Mínir vinir- Í 1965 fór stjórnin hjá Lyndon B. Johnson í kríggj móti fátækradømi – og fátækradømið vann
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í apríl var arbeiðsloysið størst í Suðuroynni, har tað var 3,1 prosent

Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar

Mikukvøldið sendir Televarpið eina serútgávu av Búskapi & Vinnu, har verturin Johnny í Grótinum ger fimm samrøður við nøkur av framløgufólkunum á Tonik ráðstevnuni 2024

Arbeiðsloysið var eitt prosent í apríl, sum svaraði til 310 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,7 prosent við 229 fulltíðararbeiðsleysum

Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum rakar nú eisini ferðavinnuna meint. Bæði hjá Smyril Line og hjá Atlantsflogi uppliva tey nú, at ferðandi, sum hava ætlað sær til Føroya, setast aftur, skrivar KVF

- Ein góð spjaðing var í støddum og sløgum av djóraæti. Hetta er helst gott fyri fiskalarvur, tí tá hava tær møguleika at finna sær føði í hóskiligari stødd, alt eftir hvussu stórar tær sjálvar eru

- Tað er framvegis tænastuvinnan sum kemur við størstu virðisøkingin

Skráseting Føroya hevur fingið at vita, at smápartafelagið Snarhús var koyrt á húsagang hósdagin, skrivar KVF

Av manglandi brennievni tillaga Auto og Bil alla koyring frá í dag 27. mai soleiðis, at koyrt verður bara frá kl. 06 á morgni til kl. 18 á kvøldi

Fyrrverandi løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir, er á veg inn í nevndina hjá Føroya Banka. Føroya Banki hevur boðað til eykaaðalfund í bankanum 18. juni, skrivar KVF

ILA-virus er staðfest í tveimum aliringum hjá Bakkafrost í Vági (aliøki A-19). Í alt eru umleið 1 millión fiskar í aliøkinum við eini miðalvekt á 2,6 kilo

Gamli báturin sum hevur staðið á bedingini í Vestmanna í nærum eitt mannaminni skal nú beinast burtur

Hetta er størsta hallið nakrantíð hjá samtøkuni. Seinastu trý árini hevur FK mist 20 mió kr

Verkfallið hevur skjótt vart í tvær vikur, og tað merkist meira og meira. Í dag hevur KVF verið ein rundtúr í Havnini

- Meðan Niels Winther vegna arbeiðsgevarafelagið legði dent á %-vøkstur í bruttolønini, tosaði Sonja J. Jógvansdóttir um krónur oman á grundlønina

Í 2023 var samlaða nettoskuld landskassans – her íroknað skuldina hjá Eysturoyar- og Sandoyartunlinum - 3 mia. kr. Nettoognin hjá landskassan uttan ES-tunlarnar var 100.000 kr.

Tað vísir kanning sum Epinion hevur gjørt fyri DR, har 24 prosent siga seg hava keypt frá kinesiska onlinerisanum Temu seinasta hálva árið

- Maskinmeistarafelagið góðtekur ikki, at Jákup Sverri hevur loyvi at mynstra við maskinistum og hevur kært manningarskjalið av nýggjum

Lønar- og eftirlønarhækkingin í semingsuppskotinum hevði givið arbeiðaranum eina lønarhækking á uml. 3.000 kr. um mánaðin í einum tvey ára tíðarskeiði

Trotið á bústøðum er ein fløskuhálsur, sum setir trýst á bústaðarprísirnar og kann tarna framhaldandi fólkavøkstri. Skal trotið tálmast, er neyðugt, at vit útvega munandi fleiri búeindir

Sambært viðmerkingum frá Sp/f Røkt til nýggju elveitingarlógina so er ilt at síggja, hvussu ferð skal koma á orkuskiftið, og sett mál skulu verða nádd, tá privati aktørurin verður settur at kalla til viks og missur alt initiativ

Sjókovin hevur fingið fígging játtaða til ES verkætlan um at verja og endurnýggja lívmargfeldi í Arktis og Atlantshavi

Eitt stórt skip sum skuldi koma á Havnina í morgin hevur avlýst, tí skipið verður ikki bundið

Føroysk húsarhald áttu við árslok 2023 privata eftirlønaruppsparing í Føroyum fyri 10 mia. kr. Afturat privatu eftirlønaruppsparingini eiga føroyingar eftirlønaruppsparing í donskum pensjónsfeløgum fyri 2,8 mia. kr.

