Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá mai 2021 til apríl 2022 var 10,5 milliardir krónur. Hetta er 27% vøkstur frá undanfarna skeiði

Nýggja skipið hjá felagnum Ango er á Havnini. Skipið er keypt úr Íslandi og ber navnið Hoffell í løtuni

Talan er um størstu rentuhækking síðani 1994, men hækkingin er bæði søgulig og væntandi

Prísurin á olju heldur fram at hækka. Nú kosta 1000 litar av olju til hús næstan 13.000 kr., samstundis sum prísurin á bensini er 15,48 kr. og á diesel 13,74 kr. fyri liturin, skrivar KVF

- Skulu vit skapa vøkstur og menna vælferðarsamfelagið burðardygt, krevur tað eitt meira savnað útbúgvingarverk og ein fjølbroyttari og rúmandi arbeiðsmarknað

Ferðavinnupolitikkurin er samtyktur av býráðnum og er tí grundarlag undir øllum arbeiði frameftir at styrkja vinnuferðavinnuna í høvuðsstaðnum

- Av hesum stavar ein milliard frá vinnuferðavinnuni, stendur millum annað í frágreiðingini hjá Vakstrarforum

Síðani seinnapartin í dag hevur løgreglan verið umborð á grønlendska trolaranum Avataq og hevur funnið stóra nøgd av hassji. Neyvt 23 kilo

Ein bitcoin er í dag verd undir 25.000 dollarar. Tað er lægsta virði síðani síðst í 2020

Saxo Bank verður fyrsti bankin í Danmark, sum strikar negativu rentuna hjá privatkundum

Higartil sær heimligi eftirspurningurin ikki út til at vera stórvegis ávirkaður av rentu- og inflasjónshækkingum umframt óvissuni um avleiðingarnar av krígnum í Ukraina

A.P. Møller-Mærsk er farið undir at hava samrøður við yvir 350 kvinnur sum sigla við skipum hjá reiðarínum

Eitt samtak við 25 altjóða fyritøkum og stovnum undir leiðslu av føroysku fyritøkuni Ocean Rainforest hevur fingið slakar 70 milliónir krónur í fígging frá Horizon Europe til verkætlan

Umhvørvisstovan hevur nú givið trý dagførd sjókort út av nýggjum, ið skip og bátar eiga at brúka, so tey kunnu sigla trygt

Fyritøkan hevði 4 mió kr í vinningi eftir skatt í fjør, bara árið frammanundan var betri í søguni hjá felagnum

Umsetningurin í ferðavinnuni fer væntandi at seta met í ár. Tað vænta nøkur av leiðandi fólkunum í ferðavinnuni, sum vóru í Breddanum fyrrapartin

Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig víðari. Byggifyritøkan HVT byggir fyri Bústaðir, og Kontrast Arkitektar hava teknað verkætlanina

Danmark er tilreiðar at hjálpa kreppurakta SAS, segði danski fíggjarmálaráðharrin Nicolai Wammen á tíðindafundi í dag

Úrslitið fyri 2021 hjá samtakinum bleiv 52,0 mió.kr., í mun til 53,4 mió.kr. í 2020

Hesi seinastu árini hevur Kalsoyggin sæð stóran ferðafólkavøkstur og útlit eru til, at hesin vøkstur fer at halda fram

Tveir altjóða serfrøðingar eru gestir í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna, sum greinar altjóða støðuna og útlitini fyri alilaksaídnaðin

Danskir politikarar bera ótta fyri, at Keypmannahavn fer at missa sína støðu og arbeiðspláss um SAS fer á heysin, skrivar DR

Talan er um brunnskipið Bakkafossur hjá Bakkafrost, sum lastar samanlagt 10.000 tons, 7000 tons í lastatangum og 3000 tons í bunkerstangum, harav meginparturin er vatn, sum verður framleitt umborð burtur úr sjógvi, skrivar Norðlýsið

Tann svenski staturin er ikki sinnaður at hjálpa SAS, sum er hótt av milliardskuld, og roknar staturin tí við at skulu eiga minni í flogfelagnum

