Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hesa vikuna er føroyski landsliðshópurin í frælsum ítrótti á venjingarlegu hjá Sólorku í Spania

Seinasta vikuskifti var fyrsta umfar í FM í dart. Fríggjakvøldið spældu tey undir 18 ár og har vóru 6 luttakarar við

Runt alt landið gingu og runnu okkurt um 300 rennarar í góðveðrinum í gjár. Føroyar renna er rørslutiltak, sum ítróttafelagið Bragdið og Tórshavnar kommuna skipar fyri

Nú tað bert mangla tvey umfør av ársins FM-kapping í talvi, er tað greitt, at tað nú bert eru tveir telvarar, sum hava møguleika at vinna føroyameistaraheitið hjá teimum vaksnu

Í farna mánað var Terji Nielsen til endaligu próvtøkuna, og hevur nú tikið prógv sum “Trygdarovasti A+”

Høgni Egilstoft Nielsen er nú einsamallur á odda í FM-kappingini í talvi, sum í hesum døgum verður telvað á Eiði

Venjarin hjá U17-landsliðnum við dreingjum, Eyðun Klakstein hevur úttikið 20 spælarar til UEFA menningarkapping, sum verður í Estlandi mánaðarskifti apríl-mai

Kappingin er at kalla skrædnað í helvt í landsliðsbólkinum, eftir at 3. umfar hevur verið á skránni í dag

Nú tvey umfør eru telvað av føroyameistarakappingini í talvi, eru tað Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol, sum hava lagt seg á odda í landsliðsbólkinum

Leygarkvøldið var gallaveitsla í bygdarhúsinum í Kollafirði, har ársins bestu flogbóltsleikarar vóru avdúkaðir. Tað eru venjarar og liðformenn á liðunum í Føroya Tele-deildunum, sum hava valt

Føroyska U16-landsliðið við gentum megnaði at venda einum hóttandi stórtapi til sigur, tá tær í seinasta dystinum í UEFA menningarkappingini vunnu samanlagt 8-7 á Norðurmakedónia

Hóast talan gjørdist um greiðan sigur til Norðurírland, var talan um eitt góðkent liðavrik hjá føroysku gentunum

Stephan Petursson, Georg Nolsøe Rasmussen og Jóhan Petur Michelsen hava fingið prógv sum dómaraeygleiðarar

Fyrstu leikirnir vórðu í dag fluttir við 51. føroyameistarakappingina í talvi, sum í hesum døgum verður hildin á Eiði

Fyrrapartin var Kim Engstrøm, venjari hjá besta mansliðinum hjá HB, á vitjan hjá borgarstjóranum í Havn

Føroyska U16-landsliðið við gentum spældi hósdagin annan dystin í menningarkappingini í Bosnia-Hersigovina. Og sjálvt um tað endaði við teprum 1-0 sigri til heimagenturnar, so var talan um eitt framúr føroyskt avrik

Øll málini í 1. umfari í Løgmamssteypinum 2022

Tað eru Ítróttafelagið Bragdið og Tórshavnar kommuna, sum skipa fyri stóra rennitiltakinum, tá fólk kring allar Føroyar renna

Føroyska U16-landsliðið við gentum spældi týsdagin fyrsta av trimum dystum í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er í Bosnia-Hersigovina. Mótstøðuliðið var Slovenia, sum vann 1-0

SÍ vann seinnu finaluna ímóti Fleyr, men tá alt skuldi avgerast við gullsetti, vóru havnakvinnurnar stinnari og fóru avstað við gullinum

Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya hava í dag endurnýggjað stuðulsavtaluna sínámillum, so at Atlantic framhaldandi er høvuðsstuðul SSF

FM í einmansleiki 2022 bleiv fyriskipað í Klaksvík leygardagin 26. mars 2022, har leikarar kappaðust í aldursbólkunum U9, U11, U13, U15 og U17. Her eru myndir av FM vinnarunum í einmansleiki í 2022

Nú altjóða talvsambandið FIDE hevur kunngjørt nýggjasta styrkilistan fyri apríl 2002, kunnu føroyingar bretta sær á

Um vikuskiftið vóru síðstu dystirnir leiktir í grundspælinum í Trygd-kappingunum hjá kvinnum og monnum

Undan dystinum á Svangaskarði millum B68 og HB, varð Stefan Radosavljevic heiðraður fyri góðu avrikini í Betri Deildini í mars mánað

