40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Nú samgongan fyllir eitt ár, er høvi at gera upp, hvat samgongan hevur gjørt fyri at betra um karmarnar hjá føroyskum vinnufyritøkum

Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 10,1 milliard krónur. Hetta er 4 prosent minni enn sama tíðarskeið í fjør

Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 9,8 milliardir krónur. Tað eru 450 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022

Í dag hevur Tórshavnar kommuna skrivað undir avrikssáttmála við Felagið Tórshavn og samstarvavtalu við Visit Faroe Island og Visit Tórshavn

- Tað er stórur áhugi hjá føroyskum fyritøkum at gerast meiri burðardyggar

Veðrið - og tilstundandi jólini gera helst eisini sítt

Í dag varð frágreiðing handað Ingilín D. Strøm og Kommunufelagnum við tilmælum um, hvussu tað á einfaldan og ódýran hátt ber til at skipa ein elmarknað í søluliðinum

Føroya Tele er enn meldað til løgregluna við einum sektaruppskotið uppá 27 milliónir krónur. Tað sigur Michael Boolsen, fúti, við ÚF

Strandfaraskip Landsins hava nú boðið prosjekteringina av Kalsoyarferjuni út. Tvær fyritøkur blivu undangóðkendar at lata tilboð inn, og eru hesar Mest og Knud E. Hansen

Lutakast um 12.500,- kr millum innsend fiskamerkir verður hósdagin 19. desember kl. 11:00 á Havstovuni í Nóatúni 1 í Havn

Partabrævið hjá BankNordik gjørdi eitt skarvslop á børsinum í dag og hækkaði 31,15% í virði

Hotel Djurhuus hevur í longri tíðarskeið brúkt orku uppá at framleiða eina føroyska sápu og nú er hon komin á marknaðin

Í føroysku byggivinnuni starvast áleið 2500 løntakarar, harav bert tíggjundi hvør er kvinna. Men ein av fáu kvinnunum situr fyri borðendan í familjufyritøkuni J & K Petersen

Reiðarafelagið fyri Handilsskip, sum umboðar handilsskip í Føroyum, hevur sett sær fyri at hava ein virknan leiklut í at røkka altjóða krøvunum, um at minka um heimsútlátið

- Trupulleikin er bara, at førdi bústaðarpolitikkurin virkar beint øvugt

Arbeiðsloysið hevur verið undir eitt prosent síðani apríl í fjør

Vørn hevur eftirlit við russisku skipunum, sum koma í føroyskan sjógv. Eftirlitisfólk fara við russiskum skipum, men bara tvey fólk røkja hesa uppgávu, skrivar KVF

Regluligi eykaaðalfundurin á heysti hjá Sev hevur í dag samtykt at hækka elprísin fyri allar kundar við 5 oyrum pr. kWt komandi ár

- Tann 23. november hevði eg framløgu um gransking mína í Íslandi

 

1. juli 2023 almannakunngjørdi Umhvørvismálaráðið, at 1,5 millión krónur í 2023 vóru settar av til at veita stuðul til at burturbeina oljufýr

Í góðveðrinum í gjár varð móttøka hildin á bryggjuni í Fuglafirði, nú Bakkafrost fekk handað metstóra tvíkilju frá KJ

- Broytingarnar stava í høvuðsheitum frá øktum rættindakostnaði, serliga ítrótti, vanligum prísbroytingum á marknaðinum og broytingum í pakkunum

Fyribils roknskapurin hjá Frihedsbrevet vísir góðar 18 milliónir í halli, skrivar Ekstrablaðið

Tað gongst væl hjá nýggju fyritøkuni Faer Isles Destillery í Vestmanna sum herfyri teknaði nýggjan partapening. Nú eru yvir 1.000 partaeigarar

- Gamla verkstaðið hjá Wenzel er nú umvælt til at vera eitt nýtímans plátu-og lakkverkstað, sum Wenzel, saman við Sámal Petur Danielsen, nú lata upp á Akranesgøtu 5

