtuni, tykist áhugin fyri savninum vera stórur. Tað sást á aðalfundinum, sum var hildin í Marghøllini í Sørvágs Skúla í gjárkvøldið

Hóskvøldið 28. februar kl.19.30 samlast sjómanskvinnuringarnir í Vágum í missiónshúsinum Libanon í Sørvági

Av tekniskum trupulleikum hjá flogfarinum úr Los Angeles, er móttøkan fyri heimsmeistaranum, Saritu Kristinu Hansen, útsett til í annaðkvøld

Í sambandi við, at Sarita Kristina Hansen í Miðvági gjørdist gullvinnari í HM kappingini í inniróðri í Long Beach California, skipar Vága kommuna fyri almennari móttøku

Gorpur úr Sandavági og Jónvør úr Kvívík rendu saman á útróðri vestanfyri í dag

Eitt ferðafólk sum kom við Atlantic Airways fríggjadagin, sigur við VP, at viðkomandi trúði, at seinasta løtan var komin

Í morgun varð arbeiðið at seta upp nýggj ljós í Vágatunlinum latið tunnilsfelagnum. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, var til staðar

Hetta var sjeynda og seinasta landingin í Saint-Pierre hesa sesongina, og landaði vóru tilsamans 1800 tons av frystum toski

SÍ kvinnurnar vunnu hálvfinaluna í Klaksvík í dag við einum 3 - 2 sigri á KÍF

Flogførini úr Bergen klokkan 19:55 og úr Keypmannahavn klokkan 20:15 eru avlýst í kvøld, sæst á heimasíðuni hjá Vága Floghavn

Sandavágs Talvfelag hevur beina kós móti FM-heitinum í talvi. Í dag øktu teir leiðsluna við einum stigi, og eru nú hálvtfjórða stig frammanfyri Havnar Telvingarfelag

- Í 1925 brúktu vit í besta føri ein heilan dag: Tórshavn-Kollafjørð-Kvívík-Vestmanna-Fútaklett-Sandavág-Miðvág-Vatnsoyrar-Sørvág

- Hetta var ein ótespulig sjón vit vaknaðu upp til í Vatnsoyrum mikumorgunin, sigur Anna Dánjalsdóttir, sum hevur sent VP nakrar myndir

Vága kommuna hevur avgjørt at seta Tórhall Johansen í starv, sum tekniskur leiðari hjá kommununi

- Havstovan kann, sum tann einasti stovnur her á landi, koma við øllum lorti. Eitt skeivt tilmæli fyri og annað eftir, og tað fær ongar avleiðingar fyri nakran

Meistardeildin hjá monnum tekur leygardagin, tað vil siga í morgin, ímóti Mjølni kl 16.00. Væntandi ein spennandi og javnur dystur

Ein av føroysku flogskiparunum hjá SAS, vestmenningurin Herálvur Nielsen, kunnaði ferdafólkini á SK1777 í dag um at SAS nú hevur tikið RNP AR 0.1 skipanina í brúk

Tá fer nú at bera til at síggja, hvussu stórur partur av ferðafólkunum eru turistar

- Vit halda at futsal kappingarnar, sum FSF hevur skipað fyri í nøkur ár fer at lyfta tað tekniska støðið í føroyskum fótbólti, siga ungdómsvenjararnir hjá 07 Vestur

Næstan 400.000 ferðafólk komu og fóru í 2018, og var tað ein øking hjá Vága Floghavn á 10,7 prosent í mun til árið fyri. Og vøksturin heldur helst fram í 2019, skrivar danska Check-in.dk

- Vit hava havt gestir úr 35 londum og um vikuskiftið vóru tvey hús útleigað, so tað hevur gingist væl higartil, sigur Tróndur Niclasen sum eigur snotiligu húsini í Bø

Almenn hugnaløta verður í Skúlanum á Giljanesi týskvøldið 29. januar 2019, klokkan 19

Mánakvøldið 28. januar 2019 fer Vágakórið undir nýggja og spennandi sangskrá við nýggjum væluppøgdum kórleiðara nevniliga sanglæraranum Katrin á Borg Johannesen

Talan er um móttøku, virking, innfrysting og goymslu av uppsjóvarfiski og hvítfiski. Harafturat hevur virkið søkt um og fingið løggilding til framleiðslu av ísi

Fríggjakvøldið 25. januar skipar Vága Javnaðarfelag fyri einum hugnaligum tiltaki á Magenta - gamla hotellinum í Miðvági

Árni Krog Dalsgaard, skipari á Katrin Jóhannu segði í DV í kvøld, at teir hava fingið ábendingar um, at menningarkvotan verður ikki bara í fýra ár

Her eru nakrar myndir sum vísa, hvussu umfatandi omanlopið var við Lundansgjógv í Vágum herfyri

- So kemur fyrsta makrellastin á Miðvág - ja, fyrsta last av uppsjóvarfiski í søguni, sum verður landað og virkað í Vágum, skrivar Ingolf S Olsen saman við hesi myndini

Dreingirnir hja 07 Vestur úr teimum stóru bygdunum í Vágum gjørdust í dag Føroyameistarar í futsal hjá U11

Dreingirnir úr øllum størru bygdunum í Vágum hjá 07 Vestur gjørdust í dag Føroyameistarar í futsal hjá U9

Nær lopið er oman er ilt at siga, men helst er tað heilt nýliga at lopið er oman við Lundansgjógv