Farna vikuskifti varð skipað fyri FSF B- og FSF C-dómaraskeiðum. Tilsamans 19 luttakarar vóru á báðum skeiðunum

Í dag verða føroyameistaraheitini í Føroya Tele-deildini í flogbólti avgjørd, tá kvinnurnar hjá Fleyr møta SÍ, og menninir hjá Mjølni møta ÍF

Nógv fólk møttu til stuðulstiltakið í høllini á Skála í gjárkvøldi 31. mars, sum kvinnuliðið og mansliðið hjá StÍF skipaðu fyri. Inn komu tilsamans yvir 50.000 krónur

- Ein nýggjur bólkur er lagdur afturat kappingini. Tað er 1. bólkur, sum er ein bólkur við 8 teimum næst sterkastu telvarunum, sum verða við í kappingini

Í Sørvági harmast tey um, at tað ikki eydnaðist at hála sigurin í hús í fyrru FM-finaluni ímóti Fleyr, eftir at SÍ hevði lagt seg á odda 10-2 í fimta setti. Men Fleyr kom afturíaftur og vann 16-14

Jørgen Nielsen, sum hevur skorað trý mál fyrstu trý umførini, hevur gjørt sáttmála við Östers IF í næstbestu svensku deildini, skrivar Bolt.fo

- ÍF tóktiskt væl á veg at vinna ein heldur óvæntaðan sigur á Mjølni, men tá úrmælingurin á ÍF-liðnum fekk skaða í knæið og noyddist at gevast, sveiggjaði pendulið hinvegin, og Mjølnir setti seg so líðandi á dystin

Meðan bummurin við Tórsbreyt eitt stutt tíðarbil hevur verið til umvælingar vegna skaða, hevur onkur spolað runt inni á grasvøllinum við bili og gjørt stóran skaða á sjálvan vøllin

Næstu dagarnar verða finalurnar um føroyameistaraheitið í Føroya Tele-deildini hjá monnum og kvinnum spældar

Fótbólt-HM í Katar verður uttan Zlatan Ibrahimovic og Svøríki eftir at Pólland vann playoff-finaluna 2-0

Håkan Ericson hevur gjørt fýra broytingar í byrjunaruppstillingini til dystin móti Liktinstein, samanborið við 0-0 javnleikin móti Gibraltar

Umhvørvisstovan hevur 28. mars 2022 veitt umhvørvisgóðkenning til skjótibreytina hjá Klaksvíkar kommunu

Í fleiri aldursbólkum var spenningur til tað síðsta, tá fimta og seinasta Grand Prix kappingin í badminton bleiv avgreidd á Kambsdali herfyri

Í 3-2 í sjónvarpinum í kvøld fer greiða at fáast á, hvussu spælast skal í undanumfarinum og 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið

Sigtór Petersen, venjari hjá U16-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum í apríl mánað skal til UEFA menningarkapping í Bosnia-Hersigovina

Hotel Hafnia heldur fram at verða ein av høvuðsstuðlunum hjá Parasport Føroyar

Sunnumorgunin vóru føroysku landsliðsspælararnir aftur á venjingarvøllinum eftir málleysa javnleikin móti Gibraltar. Aftaná venjingina fekk FSF Varpið fekk orðið á Sølva Vatnhamar og Gunnar Nielsen

Føroya Tele-deildin, menn, Fleyr – ÍF 0-3 (16-25, 18-25, 20-25)

Føroya Tele-deildin, kvinnur, Dráttur – Fleyr 0-3 (18-25, 18-25, 19-25), KÍF – TB 2-3 (23-25, 25-19, 22-25, 25-12, 09-15)

Finaludysturin um føroyameistaraheitið í talvi millum Havnina og Sandavág gjørdist ein sannur gýsari

Árligi aðalfundurin hjá Róðrarsambandi Føroya hevur verið í dag

Talvsamband Føroya hevur rættiliga spent seg út til endabrestin í landskappingini í talvi í dag

Leygardagin 26. mars 2022 verður Badmintonhøllin í Klaksvík karmur um ársins føroyameistaraskap í badminton fyri børn og ung frá U9 upp til U17

Treytirnar hjá ÍF vóru undan dystinum púra greiðar: Tapti ÍF, so glapp FM-finalan av hondum

ÍSF eggjar í felagsskrivi til øll ítróttafeløg kring landið um at fyrireika seg at taka væl ímóti, um flóttafólk koma til kommununa