Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein minnispláta er sett upp í Gundadali til minnis um fyrsta altjóða FIFA-skrásetta landsdystin í Føroyum, sum varð leiktur á ovara vølli í Gundadali 14. apríl 1989

Við appini “FSF fótbóltur” hava øll fótbóltsáhugaði nú lætta atgongd til kunning og dagføring um dystir og kappingar í føroyskum fótbólti

- Á Ítróttatinginum 2023 seta vit sjóneykuna á børn og ítróttaluttøku, og vit spyrja, hvussu vit kunnu skapa trygg umhvørvi, har børn og ung trívast longri, og har vit minka um skaðar, trýst og fráfall

Í gjárkvøldið leiktu SÍ og Fleyr fyrru FM-finaluna í Kollafirði. Orsaka av hallarumstøðunum í Sørvági, hevði SÍ gjørt av at flyta teirra heimavøll til Kollafjørð í sambandi við FM-finaluna

Úrslitið av hondbóltsdystinum millum Føroyar og Ukraina gjørdist 33 - 26

12. talvið í HM dystinum millum russaran Nepo og Ding Liren úr Kina endaði fyri løtu síðan tá Nepo legði kongin. Fyri triðju ferð í hesum HM dysti hevur Ding javnað og støðan er nú 6-6

Fyrstu ferð at føroyskt lið kappaðist í stríðsítróttini brasilskt jiu-jitsu, endaði við 7 heiðursmerkjum

- Hóskvøldið tekur Mjølnir ímóti Fleyr í fyrru FM-finaluni í Føroya Tele-deildini hjá monnum, har Mjølnir spælir fyri at vinna sítt fimta meistaraheiti upp í slag

Mikukvøldið kl. 19:30 verður fyrra FM-finalan í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum millum SÍ og Fleyr spæld í ítróttarhøllini í Kollafirði

StÍF og Berkan Otman hava gjørt avtalu um at halda fram við samstarvinum komandi kappingarár

Sum liður í ungdómsmenningini hjá Ríðisambandinum, hevur ungdómsmennarin Nina Brockie, hetta vikuskiftið verið í Suðuroy og lagt lag á hjá ungu limunum í Suðurross

Fyrstu dystirnir í FM finalunum í kurvabólti vóru leiktir leygardagin

Fyrr í vikuni vóru Fótbóltsmennarar hjá FSF á vitjan í Suðuroynni, har fyrsti partur av fýra evnis-vitjanum, sum í næstum vera kring landið, var á skránni

Team Klaksvík eru bronsuvinnarar annað árið á rað í Burn deildini. Team Klaksvík vann bronsudystin í dag móti Neistanum 32-30

Nú vikuskifti stundar til bjóðar Hvistan til heilsutúr á Tvøroyri

Hóast mótstøðuliðini vunnu í øllum trimum dystum, so hava tað verið nógvar góðar upplivingar hjá arbeiðssomu U17 gentunum farnu vikuna

Fyri fyrstu ferð síðan stríðsítróttin brasilskt jiu-jitsu kom til Føroyar, fer eitt lið av føroyingum av landinum at kappast.

Í góðveðrinum um vikuskiftið varð ein sera væleydnað FM-kapping hildin hjá Føroyskum Íslandsrossafelag í Havnardali. Innleiðandi umførini vóru fríggjadagin og finalurnar leygardagin

Útsetta 3. umfar í Betri Deildini hjá monnum er lagt mikukvøldið 26. apríl. Eitt kvøld har heimafeløgini kunnu fara at merkja, at kapping verður um áskoðarar og miðlar, skrivar Bolt.fo

Í eina tíð hevur Fleyr havt annað beinið í FM-finalunum, men eftir 3-0 sigur á SÍ í gjár eydnaðist loksins at fáa hitt beinið innum eisini

Leygardagin vóru finalurnar í KONTRAST FM leiktar í Høllini á Hálsi í Havn fyri at finna føroyameistararnar í teimum ymisku disciplinunum í badminton

Ein søguliga stór mynd er tikin, ið vísir ein stóran part av stóru StÍF-familjuni

Mjølnir-TB 3-2 (18-25, 14-25, 25-22, 25-22, 15-10)

