Ongin kennir mein í annans bein
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gongst sum ætlað, verður Hestfjørður karmur um heimsins fyrstu sjóvarfalsorkulund, og fyrireikingararbeiðið gongur væl, boðar Minesto frá

Í farnu viku, tá handverkarasáttmálin varð gjørdur, varð sáttmálin við Føroya Flogteknikarafelag eisini undirskrivaður. Semjan er á sama støði sum við handverkarafeløgini

Tað gongst eftir ætlan hjá Minesto og SEV at menna sjóvarfalsorkuna í Føroyum

Tjóðbankarnir mugu halda uppat við at hækka renturnar og ístaðin fokusera uppá at hjálpa vinnuni og fólkinum

FT Samskifti og Nema hava gjørt avtalu at samstarva um farnetið. Tað hevur við sær, at báðir veitararnir fara at bjóða sama dekning

FarPay hevur kundar í Føroyum, Danmark og Grønlandi, har tað serliga í danska marknaðinum eru stórir vakstrarmøguleikar

Heimsins fyrsta vodka gjørt av feskvatni, funnið undir havsins botni, varð afturhildið av Heilsufrøðiligu Starvstovuni, ið ynskti at kanna vøruna nærri. Allar kanningarnar vóru góðar, og tí er sølubannið nú strikað

Fleiri tons av toski verða førd runt hálvu klótuna - um 28.000 kilometrar - at saltast á Vestlandinum. Tað tjenar ríki russin, Vitaly Orlov, og norðmenn milliónir uppá, skrivar NRK

- Allur okkara ungdómur skal liva og virka í Føroyum í 2035. Tað er eitt gott og neyðugt mál at seta sær sum samfelag, segði Jón Sigurðsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, í røðu á Vinnudegnum

Næsta ár verður árligi Vinnudagurin sum vant seinasta fríggjadag í september. Tað vil siga, at 29. september 2023 hittist vinnan aftur

Vit vita, at stórur vøkstur hevur verið í ferðavinnuni, seinnu árini. Men vit vita alt ov lítið um, hvussu ferðavinnan í roynd og veru er samansett

- Onki er broytt annað enn, at fólk brynja seg til ein øðrvísi vetur, sigur handilsmaður

Tey flestu landa í vikuni ella fyrst í aðru viku

Barnakonur, sum fáa kropsligan skaða í samband við føðing, og foreldur, sum fáa føðitunglyndi ella sálarlig árin eftir barnsburð kunnu nú fáa hjálp ígjøgnum Vanlukkutryggingina hjá Betri Trygging

Mest loyvda veiða í 2023 lækkar fyri norðhavssild og makrel, men hækkar nógv fyri svartkjaft

Framyvir verður bert møguligt at brúka nýggja Netbankan, ið hevur Samleikan sum innritanarloysn

Føroyska orkufelagið hevur sett Gunnar Nielsen í starv sum nýggjan stjóra í Effo

Dronuaktivitetur hevur verið við danska olju- og gassfeltið Halfdan B í Norðsjónum, og sum er rikið av TotalEnergies, skrivar Ekstra Bladet

Kári Sigvardsen kemur saman við Sigmund Mikkelsen at vera stjóri hjá Framskák, og fer hann at hava ábyrgd av innanhýsis rakstrinum

Fríggjadagin 23. september var móttøka á Føroyaprent, í samband við at nýggi Anapurna flatbedprintarin er tikin í brúk. Printarin kann printa á flest øll evni, og upp til eina tjúgd á 4,5 cm

Dátueftirlitið metti tað vera sera álvarsamt, at ein stovnur, sum viðgerð nógvar viðkvæmar persónupplýsingar, ikki hevur nøktandi mannagongdir fyri trygdarbrot

Vakstrarhúsbingjan svarar til 10.000 fermetrar av góðari grønmetisjørð

Semjan er á sama støði sum við arbeiðarafeløgini, sum var gjørd í mai, og sum var tann fyrsta í samráðingarrunduni 2022-2024

Stjóri felagsins seinastu 15 árini, Stein Olvur Petersen, hevur biðið um farloyvi

Bakkafrost missir 10% í morgun, feløg í norsku alivinnuni tódnaðu við einum fjórðingi í gjár

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, hevur sett Niels Juel Arge í starv sum stjóra á Strandferðsluni

Í dag gjørdist greitt at norska stjórnin ásetur laksaskatt í alivinnuni, og fleiri aðrar skattaøkingar

Fáar dagar áðrenn gassleiðingarnar fóru at leka norðan fyri Bornholm, ávaraðu norsku myndugleikarnir um mystiskan aktiviitet við olju- og gasspallarnar

Trýstið í gassrørleiðingini sum førir gass úr Russlandi til Týsklands fall brádliga mánakvøldið. Nú boðar svenska Sjöfartsverket frá um tveir lekar

Síðani 2013 eru gistinæturnar meira enn tvífaldaðar á føroysku gistingarhúsunum summarmánaðirnar juni, juli og august, tá farið var undir at skráseta gistingar

Jóhannis Danielsen, ph.d. í lívfrøði og granskari á Havstovuni, vann snarrøðukappingina á Vísindavøkuni, sum var í Runavík fríggjadagin 23. sept. Hann røddi í 150 sekund um havhest, sum reiðrast í Føroyum

Sølan av klæðum og fótbúnaði hevur verið væl lægri enn miðal undanfarin ár, men vaksandi prísirnir hava ikki broytt gongdina í sølu av mati og húsbúnaði

Laksaprísurin var í desember 2020 heilt niðri á 29 kr./kg., men er vaksin stórliga síðani, og setti í endanum av apríl 2022 met, tá spotprísurin á fishpool.eu var 95 kr./kg. Spotprísurin á laksi er í løtuni nærri 46 kr./kg

Føroyskir ráðgevar vilja hava politiskar langtíðarætlanir fyri, hvussu føroyska samfelagið skal útbyggjast og mennast fleiri ár fram í tíðina

Veiðan verður løgd upp í Vestmanna og Fuglafirði

- Tað hevur gingið so mikið væl við dokkingini av Smyril, at størsti parturin av arbeiðinum er liðugt, eina heila viku fyrr enn ætlað, sigur SSL

Tað verður nógvur vindur serliga í morgin og ovurmorgin

Globe Tracker, við føroyskum eigarum á odda, bleiv fyri løtu síðani kosin Ársins íverkseti 2022. Globe Tracker framleiðir útgerð og mennir forrit til sporing, eftirlit og stýring av bingjum

20. september 2022 gjørdi Bakkafrost avtalu við partaeigararnar í P/f Faroe Seafood 2011 um keyp av øllum partapeninginum í felagnum

- Av kaðalbreki liggja partar av Havnini í streymloysi. Arbeitt verður við at finna brekið og kobla um, sigur SEV

- Í mong ár hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag sóknast eftir einum dagførdum vinnupolitikki frá politiska myndugleikanum

Greiningin frá P/F Januar, um tær størru fyritøkurnar, vísir at tað er ein vøkstur innan nettosølu og rakstraravkast millum tey 20 feløgini í greiningini. Vøksturin innan nettosølu er 12,8%, ið er ein stórur vøkstur, sigur Januar

Ímeðan bruttovinningurin minkaði vuksu útreiðslurnar til lønir. Úrslitið var munandi verri í fjør enn undanfarnu nógvu árini

Privata nýtslan er ein týdningarmikil partur av føroyska búskapinum. Í stødd er privata nýtslan á støði við vøruútflutningin og vøruinnflutningin og gongdin í privatu nýtsluni hevur stóra ávirkan á BTÚ-vøksturin

Fyrra hálvár í ár hevur Betri Trygging rindað 142 milliónir kr út í skaðaendurgjøldum. Hetta er væl meiri enn fyrra hálvár í fjør

Danska stjórnin fer at áseta avgjald á 13 krónur á allar flogferðaseðlar til flogfør sum fara úr donskum floghavnum – bæði viðvíkjandi innanríkis- og uttanríkisflúgving

Í kunngerðini um fiskiskap eftir norðhavssild í 2022 eru 3.500 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir. Fiskimálaráðið fekk átta umsóknir um part av kvotuni – tilsamans varð søkt um 7.600 tons.

Í juli 2022 vóru 27.837 løntakarar í Føroyum og er tað methøgt. Samstundis er arbeiðsloysið metlágt

Í gjár vitjaði løgmaður virkið hjá Bakkafrosti í New Jersey. Síðani 2018 hevur føroyska alifyritøkan havt eina sølu- og framleiðsludeild í USA. Hanus Jacobsen greiddi frá virkseminum hjá Bakkafrosti í USA

Seinastu 20 árini er heilivágssølan hjá apoteksverkinum vaksin úr 118 til 292 milliónir krónur. Størsti vøksturin er hjá alivinnuni, sum fyri 20 árum síðani lá um 20 milliónir krónur um árið