Enniberg væntast at vera á Havnini mikumorgunin við 917 tonsum av rækjum, sum er størsta rækjulast, sum nakrantíð er landað í Føroyum, skrivar KVF

Harvið eru seinastu føroysku sílini tikin av

Forsíðugreinin í Børsen leygardagin umrøður norska børsin, har serliga olju- og alipartabrøv eru økt í virði í ár, hóast órógv og tap á flestu øðrum marknaðum

Í ársfrágreiðingini sæst, at støðan hjá einum av stóru kundunum er hótt og tað kann møguliga ávirka Thor

Mowi rindaði 14,4 mió kr í partafelagsskatti og 52, 6 mió kr í lønum til tey 77 starvsfólkini. Eigararnir tóku 186 milliónir í vinningsbýti

Veðrið verður gott og hartil góður streymur

Keypsskálin í Oslo hevur fyri kortum gjørt eitt nýtt burðardygds-indeks, ið hevur til endamáls at hjálpa íleggjarum til at fremja meira burðardyggar íløgur

Eftir nøkur ár við broytingartilgongdum og smærri rakstrarligum yvirskotum, kundi Elektron á aðalfundi í gjár tann 1. juni framleggja besta rakstrarliga úrslit higartil

Miðað verður eftir at seta gongd á verkætlanina um pumpuskipanina í summar, upplýsir Kári Johansen, stýrisformaður í SEV, fyri KVF

Farmaskipið Nordic Crystal er nú skrásett í FAS. Tað er Sp/f Thun Føroyar, ið eigur skipið

Russiska gassfelagið Gazprom steðgar við at lata gass til Ørsted frá 1. juni, upplýsur danska felagið

Fleiri lond - millum annað Kina og India - eru til reiðar at keypa russisku oljuna, sum ES ikki vil hava

Tvey samráðingarumfør um makrel vera í juni, 8. og 9.juni og 22. og 23.juni. Hetta eru fjórða og fimta samráðingarumfar, síðani strandarlondini byrjaðu at samráðast í Havn í september í fjør, skrivar KVF

Heri Kjærbo, starvsfólkaleiðari hjá Articon, greiðir frá avbjóðingum og møguleikum nú so nógvir útleindgar arbeiða í Føroyum

Trupla atgongdin til rávøru ávirkar raksturin

Hetta er besta úrslit nakrantíð hjá felagnum

Men hjá fleiri er smáttfallandi

Ein týðandi partur av farminum umborð á Dreamliner-flogførunum hjá nýggja norska flogfelagnum Norse Atlantic verður feskur alilaksur

Niðurlendska flogfelagið KLM sigur í dag at øll søla av ferðaseðlum við fráferð frá Schiphol í Amsterdam steðgar til mánadagin

Býráðið samtykti í kvøld nýggjan ferðavinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu, sum fevnir um árini 2022 til 2026

Allir partar hava í dag góðtikið semingsuppskotið og hava undirskrivað ein tvey ára sáttmála

Posta hevur í dag kunngjørt ársroknskapin fyri 2021. Aftur í 2021 hevði Posta vøkstur í søluni, sum var 127 mió. kr., ið er mesta søla, Posta hevur havt, síðan felagið gjørdist partafelag

Nøgdin, sum Vónin savnar saman til endurvinning, skal vera størri enn nøgdin av trolum og alinótum, ið fyritøkan selir. Soleiðis gerast bæði Vónin og kundarnir partur av einum burðardyggum vinnulívi

BankNordik hevur í dag boðað keypskálanum frá, at ársúrslitið eftir skatt væntandi fer at vera 160-190 mió. kr. í staðin fyri 130-160 mió. kr., sum metingin var við ársbyrjan

- Av serligari ørsøk er móttøkan av nýggja skipinum, sum kemur til Sands, úttsett til í morgin, týsdagin kl 17.00, boðar reiðaríið frá

Nú kunnu fyritøkur lata ávíst avlopstilfar, so sum vindeygu og hurðar, beinleiðis til Dugna uttan kostnað. Hetta er eitt týdningarmikið stig hjá byggivinnuni at gerast meira burðardygg