Hóast bert 3% av bilunum sum koyra í føroysku undirsjóvartunlunum eru útlendskir, so standa teir fyri 5% av inntøkunum

- Tað er fyri at fáa eitt betri avkast av fíggjarognini, sigur stjórin

Tað er nakað meira enn árið fyri, tá vinningurin var 3,7 mió kr

Móðirfelagið hjá eitt nú Ennibergi, sum eisini eigur sín trivaliga part av SMS, hevði 34 mió kr í avlopi í fjør - 10 mió kr meira enn árið frammanundan

Nettosølan vaks 27 mió kr men útreiðslurnar fóru sama veg, tí var úrslitið heldur lakari í fjør enn fyrraárið

Seinnapartin varð nýggi vinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu 2024 – 2028 lagdur fram á almennum tiltaki

Ársroknskapurin hjá Peturi Larsen fyri 2023 vísir ein positivan vøkstur, sum nevnd og leiðsla eru nøgd við. Ársúrslitið vísir eitt yvirskot á 823.000 kr aftan á skatt og eina positiva eginogn, sum er ein týðilig betran av úrslitinum í 2022

Fyrisitingin í Fiskimálaráðnum metir, at landsstýrismaðurin hevur heimild at býta svartkjaftin øðrvísi enn higartil. Tað vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið

Ferðavinnufelagið viðmælir tí løgtingsfólkunum at steðga á og ikki at hasta nakað ígjøgnum, sum ikki er nóg væl viðgjørt

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá apríl 2023 til mars 2024 var 11,2 milliard krónur. Tað eru 1,2 millardir krónur, ella sløk 10 prosent, minni enn undanfarna skeið

Samlaði útflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá apríl 2023 til mars 2024 var 12,5 milliardir krónur. Tað eru 552 milliónir krónur minni enn undanfarna skeið

- Bústaðarbyrðan var 44% í Tórshavn, 26% í Eysturoynni og Klaksvík, og 30% í øllum landinum í miðal í 2023

- Tað eru grundleggjandi tvær fortreytir, sum gera av, um verkfallið er galdandi fyri starvsfólk ella ikki, sigur Vinnuhúsið

- Síðan 2001 hevur Kallnet verið nógv brúkt til bæði vinnuligt og privat virksemi. Seinastu árini eru trygdarkrøvini herd nógv, og fyri at veita vissu fyri trygdini framyvir hevur Nema tikið avgerð um at niðurleggja Kallnet servararnar skjótast tilber

- Nógvur svartkjaftur var at síggja á leiðini fram við skotsku og írsku hellingini. Talan var serliga um 2020- og 2021-árgangirnar, har 2021-árgangurin er methøgur sum 3-ára gamal fiskur

Úrslitið í 2023 man verða tað besta í søgu felagsins, skrivar Business Line

Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga lítið at síggja av sild. Norðhavssild var at síggja í altjóða økinum norðanfyri, meðan meginparturin av tí sildini, sum var fingin í føroyskum havøki, var sild av øðrum uppruna

Sethúsaskuldin til donsku realkreditfeløgini var 3,6 mia. kr. í februar 2024 og 9,4 mia. kr. til føroysku bankarnar

Fríggjadagin 17.mai klokkan frá 14 til 15 verður nýggi vinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu lagdur alment fram á Reinsarínum í Tórsgøtu

Á Kósini hava tey arbeitt alt vikuskiftið, og tey koma uppundan við at arbeiða fiskin, sum er inni á virkinum, fyri midnátt, sigur Hanus Hansen, stjóri, við KVF

Smyril Line og Articon hava gjørt avtalu um at byggja farstøð. Í nýggju farstøðini verða eisini pakkhús og skrivstovuhøli. Bygningurin fer at standa á molanum í Havn

Tað er nakað minni enn í 2022

Ársúrslitið var nærum 31 mió kr eftir skatt - tað besta í søguni hjá felagnum

Tey sum ikki eru fevnd av kollektivum sáttmála, ikki eru limir í arbeiðarafelag, lærligar o.o. skulu møta sum vanligt til arbeiðis

KOKS letur aftur eftir summarsesongina í Grønlandi og pop-up í Tivoli í Keypmannahavn

Rentumunurin hjá bankunum er øktur munandi í 2023, sum sæst aftur á úrslitinum hjá bankunum. Úrslitið hjá bankunum vaks nógv í 2023