Best er manni at biðja, tá hann er sjálvbjargin
- Føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Tað var ikki sørt ørkymlandi at staðfesta, at hóast nýggja landsstýrið sigst hava framskrivað meginpartin av fíggjarlógaruppskotinum frá farna landsstýri, so hevur nýggja landsstýrið valt at minka serlæknapuljuna

Undir munnligum fyrispurningum í spurningi um elbilar, segði Jørgen Niclasen seg hava hoyrt, at ein elbilur var komin inn á Brennistøðina, sum ikki visti, hvat hon skuldi gera við elbilin

- Vit senda áhaldandi børn av landinum, sum vit ikki megna at taka okkum av í Føroyum. Børn, sum av einari ella aðrari orsøk ikki kunnu vera hjá sínum foreldrum

Bókadeildin gevur út sjey bøkur í ársins fyrsta bókaumfari

Á hugnaligari samkomu á Vinnuháskúlanum í dag, mikudagin 15. februar, fingu 2 maskinmeistaralesandi prógv handað

"Einar seks fíggindaligar ballónir" eru sæddar yvir høvuðsstaðnum Kyiv seinnapartin í dag. Tær "flestu" eru skotnar niður av ukrainsku loftverjuskipanini

Læknavaktin verður styrkt soleiðis, at hon fær betri møguleikar at taka sær av teimum, sum ringja 1870, tá ið tey hava tørv á bráðfeingis hjálp til sálarligar trupulleikar

Sambært turkiskum myndugleikum eru yvir 50 000 bygningar oyðilagdir ella illa farnir av jarðskjálvtanum

Russland hevur sambært eini frágreiðing tikið fleiri túsund ukrainsk børn til legur fyri politiska umskúling. Kanningarfólk hava eisini fingið prógv um hervenjing

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, var í dag á fyrsta sinni við fylgi á fundi við biskup og Stiftsstjórnina um kirkjumál

- Tað er gott, at fleiri húsarhald leggja um til varandi orku. Tað ger mun. Men tað sigur seg sjálvt, at landið, sum eigur so nógvar bygningar, eisini má gera sítt

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum fegnast um, at skjøtul nú er settur á, at loysa trupulleikarnar, sum hava verið á nógvum dagstovnum kring landið

52 ára gamla Sturgeon hevur verið forsætisráðharri síðani í november 2014, sum er tað longsta nakar hevur sitið í sessinum

Tað eru 33 munnligir fyrispurningar tilsamans

Landsstýrið hevur biðið løgtingið um loyvi til at læna 350 mió. kr. til at fíggja møguligt gjaldførishall landskassans í 2023, skrivar KVF

Í Tórshavnar kommunu er skjøtil setur á at stovna eitt yvirskipað næmingafelag, sum umboðar allar skúlarnar í kommununi og arbeiða víðari við at seta á stovn eitt landsfelag, skrivar Skúlablaðið

– Vit hava kt-trupulleikar sum ávirka fleiri ymiskar flogvallir. Talan er um trupulleikar viðvíkjandi innskriving og boarding, sigur Sandra Kraft, pressukontakt hjá Lufthansa við VG

- Undanfarnu viku legði fyrrverandi vatnmeistari, Janus Sørensen, árarnar inn, 87 ára gamal

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, hevur raðfest fiskiveiðieftirlit í uppskotinum til fíggjarlóg 2023, sum er lagt fyri Løgtingið

Kapitalhækkingin skal brúkast til at seta meiri ferð á taraling í norðurhøvum og í Kyrrahavinum við amerikonsku vesturstrondina

Klaksvíkar Sjúkrahús fylti 125 ár fyrr í mánaðinum. Næstan helvtina av hesum langa tíðarskeiði hevur sjúkrahúsið havt Jens Jacobsen á lønarlistanum

London, New York, Shanghei, Jakarta, Keypmannahavn og fleiri aðrir stórir býir kunnu rakast meint av at havið hækkar, sambært ST-aðalskrivaranum António Guterres

- 500 túsund kr. afturat til FMX, 500 túsund til nýggja stuðulsskipan til tónleikavinnu, og játtanin til Filmshúsið veksur upp í 2 mió. kr.

