At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing 2023 var 269 milliónir krónur, í mun til 325 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør. Úrslitið eftir skatt var 219 milliónir krónur, í mun til 249 milliónir sama tíðarskeið í fjør

Búi Tyril er útgevari og ritstjóri, Maria Olsen fotoredaktørur og framleiðari Tyril & Olsen

Landsverk fyri almennari hátíðarløtu við tunnilsmunnan í Dali kl. 15:00

Dokumentarfilmur um tá ið Michelin-matstovan Koks í Ilimanaq byrjaði hevur vunnið virðisløn á kanadiska matfilm-festivalinum

Fiskivinnan kundi verið nógv betur umsitin til gagns fyri bæði samfelag og vinnu. Hetta er evnið í nýggjari grein, sum Hans Ellefsen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað saman við Daniel Bromley, professara

Í næstu viku verður veðrið gott og tí væntar Fiskamarknaðurin at nakað væl kemur uppá land

Gildistíðin á veiðiloyvum og fiskiloyvum verður stytt úr 12 árum niður í 10 ár. Tað hevur samgongan gjørt av

Úrslitið triðja ársfjórðing var munandi verri enn tað plagar og stóra danska reiðaríið ávarar um hópuppsagnir

Tað var ikki í lagi, at felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar góvu øllum sínum limum boð um at fara heim í gjár

Arbeiðið at knýta Nema í farnetið hjá FT Samskifti er sett í gongd. Arbeiðið er mett at taka umleið 10 vikur, og sostatt tendrar 5G væntandi um ársskiftið

Talan er um alibrúk hjá íslendska felagnum Arctic Fish, dótturfelag hjá Mowi, á Tálknafjørðinum í Íslandi

Virksemið á Vestmanna Fiskavirki er upprunaliga grundað á menningarkvoturnar, sum vóru latnar í samgonguskeiðinum frá 2015 til 2019

Triðji ársfjórðingur hevur verið merktur av bæði innláns- og útlánsvøkstri. Gongdin hjá bankanum higartil í ár hevur verið góð, men størri niðurskrivingar lúra

Í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna verður sjóneykan sett á íverksetarafyritøkur. Tvær íverksetarafyritøkur eru gestir í sendingini, har búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum er vertur

Í hondini hevur Høgni Hoydal, landstýrismaður við ferðavinnumálum, bóklingin Heim, sum Visit Faroe Islands legði fram í Norðurlandahúsinum í dag

Fyrsta føroyska Whisky frá Einar's Distillery, er nú búnað í 5 ár. Sambært serfrøðingum er nógv at fegnast um

Nýggj ferðavinnustrategi 2030 setur kós og mál fyri føroyska ferðavinnumenning komandi árini. Grundarlagið er hundraðtals samrøður og fundir

Innlánsrentur hækka við upp til 0,50 %-stigum og útlánsrentur hækka við upp til 0,25 %-stigum galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar

Málið um gongd í haga má loysast, tí annars verður eingin ferðavinna. Tað sigur formaðurin í Ferðavinnufelagnum við KVF, nú tað er greitt, at eitt lógaruppskot ikki varð lagt fram í heyst

- Royndirnar vísa okkum, at landið fær góð úrslit av at bjóða út alment. Keypsportalurin skal tryggja, at almenn keyp eru rættvís og gjøgnumskygd, sigur Gjaldstovan

 

- Tað er ikki rætta gøtan at ganga at gera tað truplari hjá arbeiðsgevarum at hava starvsfólk við nógvari sjúkrafráveru í starvi

- So skalt tú rinda skatt av koyringini, tí so er tað fríur bilur. Arbeiðsplássið skal kanska eisini endurrinda mvg'ið, tað fekk aftur fyri bilin

Ikki alt arbeiðið sum var gjørt á turkisku skipasmiðjuni var nóg væl frágingið

Um Russland boykottar innflutning av fiskavørum úr Føroyum, so fer tað at merkjast, sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur við dr.dk

Á almennum kjakfundi í Ribarhúsið hóskvøldið hevði Símin Pauli Sivertsen, stjóri í Bergfrost, áhugaverda framløgu um aktuellu støðuna í mun til russlandssáttmálan

Effo fer at byggja eina orkulund í Eysturoynni. Við hesari verkætlanini leggur Effo grundarsteinin undir at vinnan kann skifta frá olju til varandi orkukeldur

Altjóða sjóvinnuframsýningin Atlantic Fair, sum verður í Klaksvík 28. til 30. mai komandi ár, boðar frá, sjey mánaðir undan messuni, at alt framsýningsøkið er bílagt

- FarPay eru júst útnevnd sum ein Gazelle fyritøka av Børsinum. Hetta er ikki fyrstu ferð. Hetta er heldur ikki aðru ferð. Hetta er triðju ferð á rað

- Síðstu vikurnar hava fleiri manningar hildið ondini, tí løgmaður hevur stríðst fyri at sleppa at slíta fiskiveiðusamstarvið í Barentshavinum

Komandi týsdag koma umboð frá altjóða fyritøkuni VISA og slóðbrótandi gjaldsveitaranum Vibrant til Føroya

Russiski fiskivinnumyndugleikin, Rosrybolovstvo, hevur skotið upp at banna øllum innflutningi av føroyskum fiskavørum

Mortan Sólheim Thomsen, nevndarlimur í Maskinmeistarafelagnum, finst harðliga at føroysku revsitiltøkunum mótvegis Russlandi, sum hann heldur vera meiningsleys

625 russisk fiskiskip hava ligið við bryggju í Noreg síðani 14. oktobur í fjør – tá ið norska stjórnin framdi avmarkingar bert til tríggjar havnir. Sama tíðarskeið árið fyri var talið 788

Floghavnirnar í Aleppo og høvuðsstaðnum Damaskus eru stongdar eftir ísraelsk álop í nátt

Seks dagar tók tað hjá Noreg og Russlandi at gerast samd um fiskiveiðuavtaluna fyri 2024

Fallandi trendurin hevur nú gjørt, at vit skulu eitt ár aftur í tíðina fyri at finna sama kursstøði

Men í seinnu helvt harðnar streymurin og veðrið verður meira óstøðugt. Her er metingin hjá Fiskamarknaðinum

Seinnapartin í dag læt Framskák dyrnar upp í nýggjum hølum á Sigmundargøtu

- Í 2024 kann eitt miðal húsarhald vænta at rinda umleið 200 krónur meira um mánaðin fyri fjarhita

- Fyri privat- og vinnukundar fylgja útlánsrenturnar tillagingini hjá Danska Tjóðbankanum, og hækka sostatt við upp til 0,25% stigum

Súni Selfoss, formaður, útihýsir ikki møguleikanum fyri samhugaverkfalli, nú sjúkrarøktarfrøðingarnir hava verið í verkfalli í tríggjar vikur, skrivar KVF

- Føroyingar, sum arbeiða heima í Føroyum skulu hava somu skattligu treytir, sum teir føroyingar, ið arbeiða uttanlands

Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakasti um 12500 kr., er 24. novembur, sigur Havstovan

Landið ætlar at selja sín ognarlut í Smyril Line á gott 16% av partabrøvunum. Tummas Justinussen, nevndarformaður og partaeigari í Smyril Line, viðmerkir støðuna í sendingini Búskapur & Vinna

Um tveir mánaðir, 21. desembur, letur Sandoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu. Tað váttar Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum Eystur- og Sandoyartunlar, fyri KVF

Fyrstu 8 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 7,8 milliardir krónur

Fyrstu átta mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 7,8 milliardir krónur. Tað eru 491 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022

Javnaðarflokkurin tykist nú standa rættiliga einsamallur um at slíta fiskivinnusamstarvið við Russland, skrivar KVF

Filmurin kallast "Gadus - er søga og framtíð okkara"

Hagstova Føroya fer nú at kanna nýskapanina í føroyskum fyritøkum og stovnum. Kanningin verður afturvendandi