Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Á skránni vera framløgur frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Havstovuni, Føroya Reiðarafelagi, Felagnum Línuskip og Sjókovanum.

Sambært Mads Brügger, sum stendur á odda fyri miðlinum, er framvegis tungt at fáa endarnar at røkka saman. Men í Føroyum gongur betur, sigur hann

Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu úrtøkan er hjá teimum ymsu bólkunum. Her er metingin hjá Fiskamarknaðinum fyri næstu vikuna

Á eykaaðalfundi í P/F Postverki Føroya varð samtykt, at nevndarformaðurin, Joen Magnus Rasmussen, fór úr nevndini, og at Árni H. Ellefsen kom í nevndina

Fyrr í dag bleiv kunngjørt, at fyritøkan FJORD, er kosin Ársins Íverkseti 2024

Sáttmálasamráðingarnar millum Starvsfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála eru slitnaðar. Semingsstovnurin hevur útsett ein møguligan arbeiðssteðg í eina viku galdandi frá á miðnátt

Føroya Banki kunnger í dag roknskapartølini fyri triðja ársfjórðing 2024. Yvirskipað er gongdin framvegis góð, og úrslitið fyri skatt var 119 mió. kr., samanborið við 105 mió. kr. fyri skatt í øðrum ársfjórðingi í ár

Sambært leiðsluni í Bústøðum eru uppsagnirnar av 7 starvsfólkum ikki nokk til at gera Bústaðir langtíðar haldført. Finnast skulu sparingar fyri 4 milliónir krónur afturat, skrivar Norðlýsið

GroAqua og Bakkafrost hava skrivað undir sáttmála um at byggja heimsins størsta fóðurflaka, tá ið tað kemur til stødd av fóðurgoymslu og tal av fóðurlinjum

Útlánsrentur og innlánsrentur lækka við upp til 0,20 %-stigum hjá bæði privat- og vinnukundum

- 17. oktober 2024 lækkaði Tjóðbankin rentuna við 0,25%-stigum. Hetta hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi eisini lækkar renturnar

Millum annað skal bankin seta meira av ímóti tapi eins og kravið til solvens er hækkað

- Tá ið hugt verður eftir fólkanáttum skiftar á bústaðarland, sæst at væl færri føroyingar hava gist á gistingarhúsunum triðja ársfjórðing í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør

Føroyar hava tørv á færri og sterkari kommunueindum. Tað krevur annaðhvørt, at kommunur leggja saman ella fara at samstarva meira tvørturum kommunumørk. Tað er áskoðanin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

Um mánaðarskiftið hækka flest allar vørur hjá MBM. - Okkara útreiðslur hækka, tí hækka okkara prísir eisini, sigur Hákun Steingrímsson, stjóri

Tað eru slakar 11.290 fólkanætur fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, ið er ein øking á smá 14 prosent. Kamarsnæturnar vóru knapt 53.630 í tali, ið svarar til eitt nýtslustig á 74 prosent

Sandship hevur ognað sær eitt farmaskip afturat. Skipið er bygd í Hollandi í 2001 og lastar um 3.000 tons

Av teimum 25 til 34 ára gomlu vóru 1,3 prosent arbeiðsleys í september

- Tað er 0,1 prosentstig hægri enn í september mánað í fjør

Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava havt sín fyrsta samráðingarfund, um nýggjan sáttmála

Í sendingini Búskapur og Vinna í kvøld klokkan 21 verður menningin av leigubústaðarmarknaðinum umrøddur. Arnfinnur Gudjónsson, íløguleiðari í Lív, er gestur

Nevndin í Posta boðar nú frá, at til nýggjur stjóri er settur, verður Edvard Remberg, KT-leiðari, fyribilsstjóri. Edvard Remberg hevur verið á Posta sum KT-leiðari síðani 2014

Russiskir myndugleikar halda at russiska kryptodrotningin Valeria Fedjakina lumpaði pengar frá teimum ríku og gav teir til ukrainska herin

Íslendska samtakið, Hagar hf, ið er skrásett á íslendska keypsskálanum, ætlar at keypa allan partapeningin í P/F SMS. Miklagarður, Bónus og Mylnurnar fáa harvið øktar møguleikar at menna virksemið og økja vøruúrvalið

Endaliga úrslitið í ár fer at liggja ímillum 275-300 mió kr

Danski Tjóðbankin hevur í gjár lækkað leiðandi rentuna við 0,25% stigum. Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar útlánsrenturnar