- Ofta kenna fólk seg slept upp á fjall, tá tey skulu finna røttu orkuloysnina. Trupult er at vita, nær talan er um ráðgeving, og nær talan er um sølu

Eg fegnist stórliga um, at tað nú eru raðfest fleiri bú- og umlættingarpláss á almannaøkinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum

- Hetta skaðar rættarkensluna og trygdina í Føroyum

- Landsstýrið, sum sat undan hesum, skeyt upp at seta 5 milliónir kr. av til bergholið í hesum árinum, men á fíggjarlógaruppskotinum, sum var lagt fram í dag, er játtanin skerd niður í 1 millión krónur, skrivar KVF

- Miðalaldurin á ferjunum hjá Strandferðsluni er ov høgur, og tær lúka ikki nútímans krøv, hvørki til ferðafólk ella manning

Fylgjandi kunning er latin Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum

- Skilji millum reglurnar at eg havi traðkað á eitt ”líktorn”

- Grein er júst útgivin í International Journal of Cancer

Hóskvøldið 16/2 kl. 19.00 verður kunningartiltak á Miðnámi á Kambsdali um útbúgvingarnar á gymnasialum miðnámsstigi, sum skúlin bjóða

Katar fer at senda 10.000 mobilar bústaðir, sum vóru brúktir undir HM í Katar, til Turkalands. Tað skrivar Sky News

- Eg fegnist um, at tað eisini verður møguligt, at skipa fyri dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi. Fyri einstaka sjúklingin hevur tað stóran týdning at sleppa undan drúgvari ferðing tríggjar ferðir um vikuna

- Tá eg síggi hvussu jánkasligt og fátæksligt føroyska úrslitið mangan er, tá hugsi eg meir enn so, at framtíðin er ikki á føroyskum. Hon er antin á donskum ella á enskum

- Umleið 80 familjur kunnu fáa heit klæði, neyðsynjarvørur og tak yvir høvdið fyri tí hálvu milliónina vit lata til økið í dag

Fyrrverandi ST-sendikvinnan hjá USA, Nikki Haley, hevur boðað frá í video á Twitter, at hon er valevni hjá Republikanarunum

Jarðskjálvtarnir í Turkalandi og Sýria eru ringasta náttúruvanlukka sum hevur rakt Europa í 100 ár, staðfestir Heims Heilsustovnurin (WHO)

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2023 hevur 141 mió. krónur í avlopi, og ríkisveitingin minkar 25 mió. krónur

Fimm íbúðir, sum Bústaðir hevur bygt á Steigarbrekku í Sandavági, eru lidnar, og eru tær bodnar til leigu eftir bíðilistanum hjá Bústøðum

Í sambandi við Valentinsdagin hava nakrar ukrainskar kvinnur gjørt video, har tær siga, at tær vilja ikki hava blómur

Sølan hevur drigið út, men nú er alt komið uppá pláss, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK, við Norðlýsið

- Um vit fara at trífalda ferðaseðlaprísirnar hjá útlendingum við bussum og skipum, so kann ein avleiðing verða, at ferðavinnan í útjaðaranum dettur niðurfyri

- Tað hevur ongantíð verið so ringt veður fyrr, tað fólk vita um, siga myndugleikarnir

Einangran er aftur við nýggjum staklagi “Eygu míni” frá teirra komandi plátu

Framsýning av handarbeið, mótashow, café og opið hús á Húsarhaldsskúla Føroya týsdagin 14. februar

- At løgmaður hevur tikið ræði á Dennis Holm í samband við eina 10-15 milliarda skuldarbinding, er væl skilligt, so vónast kann at hann ikki kemur at fremja enn fleiri skandalur

Liverpool sigraði í dystinum móti Everton við tveimum málum móti ongum á Anfield í kvøld

Tað er framvegis nógv vit ikki vita um objektini, USA hevur skotið niður seinastu dagarnar. Men tekin er ikki um, at objektini eru send higar uttanífrá rúmdini

WHO váttar at heimsins fyrsta útbrot av Marburg-virusinum er staðfest í vesturafrikanska landinum Ekvatorguinea