Ynskir kunnu føða tankar
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein nýggjur fóðurflaki er keyptur og kemur í mai mánaða. Umframt tað hevur Mowi keypt 5 nýggjar 200metur stórar ringar at ala í.

Eftir eina umfatandi uppdatering er Norrøna nú komin til Hirtshals og um fáar dagar byrjar Norrøna aftur at sigla sína vanligu rutu, skrivar Hirtshals Havn

Skráseting Føroya hevur kannað 60 ársfrásagnir hjá feløgum og funnið 26 feilir

Flestu nýggju fyritøkurnar hava heimstað í høvuðsstaðnum og stovnaranir eru menn, við einum undantaki. Her finnur tú yvirlitið yvir nýggju feløgini og mongu broytingarnar í vinnuskránni í farnu viku

Globe Tracker kunnger í dag, at Ólavur Ellefsen er settur sum stjóri. Hann tekur við eftir Jákup Lamhauge, sum hevur verið stjóri síðani 2016

- Smáligheit og øvundsjúka eiga ikki at forða fyri, at liðugt koppsett fólk í eitt tíðarskeið fáa lagaligari treytir enn ikki-koppsett

Fer at sigla úr Havn til Aalborg einaferð um vikuna

Oraklið frá Omaha, 90 ára gamli Warren Buffett, hevur talað

Korona er helst orsøkin og leiðslan er eftir umstøðunum nøgd

Bæði topp- og botnlinja eru vaksin stútt og støðugt

Auto Service hevur selt fyrsta el-bilin av slagnum Citroen, skrivar bilasølan á Facebook

Lívrentur, sum koma í gildi frá 1. januar 2021 og fram, fara ikki at taka atlit til kyn, tá mánaðarligt útgjald skal ásetast

- Útlitini eru rímilig, millum annað tá hugsað verður um korona-vaksinuna. Men hvussu langur korona-tunnilin verður, er ilt at meta neyvt um, sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist PF

- Tørvurin at hava ein Landsbanka í Føroyum er ikki størri ella øðrvísi enn tørvurin at hava ein Landsbanka á Fyn, segði Jørn Astrup Hansen við KVF fyri nøkrum árum síðani

Í samband við keyp á netinum uppliva nakrir kundar í løtuni, at teir ikki móttaka 3D SMS boð við einnýtiskotu, sigur Betri Banki

Sambært framleiðsluhagtølunum hjá SEV er el-framleiðslan úr vindi minkað við 3,2 GWt (gigawatt tímar) frá 2015 til 2019

Tá ið Fiskivinnutjakið var í Klaksvík í vikuni upplýsti stjórin í Varðanum, Bogi Jacobsen, at Varðin Pelagic hevði eitt undirskot á 15 milliónir krónur í 2020

Nýggjastu hagtølini hjá Betri Banka vísa, at sethúsaprísirnir fyri allar Føroyar í miðal eru hækkaðir 4,9% í 2020

Appin, ið er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum, er ment í Føroyum av føroyskum veitarum

Sam er stutt síðan farin til Nólsoyar við farmi

Seinnapartin í gjár var semja undirskrivað millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip øðrumegin og Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið hinumegin

Næstan øll battaríini sum verða brúkt í europeiskum elbilum koma úr Asia og USA

Januarmánaður hildnaðist munandi betur enn sama mánaði í fjør

Skotið verður upp at gjalda 48 mió kr í vinningsbýti

Ian Laister avloysir Odd Eliasen 1. mars

Evnini “Veiðigjøld” og “Vegurin inn í vinnuna” er tað, sum stendur á skrá í einum tjaki í aulini á Skúlatrøð í kvøld frá klokkan 19 til 20:30, sum verður sent beinleiðis í Kringvarpinum

- Færri flogfør ávirka postin til og úr Føroyum

Tórshavnar kommuna yvirtók í gjár kranan hjá Suðurstreymoyar Úróðrarfelag. Útróðrarfelagið varðveitir tó brúksrættin til kranan. Tórshavnar havn eigur eisini teir seks egningarskúrarnar

Eftir yvir tíggju ár uttan Michelin-stjørnu fær Tivoli í summar tvær av teimum, har tann eina er frá KOKS, skrivar tíðindamiðilin Travel People í dag

Vinningsbýti er komið aftur á skrá, og nevndin fer at skjóta upp 3,65 kr fyri hvørt partabræv

Týsdagin í farnu viku kom Jákup Sverri aftur av fyrsta túrinum í ár, sum eisini var fyrsti hydrografitúrur hjá Jákup Sverra

Úrslitið hjá P/F Tjaldur samtakinum í fjør var 87 milliónir krónur áðrenn skatt. Hetta er betri enn árið fyri, tá úrslitið var 75 milliónir krónur

MEST bjóðar nú smærri skipum og tvíkiljum umvælingar í góðum innandura umstøðum á skipasmiðjuni í Havn

Eftir sjey ára tænastu, takkar Mínlykil fyri seg og við Samleikanum fara alt fleiri møguleikar at verða tøkir hjá føroyingum

United Airlines upplýsti seint sunnukvøldið at felagið steðgar allari flúgving við Boeing-777 flogførum, sum hava sama slag motorar sum flogfarið, ið fekk trupulleikar í luftini og mátti neyðlenda í Denver

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur kannað reinhaldið hjá útflutningsvirkjum

Ársúrslitið gjørdist 11,2 mió kr - meira enn 4 mió kr betri enn árið fyri

Í næstu viku verður kunnað nærri, men longu nú er greitt, at limirnir í Founder's Club fáa 50 partabrøv við 15% í avsláttri

- Nú ræður um at halda fast, siga hetlendskir fiskimenn

Vísindagrein í altjóða ritinum Journal of Fish Diseases leggur fram nýggja vitan um eyðmerking av laksalús. Við at brúka ultraviolett ljós ber til at síggja serliga flúrglógvan frá lýsnum, og soleiðis at tað verður lættari eyðmerkja tær

Á eykaaðalfundi í SEV fríggjadagin 19. februar 2021 varð nevndin mannað av nýggjum. Nevndin skipaði seg eftir fundin við Kára Johansen sum formanni

Á eykaaðalfundi í SEV 19. februar nýtti fráfarandi formaðurin John Zachariassen høvið at koma við inniligari áheitan á myndugleikarnar, kommunurnar og SEV

Myndugleikarnir í Atlantic City hava rivið niður kasino og gistingarhús hjá Donald Trump

Í fleiri ár hava vinstraflokkarnir ført fram at milliardir streyma úr føroysku fiskivinnuni og til útlendingar

Útflutningurin av fiskavørum minkaði 1,2 mia. kr. í 2020 í mun til 2019. Í nøgd var minkingin 1%

Handilin er innrættaður í samstarvi við Coop, og verður nú enn rúmligari og ljósari

Noreg góðtekur ikki at ES hevur givið sær sjálvum kvotu til fiskiskap við Svalbard

Hjúnini Høgni og Fridrikka Kjeld, sum eiga Green Marine Divers, hava keypt partabrøvini hjá Petur Larsen Pf í Pontech Smábátahavnir Spf

Stuðul kann latast til eitt nú útbúgving og vinnuroyndir. Hálv millión er leys at søkja longu hálvan mars

MARK hevur lagt myndir út á sína heimasíðu av nýggju íbúðunum undir Kongavarða. Íbúðirnar hava innbúgv og til ber at keypa innbúgvið