Í dag er sannur hátíðardámur við Ljósa, nú KJ hevur endurreist nýggjan virkisbygning í bygdini. Um middagsleitið var reisigildi hildið

Frágreiðingin viðger m.a., hvørji mannaskapt árin eru á vistskipanina, og ikki óvæntað er niðurstøðan, at fiskiskapur hevur størst árin

Nýggi bygningurin hjá Lív á Óðinshædd tekur skap

Føroyar víkja grundleggjandi frá sínum grannalondum, tá ið hugt verður eftir fyritøkum og kringvarpsgjaldi

Hetta var ein av spurningunum, ið bleiv umrøddur tá Føroya Arbeiðsgevarafelag hósdagin skipaði fyri kunningarfundi um sosialar miðlar í setanarviðurskiftum

Ongin annar skaði hendi, skrivar lokalur miðil

- Nógv kjak tók seg upp í Danmark, tá børsvirðið á Novo Nordisk fór upp um donsku bruttotjóðarúrtøkuna. Í Føroyum hevur Bakkafrost í fleiri ár verið meira vert enn føroyska BTÚ

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum ynskir eins og stjórin í FAG at fáa eitt veruligt kjak í lag um samráðingarskipan og yvirskipaðar karmar á arbeiðsmarknaðinum

Tað hendir samstundis sum risadrekin sum skal framleiða streym úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi er komin til Vestmanna

Sambært amerikanskari brúkarakanning hava elbilar heili 79 prosent fleiri feilir enn bilar við brennimptori

Kappingarráðið hevur góðkent samstarvsavtaluna millum P/F FT Samskifti, dótturfelag í Føroya Tele-samtakinum, og P/F Nema um, at P/F Nema kemur á farnetið (RAN-netið) hjá P/F FT Samskifti

Gadus er farin aftur á fiskileið í Barentshavinum. Hann fór úr Bátsfjørðinum seint í gjárkvøldið, skrivar KVF

Við røttu tryggingini kunnu føroyingar sleppa til privat sjúkrahús í Danmark til viðgerðir, nú bíðitíðirnar í føroyska sjúkrahúsverkinum eru nógv øktar

Bretski rithøvundurin, Tim Ecott, hevur í dag grein um Føroyar sum ferðamál í kendu avísini The Guardian

Í gjár vóru bæði laksur og starvsfólk frá Bakkafrost við á fyrsta 100% grøna flogtúri tvørtur um Atlantshavið. Hetta er ein royndarverkætlan hjá Virgin Atlantic, og endamálið var at brúka 100% burðardygt brennievni

Higartil hava 1024 skrivað undir og mótmælt avtøkuni av sjómannafrádráttinum og uttanlandsfrádráttinum

Krafta ætlar at gera avtalu við Sjóvar kommunu um økið á Hulki at byggja oljugoymslu

Ljós og lív er nú aftur á gamla Kondittarínum í Havn. Tað eru Durita Thomsen og Rebekka á Fjallinum, sum havið latið upp handil við føroyskari framleiðslu

Tað er millum annað niðurstøðan í einum notati, sum Deloitte Economics hevur gjørt fyri Antares

Her er metingin hjá Fiskamarknaðinum fyri næstu vikuna

- Føroyskir fiskimenn og sjómenn við føroyskum og útlendskum skipum og arbeiðsfólk uttanlands

Rutan verður betri og burðardyggari, sigur Faroe Ship í tíðindaskrivi

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum

Á nevndarfundi hjá Leif Mohr mánadagin 20. november varð samtykt at leggja fyritøkurnar Leif Mohr og LM Electric saman. Samanlagda felagið fer framyvir at eita Leif Mohr

- Arbeiðið hevur gingið fyrimyndarliga væl og vit eru sera væl nøgd við nýggju tvíkiljuna. Tvíkiljan var latin til tíðina – ja heilar 24 dagar áðrenn tíð, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST