Best er manni at biðja, tá hann er sjálvbjargin
- Føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Belgia, Bulgaria, Frakland, Italia, Holland, Týskland, Eysturríki, Turkaland og seinast Svøríki steðga allari flúgving úr Bretlandi

Heimsins størsta felag, Carnival Corporation, hevur longu selt 18 skip – fleiri av teimum eru farin til upphøggingar

- Vinningurin liggur í avleiddum vinnum, sigur landsstýrismaðurin

Amerikanskir flogferðslumyndugleikar halda at Federal Aviation Administration og Boeing hava roynt at krógva týðandi kunning, sum kann hava viðvirkað til tvær flogvanlukkur við 737 Max-flogførum

Ársritið hjá Havstovuni, sum við orðum og myndum lýsir stóran part av virkseminum seinasta árið, er nú komið

Hvørjar dálkingarkeldur frá oljuvinnuni geva fiskinum DNA-skaðar? Allar av teimum, sum granskararnir kannaðu. Nú skula arbeiðsháttir frá krabbameins granskingini geva fleiri svar

Við vindmyllulundini í Porkerishaga økist burðardygga elorkuframleiðslan í Suðuroy munandi

Hósdagin 17. desember 2020 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var Beinir Debes við bátinum Annie úr Froðba, sum vann lutakastið

LÍV er fyrsti tænastuveitari, sum fær Talgilda Samleikan uttan fyrst at hava MínLykil. Kundar hjá LÍV kunnu nú brúka sín Talgilda Samleika og rita inn á Mítt LÍV, umvegis nýggju heimasíðuna hjá LÍV

Norska Sjøfartsdirektoratet váttar fyri E24 at allar ferjurnar og snarbátarnir hjá Boreal hava fingið boð um at koma til lands eftir eina revisjón

- Støðan hjá línuflotanum er hættislig, og løgtingið ger einki. Tað sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, við Útvarpið

Á hesum fyrsta túrinum hjá Jákup Sverra 9. - 11. desember var endamálið at kanna brisling í Tangafirði og á Skálafjørðinum

Tað sær út til at blíva ein afturgongd í sølu hjá bæði ísfiskalínuskipunum og frystilínuskipunum samanborið við 2019, skrivar Norðlýsið

Húskir við skuldarlutfalli omanfyri 5 eru vorðin fleiri í tali í 2018 í mun til árið fyri. Somuleiðis eru húskir við skuldarlutfalli millum 3 og 4 økt eitt vet síðani 2014

Í 1995 skyldaði hvør føroyingur í 40 ára aldri, sum hevði skuld, í miðal 250.000 kr. Í 2019 er skuldin tvífalt so stór hjá hvørjum føroyingi

- Í avbjóðingini hjá føroyskum nethandlum at kappast ímóti risastóru altjóða nethandilsketunum leggja føroyskir politikarar stein omaná byrðu heldur enn at skapa karmar fyri javnbjóðis kappingarfortreytum

- Pappeskjur, gávupappír, ljósketur, perur, battarí og ikki at gloyma fýrverk. Við jólahøgtíðini og nýggjárinum fylgir sera nógv burturkast

- Tunnilsfelagið væntar, at eitt munandi ískoyti til raksturin kemur frá ferðafólki í Føroyum

ĺ seinastu útgávu av podvarpinum Mikrofonin tosar verturin Búi Tyril við Nikláa Nysted

Einnýtishandskar, masku, verndarbrillur og blæu. Tað skulu flogternurnar nýta, tá ið tær eru til arbeiðis í Kina

Fíggjareftirlitið var í juni í ár á regluligari eftirlitsvitjan í Norðoya Sparikassa. Nú er frágreiðingin frá vitjanini kunngjørd

- Í hesum umfarinum vantaði serliga at fáa upplýsingar og roðsluroyndir úr Suðuroy, Vágum og Norðoyggjum, sigur Unn V. Johannesen, lívfrøðingur á Fiskaaling

Fiskimenn úr ES-londunum kunnu verða útihýstir úr norskum sjógvi um ikki ein fiskiveiðiavtala millum Bretland, ES og Noreg kemur uppá pláss í hesum árinum

Í mars í ár stovnaðu Rúni Lobo Festirstein og Benjamin David Holloway bátasmiðjuna, Brim Boats. Skjót er arbeitt, tí longu nú hava teir gjørt eina prototypu, ella eitt frumsnið, av einum skjótgangandi báti, skrivar KVF

Konteynaraskipið MV One Apus var á veg úr Kina til USA og kom í illveður við Hawaii og misti 1816 konteynarar fyri borð

Airbnb er nú vert 86 milliardir dollarar

Fyritøkan handan føroya mest brúktu orðabøkur á netinum hevði eina millión í vinningi í fjør

Virkir og skip, sum útflyta til Kina, eru á einum góðkendum lista, men nú skulu eisini rávøruveitarar og landingarmiðstøðir á kinalistan

ES kommissjónin (DG SANTE) vil tryggja at føroyskar fiskavørur lúka heilsufrøðiligar treytir

Felagið Climeworks fer at byggja eitt direct air capture-verk, sum árliga skal reinska 4.000 tons CO2 beinleiðis úr luftini

Federal Trade Commission (FTC) og 48 deilstatir saksøkja netrisan fyri brot á kappingarlógina

Í morgun fór Jákup Sverri fyrsta rannsóknartúrin fyri Havstovuna. Á hesum fyrsta túrinum er endamálið at kanna brisling í Tangafirði og á Skálafjørðinum

Í september var regluligt eftirlit hjá BankNordik, og í tí sambandi kannaði Fíggjareftirlitið útvald útlán hjá vinnukundum í Føroyum og Grønlandi

Føroya Skipara & Navigatørfelag hevur enn einaferð gjørt vart við skeivleikarnar í ALS skipanini, tá tað ræður um útgjald til okkara siglandi fólk, tá arbeiðsloysið – havarí og ikki minst covid gjørdi um seg

Føroyar og Grønland skrivaðu í gjár undir avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2021

Bravo Golf Spf (Nordixis) hevur yvirtikið Local.fo, ein miðil sum er kendur fyri at bera tíðindi um Føroyar á eingilskum máli

Blaðstjórin á Dimmu segði í grein at orsøkin til, at Posta hevur koyrt kostnaðin av útberingini upp síðani 2017, er tí "man hevur havt ein miðlastuðul inni í myndini"

Koronavaksinan fer tó ikki at bøta ringastu skaðarnar av koronatiltøkunum aftur í bræði

26 skeiðsluttakarar frá ferðaleiðaraskeiðnum í Vestmanna vóru mikudagin í farnu viku í Vinnuhúsinum og fingu innlit í vinnulig viðurskifti

Týska flogfelagið Lufthansa minkar sín starvsfólkahóp við 29 000 av heimsfarsóttini

Hóast oysandi regn í Klaksvík í dag sá tað út sum maður var farin av húsi at keypa tað góða grønmeti úr Miðstovuni á Sandi

AUKI hevur ment eitt fyribyrgjandi kostískoyti, sum inniheldur reint fucoidan, ið styrkir órinsskipanina og verjir móti smittu og virus

Svøvnurin hevur ikki verið nógvur í nátt, viðgingu teir báðir Tummas við Skipá og Tróndur Hentze Sørensen, tá teir vitjaðu Góðan Morgun Føroyar stutt eftir kl 8

Anders Holch Povlsen, sum eigur og er stjóri í Bestseller-samtakinum, er ríkasti maður í Danmark

Í dag er aldursmarkið hjá teimum alment settu 70 år, men norska stjórnin skjýtur upp at tað verður hækkað til 72 ár

Hevur fleiri ferðir ávarað um, at tað fór at henda, tí fiskingin er ikki burðardygg

6,8 milliardir krónur restaðu í

Korona og minni ferðing hevur broytt atburðin hjá føroyingum – nógv fleiri pakkar enn vanligt skifta hendur

Bretskir pubbar sum ikki servera mat, fáa 1.000 pund, ella 8292 krónur, í hjálp frá myndugleikunum í desember

Bretskir mobiloperatørar sleppa ikki at installera 5G-útgerð framleidd av Huawei frá og við september i 2021