Tvær fyritøkur innan føroyska kavaravinnu fara nú at samstarva, endamálið er at fáa ein størri marknaðarpart

Samanborið við september í fjør er talið av hjástørvum vaksið við 3,5 prosentum, meðan talið av arbeiðsgevarum er støðugt

Sunnukvøldið vóru boð eftir sleipibátinum Samson hjá MEST um at koma nýggja íslendska pelagiska trolaranum Hakon ÞH 250 til hjálpar uml 20 fjórðingar sunnan fyri Suðuroynna

Til samanberingar arbeiða minni enn 40 prosent av kvinnum hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Hetta vísa starvsfólkahagtølini fyri september

Tað er sera týdningarmikið, at arbeiðið hjá kanningarfólkunum hjá Firum er dygdargott. Alifyritøkurnar leggja part av sínum virksemi til rættis eftir úrslitunum, sum kanningarfólkini á Firum koma við

Hetta er innan fyri karmin av stjórasáttmálanum, sigur nevndarformaðurin í Posta við KVF

Í september fingu menn 39.800 krónur í miðal, sum er um 40 prosent hægri enn miðallønin hjá kvinnum, sum var 28.272 kr krónur

12,5 milliardir vóru útgoldar í A-skattaðum lønum seinasta tólv mánaða skeiði frá oktober í fjør til september í ár. Tað eru slakar 640 milliónir meira samanborið við undanfarna tíðarskeið, sum er ein vøkstur á 5,3 prosent

Samlað var útflutt fyri 11,9 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá september 2023 til august 2024. Tað er ein góð milliard krónur minni enn undanfarna skeið

Innflutt var fyri 10,6 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá september 2023 til august 2024. Tað eru 955,7 milliónir krónur, ella góð 8 prosent, minni enn undanfarna skeið

- Hetta málið er so nýtt, at vit fyrst fingu at vita um tað 19. juli í ár. Vit hava nú fingið ta fatan, at býráðslimir halda at hetta er gjørt í samráð við okkum. Tað er tað sjálvandi ikki, sigur Einar Waag

Tað gongur framá við ætlanunum í Hestfirði, og nýggi strategiski samstarvspartnarin skal hjálpa Minesto við fíggjarligu síðuni av verkætlanini, verður sagt í nýggjari fráboðan

Ein heilsan frá Tórshavnar havn og ein samanumtøka av ársins sesong við ferðamannaskipum

Tað stóð upp og niður hjá vindeyga- og hurðavirkinum á Vatnsoyrum, men heldur ikki meira enn tað. Og leiðslan er ikki nøgd

Meira enn helmingurin av fyritøkum í Føroyum, sum hava tíggju ella fleiri starvsfólk, nýskapa. Føroyskar fyritøkur eru millum tær mest nýskapandi í Norðurlondum og Evropa

Frá juni til septembur næsta ár fer United Airlines at flúgva tvær ferðir um vikuna millum New York og komandi atlantsfloghavnina í Nuuk. ”Hetta verður ein game-changer,” sigur stjórin í Visit Greenland

Nýggja smápartafelagið, sum eisini eitur Gamli Jupiter, hevur keypt skipið, skrivar KVF

Í hesum døgum er Mikkeller Beer Celebration Faroe Islands í Havn. Hetta er fyrstu ferð, at Mikkeller skipar fyri ølfestivali í Føroyum

- Skipanin við tillagaðum starvi átti at verið endurskoðað, heldur enn at gjørt smærri tillagingar, sigur Jórun Gardar, nú lógaruppskot skal gera tað truplari at fáa tillagað starv

- Tað kom óvart á nevndina í Posta, tá stjórin Hans Jákup Langgaard í gjár segði seg úr starvi, eftir bara tíggju mánaðir í stjórasessinum í Posta, sigur nevndarformaðurin, Joen Magnus Rasmussen, við KVF

So bersøgin er Rúni Djurhuus, stjóri í Wenzel, í sendingini Búskapur & Vinna, sum verður sýnd á Rás 1 í Televarpinum í kvøld klokkan 19

Hans Jákup Langgaard hevur valt at siga seg úr starvi sum stjóri á Posta til 1. november 2024

Visit Tórshavn fær nýggja heimasíðu og nýggjan visuellan samleika

Tað er framvegis vøkstur í føroyska búskapinum, meðan stígur hevur verið í fleiri evropeiskum búskapum. Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 2,5 prosent í 2023