Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King

Á eyka aðalfundi hjá Kost- og Føðslufelagnum tann 27.august 2025 varð nýggj nevnd vald

Russar gevast við fiskivinnusamstarvinum við Noreg, um Noreg ikki setur úr gildi boykott av russisku skipunum

- Um Føroyar skulu vinna á altjóða talvborðinum, mugu vit spæla okkara egnu leikir. Vit vinna ikki við at kopiera leikir hjá øðrum, tá ið tað ræður um at tryggja kappingarføri Føroya

- Sp/f Opus heldur fram sum áður við somu høgu góðsku og førleika innan fiburnet, sjónvarpsloysnir og aðrar tekniskar veitingar – til bæði vinnulívið og privatkundar, sigur felagið

Ársfundurin og ráðstevnan hjá IFSMA vóru framúr væleydnað, og FSN fekk nógv føgur orð í talunum undir endaborðhaldinum fríggjakvøldið

Av einum forritanarfeili kunnu tólini í fleiri Toyota modellum knappliga gerast svørt. Bæði ferðmátarin og ávaringarljósini hvørva

Rakstrarúrslitið í øðrum ársfjórðingi 2025 fyri alt Bakkafrost samtakið var 65 milliónir krónur, samanborið við 388 milliónir fyri annan ársfjórðing í fjør

Størsta arbeiðsloysið var í Suðuroyar øki við 2,5 prosentum. Hetta er óbroytt samanborið við sama mánað í fjør

Hetta er 0,1 prosentstig lægri enn árið fyri. Arbeiðsloysið er minni hjá kvinnum, og yngsti aldursbólkur hevur minst arbeiðsloysið

Í gjár hevði Hanus Hansen eisini 67 ára føðingardag, og tað var fleiri ferðir, at sangurin ”Til lukku til tín” rungaði frammanfyri Fish & Chips bygninginum

- Stórur partur av plássunum sum eru tøk eru longu umbiðin, uppýsa fyrireikararnir

- So eru maskinurnar til Fish and Chips royndarkoyrdar, og alt gekk, sum tað skuldi – vælsmakkandi Fish and Chips í heimsklassa!

Hanus Hansen hevur á hvørjum ári bøtt munandi um umstøðurnar at kóka Fish & Chips á sjómannadegnum (Mynd: Dávur Winther)

Fyrra hálvár 2025 var úrslitið eftir skatt 16,6 mió. kr. sammett við 25 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør

Sirið Stenberg hevur lagt uppskot fyri tingið, sum snýr seg um at tað nú skal bera til at seta Murman Seafood á svartalista í Føroyum. Hetta heldur Tórbjørn Jacobsen lítið um

- Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum

- Tørvur er avgjørt á størri støðufesti í fiskivinnupolitikkinum. 2019-lógin hevði nógv lýti, men gav tryggleika og hevði við sær íløgur fyri meira enn 3 milliardir krónur

- Um vit missa russlands-sáttmálan, so verður tað ógvisligt fyri nøkur reiðarí. Formaðurin í Føroya Reiðarafelag stendur spyrjandi og skilir ikki orsøkina til lógaruppskotið

Tað er framvegis eldur umborð á konteynaraskipinum Mariu Mærsk, men Mærsk sigur, at tamarhald nú er á eldinum

Havbúnaðarfelagið heldur, at alifyritøkurnar eiga at kunna keypa vørur frá øðrum veitarum enn Apoteksverkinum, so at prískappingin verður størri

Í vikuni skipar danska verjan fyri messuni DALO Industry Days. Eisini føroyskar fyritøkur luttaka

Samlað varð útflutt fyri 12,8 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá juli 2024 til juni 2025. Tað er 269,4 milliónir krónur meira enn undanfarna skeið

Innflutt varð fyri 10,5 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá juli 2024 til juni 2025. Tað eru 532,4 milliónir krónur, ella 4,8 prosent, minni enn undanfarna skeið

- Tænastubannið var óheimilað, sigur Fasti Gerðarrættur, men tað merkir nettupp, at SSL-sáttmálin skal haldast. Tað verður hann ikki, fyrr enn ein avtala um flokking er gjørd og greiða er fingin á øllum ivaspurningum

Í annaðkvøld kl. 19.30 verður Fiskivinnuting í Varpinum. Norðlýsið stroymir Fiskivinnutingið, sum Føroya Sjómannadagur fyriskipar

