Tilfeingismálaráðið: Føroyar hava formansskapin í fiskivinnusamstarvinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2026. Í hesum sambandi skipar Tilfeingis- og vinnumálaráðið fyri verkstovu um skipaða nýtslu av sjóøkjum (marine spatial planning) í Norðurlandahúsinum mikudagin 11. mars 2026.
Áhugin at nýta sjóøkir til ymisk endamál er vaksandi – eitt nú til aling, fiskivinnu, grøna orkuframleiðslu og friðing av økjum. Samstundis er plássið avmarkað, og tørvur er á at samskipa ymisk áhugamál og tryggja, at virksemið fer fram á burðardyggan hátt og við hóskandi fyriliti fyri náttúru og umhvørvi.
Í fleiri norðurlondum verður arbeitt miðvíst við at skipa og leggja ætlanir fyri nýtslu av sjóøkinum. Hetta fyri at:
-
gagnnýta økini best møguligt,
-
minka um trýst og møguligar tvístøður,
-
samskipa ymisk sløg av virksemi.
Í Føroyum kenna vit longu til samspælið millum ymisk áhugamál á sjónum, eitt nú í sambandi við aling, fiskivinnu og royndir við sjóvarfalsorku. Spurningurin um, hvussu vit skipa framtíðar nýtsluna av sjóøkinum, verður tí alsamt meira viðkomandi.
Á verkstovuni 11. mars verður evnið sett í brennidepilin.
-
Kerstin Bly Joyce, senior granskingar ráðgevi á Nordregio, greiðir frá støðuni í Norðurlondum. Skipað nýtsla av norðurlendska sjóøkinum, har grøn orka og bláur matur liva lið um lið.
-
Hilmar Høgenni, deildarstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, greiðir frá støðuni á sjónum í Føroyum.
-
Martin Smit, senior ráðgevi á sjódeildini í náttúruumsitingardeildini í norska Veðurlags- og umhvørvismálaráðnum leggur fram um norsku umsitingarætlanina fyri nýtslu av sjóøkinum og um teirra royndir frá hesum arbeiði. (Framløgan er á talgildum palli)
-
Tine Due Hansen frá Norðurlendska Ráðharraráðnum lýsir norðurlendskar verkætlanir á økinum.
Eftir framløgurnar fara luttakararnir at arbeiða í bólkum og skifta orð um, hvussu Norðurlendska Ráðharraráðið kann stuðla undir víðari menning av arbeiðinum við skipaðari nýtslu av sjóøkinum í Norðurlondum.
Verkstovan verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum 11. mars kl. 08.30–12.00.
Luttøka er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg her ella umvegis QR-koduna niðanfyri.
Seinasta freist fyri tilmelding er mánadagin 9. mars kl. 12.00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



