Spard króna er vunnin króna
- Gírigur McKvagg

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sum liður í fyrireikingum til Oyggjaleikirnar í summar fer føroyska tennislandsliðið hjá monnum til Íslands í næstum at spæla landsdyst ímóti Íslandi

FSF hevur gjørt avtalu við norska fótbóltssambandið, at Noreg og Føroyar møtast í venjingardysti á Ullevaal Stadion í Oslo hósdagin 16. november

Á fundi 1. februar tók Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, við sum verji fyri Parasport Føroyar. Hetta merkir m.a. at landsstýriskvinnan umboðar Føroyar í viðurskiftum, sum viðvíkja paraítrótti

- Stutt eftir, at avtalan millum Runavíkar kommunu og Kanjon um bygging av svimjihøll varð undirskrivað 27.10.22, fór Kanjon í gongd við arbeiðið, sum er mett at taka góð tvey ár

Skalt tú hava spenning í Føroya Tele-deildini, so skalt tú hyggja tá SÍ spælir, tí fyri triðju ferð í ár gjørdist talan um 5-settara hjá SÍ, tá teir í kvøld tóku ímóti ÍF í Sørvági

Eftir samanleggingina millum fótbóltsfeløgini FC Hoyvík og Undrið FF, skiftir felagið samleika og fær nýtt búmerki

Nú er greitt, hvørjum føroyska U21-landsliðið skal spæla ímóti í komandi EM-undankapping. Føroyar komu í bólk G, saman við Portugal, Kroatia, Grikkalandi, Hvítarusslandi og Andorra

Norðurlendski meistarin í gongulagsríðing, hondbóltsúrmælingurin av Teigum og krúststerka Kvinnuliðið hjá H71, eru innstillaði

Seinni parturin av B3-venjaraskeiðnum varð um vikuskiftið á Toftum, og tá skeiðið endaði fingu 20 luttakarar prógv

Fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki hevur verið í høllini á Hálsi í Havn

Risa ítróttartiltak er í Reykjavík um vikuskiftið. Millum luttakandi liðini er føroyskt landslið

Leygardagin 28. januar verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn

Hóast Áslakur Holm og VK Vestsjælland taptu 3-0 fyri Gentofte seinasta leygardag, varð Áslakur valdur á Dreaymaliðið (Dream Team) sum hevari í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri menn

”Heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn” hjá Tórshavn Boksing, “Special Olympics fótbóltsliðið” hjá Havnar Bóltfelag og “Felagsliðið hjá Støkk” hjá fimleikafelagnum Støkk

Býráðið samtykti í dag sambært avtalu við FSF at játta helmingin av kostnaðinum fyri nýggja ljósskipan á Tórsvølli, sum er við at ganga fyri og ikki longur lýkur ásettu krøvini

Í samband við dystirnar móti Moldova og Norðurmakedónia, sum verða í mars mánað, skipar FSF fyri serstøkum landsliðstúri fyri áskoðarar

Farna vikuskifti varð skipað fyri instruktørskeiði í FSF húsinum. Frá hósdegnum, og allan fríggjadagin og leygardagin vóru tey, sum undirvísa á venjaraskeiðum hjá FSF, á skúlabonki

ÍF vann í kvøld sannførandi á Fleyr, sum ikki tók av møguleikanum at fáa fyrstaplásssið í bólkinum og harvið møta nr. 4 í hálvfinaluni

- Tað styttist við einum hálvum stigi millum oddaliðini Sandavág og Havnina í fremstu deildini í landskappingini í talvi sunnudagin

Everton er sett til sølu av Farhad Moshiri, sum vil hava boð yvir 500 milliónir pund fyri Premier Leagu felagið

Leygardagin verður ársins fyrsta opna FM kapping í dart. Kappast verður á ovari hæddini í ítróttarhøllini á Skála

Víkingur, Royn og H71 eru í uppskoti til viðurslønina ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2022, sum verður latin á ÍtróttaFAGNAÐINUM í Norðurlandahúsinum tann 4. februar

- Ætlanin er at útboð skulu fara fram til várs og at ljósskipanin er liðug at taka í nýtslu fram móti heystinum. Málið kemur fyri býráðið hóskvøldið

- Føroyski stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, stóð seg væl í almennu EM-kappingini í kviktalvi í Katowice í Póllandi stutt undan jólum