Sólrun og Lars ætlaðu at bjóða úrvalstúrar til Føroya, men nú nøkur ár eru liðin rigga tey av

Veðrið verður gott og fiskamarknaðurin væntar nógvan fisk upp á land næstu vikuna

Flest starvsfólk løgdust afturat vinnugreinuni "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða" samanborið við sama mánað árið fyri

Jakob Dirksen, sum hevur drúgvar royndir á fjarskiftisøkinum, er nýggjur nevndarformaður í P/F Net. Hann tekur við eftir Hákun Steingrímsson, ið andaðist í síðstu viku, og sum hegnisliga røkti hetta starvið í fleiri ár

Í juli vóru 350 fólk fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað í fjør. Tað er ein vøkstur á 1,2 prosent. Flest fólk eru løgd afturat fiskivinnuni og almennu vinnugreinunum

- Hálvársúrslitið hjá Trygd er ávirkað av metlágum skaðaútreiðslum. Eingin heilt stórur skaði varð fráboðaður, og eingin størri skaðaódn hevur verið higartil í ár

 

Keldur, ið Kringvarpið hevur tosað við, meta, at LÍV-samtakið tilsamans hevur sett meira enn 100 milliónir krónur í Globe Tracker

- Fíggjarmálaráðið vil hava Fasta Gerðarrætt at skundviðgera tænastubannið hjá manningarfeløgunum mótvegis Galaxy, og gerðarrætturin kemur saman klokkan 21 í kvøld at viðgera umbønina

- Í komandi viku byrjar eitt nýtt tíðarskeið á Kalsoyarleiðini, tá Teistin fer at avloysa SAM, sum so fer at verða tøkur fulla tíð til aðrar uppgávur

Perplexity AI bjóðaði týsdagin Google 34,5 milliardir dollarar fyri Chrome-kagan, sum Google-eigarin Alphabet helst noyðist at selja

Poul Hansen samtakið hevur framt ymiskar bygnaðarbroytingar og sett tveir nýggjar stjórar, sum skulu reka framtíðarvirksemið hjá samtakinum

- Viðgerðartíðin av arbeiðs- og uppihaldsloyvum er aftaná yvirtøkuna í heyst vorðin alt ov long, og tað rakar vinnuna og fólkini. Skjót átøk mugu gerast, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag

Danski orkurisin Ørsted hevur aftur fingið trupulleikar í USA

Nesbakk er eitt av stóru norsku línuskipunum, sum í hesum døgum royna við Føroyar

Ein trolbátur liggur, tí fiskidagarnir eru uppi

Tað sigur Einar Waag frá Føroya Bjór, tá ið spurt verður, hvussu sølan gongst av alkoholfríum bjóri og tá serliga nú festivalarnir eru

Í tveir dagar hevur Jóhan Jógvansson, bóndi í Saksun, havt ein spurning til "Visit" um einar 30 italskar húsvognar, sum koyra rekkjukoyring gjøgnum Saksunardal og um náttina parkera og sova við Glasir

- Dampur sum í dag verður framleiddur við tungolju skal framyvir framleiðast við vindi - nýtslan av streymi frá SEV verður ikki minni

Umvælingin av skaðanum á SHEFA-2 kaðalinum millum Orkney og Skotland er nú liðug, og kaðalin varð settur aftur í rakstur fyrr í kvøld

Hollywood-stjørnan Samuel L. Jackson lýsir nú fyri einum nýggjum og øðrvísi átaki: Hann selur tara, ið veksur millum vindmyllur í donskum sjógvi

Roknað var við at fáa 130 millónir kr., men tá avtornaði var vinningsbýtið 67,5 milliónir, skrivar KVF

​​​​​​​Føroya Banki kunnger í dag roknskapin hjá samtakinum fyri fyrra hálvár, ið royndist væl á øllum virkisøkjum. Avlopið var 154 mió. kr. eftir skatt, sum er betri enn upprunaliga væntað og merkt av stakinntøkum

Eitt av oddvitunum innan gastronomiska økið í Føroyum, men sanniliga eisini í øllum ríkinum, høgt virdi matstovuleiðarin á Søllerøde Kro, Jan Restorff, er deyður, einans 57 ára gamal, skrivar KVF

Nógv færri útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, fáa nú makan og børn við sær til Føroya, tí inntøkumark er sett á, skrivar KVF

Ein treyt frá booking.com var, at hotellini ikki bjóðaðu betri prísir á egnari heimasíðu. Men tað er ólógligt, sigur ES dómstólurin

# #