Í morgin vitjar SÍ Fleyr í Havn, og støðan í landskappingini undan dystinum er, at Fleyr á øðrumplássi er fýra stig frammanfyri SÍ á triðjaplássi, og tí liggur til at koma í FM-finaluna, har mótstøðuliðið verður Mjølnir

Innleiðandi FM-kappingin í borðtennis verður spæld í kvøld, og nú eru finalistarnir í einmansleiki funnir

Føroyameistararnir í badminton skulu finnast í morgin leygardagin, har finalurnar í KONTRAST FM blíva leiktar í Høllini á Hálsi í Havn

Nú nærkast av álvara, til at ársins FM-kapping í borðtennis fer av bakkastokki. Í morgin, fríggjadagin 14. apríl, verða innleiðandi umførini spæld

Á hugnaligari løtu í dag, í Ítróttardeplinum við Stórá, varð sáttmáli undirskrivaður millum Tvøroyrar kommunu og Føroya Møblasølu

- Vit fegnast um, og eru sera takksom fyri at Hotel Hafnia vil halda fram at stuðla arbeiðinum hjá Parasport Føroyar eins og tey hava gjørt seinastu árini

Í gjár varð sáttmáli um umhvørvisvinarligan graslíkisvøll í Hoyvík undirskrivaður. Talan er um ein vøll av slagnum DOMO, ið er eitt niðurlendskt merki

Eiðis Dartfelag er tað nýggjasta dartfelagið, og um vikuskiftið verður felagið vertur fyri síni fyrstu dartkapping

U19 landsliðið við gentum hevur við sigrum móti Malta og Armenia tryggjað Føroyum uppflyting til A-deildina í komandi EM undankapping

Við 3-0 sigri á KÍF, og við hjálpandi hond frá SÍ, sum vann 3-0 á TB, hevur Fleyr spælt seg í FM-finalurnar, har mótsøðuliðið verður júst SÍ í Føroya Tele-deildin hjá kvinnum

Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, er aftur føroyameistari í talvi

Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag er aftur føroyameistari í talvi fyri einstaklingar

- Talan gjørdist um eina sanna málveitslu í ársins fyrsta dysti hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum mikudagin møtti Luksemborg í fyrra av tveimum venjingardystum, sum eru á skránni í hesum døgum

Støðan broyttist ikki í FM-stríðnum í talvi eftir sætta og næstsíðsta umfar skírisdag

- Eitt gull og eitt silvur til føroyskar reiðkvinnur, á Icehorse festival í Herning

- Nú er eingin ivi

Forsetin í FSF, Christian Andreasen, er í løtuni, saman við Maria J. Joensen og Kristin Dam Ziska, (myndin) á kongress hjá Uefa í Lissabon, Portugal, og sigur forsetin, at góða úrslitið hjá Uefa ger at Frøoyar fáa meira pengar

Summarfuglarnir byrja at gera um seg í føroysku leguni, nú fyrri vinardysturin móti Luksemborg av álvara nærkast

- Toppdysturin í fjórða umfari týsdagin millum teir báðar sterkastu telvararnar í Føroyum gjørdist eitt vónbrot

Nú er greitt, hvør møtir hvørjum í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, og í innleiðandi umfarinum og 1. umfari í steypakappingini hjá kvinnum

Sunnudagin vóru seinastu pílarnir kastaðir í altjóða kappingunum, sum hava verið á Glasi um vikuskiftið. Hesaferð var talan um kappingina Faroe Islands Open

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er nú einsamallur á odda í FM-kappingini í talvi við fullum stigatali eftir trý umfør

Skal VAR-skipanin takast í nýtslu í føroyskum fótbólti? Tann spurningin hevur dómaradeildin hjá FSF sett sær, og í dag tók leiðarin á deildini ímóti fólki frá einum veitara, skrivar KVF

Í øðrum umfari í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar pálmasunnudag vann Helgi á Martin Poulsen og Høgni knógvaði Luitjen Akselsson Apol

Pílarnir vórðu kastaðir næstan 58.000 ferðir

Fyrstu pílarnir í Tórshavn Open 2023 vórðu kastaðir á Glasi í gjár, tá kappast var í tvímansleiki

Í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum heldur kapprenningin millum Fleyr og TB fram um rættin at møta SÍ í FM-finalunum í flogbólti