Á Toftum draga tey í Ternuni endiliga andan lættari, eftir at hava sitið á pínubonkinum síðani mikukvøldið, tá Ternan tapti 3-0 fyri SÍ. Tað merkti, at Ternan misti plássið í hálvfinaluni, um Mjølnir megnaði at vinna bara eitt sett ímóti SÍ í Sørvági í dag

Steypakappingin, menn: Mjølnir – SÍ 3-0 (25-20, 28-26, 27-25)

Í morgin, leygardagin 21. januar 2023 verður kappast um Danmarksmeistarheitið í inniróðri. Kappingin verður í Gladsaxe Sportscenter

SÍ tryggjaði sær í kvøld sæti í hálvfinaluni í steypakappingini við 3-0 sigri á Ternuni, sum hóast tapið framvegis hevur góðan møguleika at koma í hálvfinaluna

FSF hevur fingið avtalu í lag við norðurmakedónska fótbóltssambandið, at Norðurmakedónia og Føroyar spæla venjingardyst í Skopje mánadagin 27. mars

Fleyr vann í kvøld 3-1 á Mjølni í bólkaspælinum í steypakappingin, og tað merkir, at kappingin er púra opin um, hvør vinnur sær fyrstaplássið í bólkinum

Hakin varð í dag settur í fyri nýggju høllini norðanfyri skúlan í Kaldbak. Talan er um eina 500 fermetra stóra høll, sum bæði verður brúkt til ítrótt og sum felagshús til onnur tiltøk

Tey innstillaðu til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2022 eru ungir íðkarar innan frælsan ítrótt, hondbólt og ríðing

 

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár verður TB at síggja á stóra hálvfinaludegnum í Klakvík, eftir at TB í dag tryggjaði sær sætið við 3-1 sigri á KÍF í Kollafirði

Í dag hevur verið stovnandi aðalfundur í fjepparafelagnum hjá 07 Vestur. Nevnd varð vald, og hevur hon skipað seg

Tilsamans seks umfør verða spæld

Eftir sigur á Drátti í spennandi fimmsettara á Giljanesi nærkast Ternan av álvara hálvfinaluplássinum í steypakappingin, men spurningurin er, hvussu stóran týdning tað fær, at Ternan bert fekk tvey stig fyri dystin, heldur enn trý. Dráttur - Ternan 2-3 (25-19, 21-25, 18-25, 25-18, 11-15)

Á Giljanesi í dag kann Ternan taka eitt stórt fet móti hálvfinaluni í steypakappingini, um trý stig fást í skjáttuna eftir dystin ímóti Drátti, sum ikki hevur annað enn æruna at spæla fyri

Donsku hondbóltsharrarnir vunnu í kvøld móti Belgia í fyrsta dystinum í HM-endaspælinum, sum verður hildið í Svøríki og Póllandi í hesum døgum

SÍ vann 3-1 móti Fleyr við settúrslitunum 25-16, 25-11, 17-25 og 25-23

Leygardagin 4. februar skipar FSF fyri málmansvenjaraskeiði, ið hevur til endamál at geva málmansvenjarum, sum hava M2 útbúgvingina, møguleikan at uppstiga sína útbúgving til “UEFA Goalkeeper B”

Seinastu vikuna hava landsliðini á manssíðuni vant saman í fullari ferð

Leygardagin 11. og sunnudagin 12. mars er fyrsta umfar í Betri Deildini 2023 hjá kvinnum á skránni

Skráin fyri Betri Deildina 2023 hjá monnum er nú klár. Lagt verður fyri á Dungasandi í Sørvági leygardagin 4. mars, har 07 Vestur fær vitjan av ÍF

Rói er 22 ára gamal og hevur áður umboðað B36 og B68

Víkingur, HB og B36 skulu í ár luttaka í Conference League

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur aftur í evropeiska eldin, tá tær skulu spæla áttandapartsfinalur móti sponsku Atletico Guardés

Nýggja ljósskipanin á Ovara vølli er nú tikin í nýtslu. Ljósskipanin lýkur krøvini Fótbóltssamband Føroya setur í Vallarreglugerðini 2022 til ljósskipanir á vøllum til dystir í Betri-deildini

32 lið skulu lutast í átta bólkum á fýra lið, og eru Føroyar styrkismettar í potti 2

Lene Bjerning Terp hevur síðan ársbyrjan 2021 verið í starvi sum landsliðsvenjari hjá kvinnum og mennari í FSF

SMS-deildin er byrjað aftur eftir jólasteðgin. Fýra dystir vórðu leiktir í dag