Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Beinir Kristiansen er ikki ókendur innan føroyskan flogbólt

Umleið 60 venjarar nýttu høvið at taka lut á skeiðnum hjá roynda danska venjaranum Troels Bech, sum FSF skipaði fyri seinasta leygardag

Landsliðshópurin fór til Danmarkar fyri at fáa góða kappingarvenjing og kom heim aftur við fleiri heiðursmerkjum

Føroyska talvlandsliðið vann toppdystin móti Andorra í fyrsta umfari í kappingini millum smátjóðir í Evropa

Norðurlendska sambandið gjørdi ikki mætari enn einmælt at samtykkja eina prinsipiella tilsøgn

Venjarin hjá B36, Dan Brimsvík hevur góðar vónir undan seinnu hálvfinaluni móti Víkingi. Ein dystur, sum B36 má og skal vinna, um teir skulu røkka finaluplássinum

- Hetta minniliga snotuliga 8-mannafarið, sum Niclas í Koltri smíðaði oyndfirðingum, og sum veruliga gjørdi um seg frá 1975 og langt upp í 1980-árini

- So spurningurin er: Tora tit, spyr manningin á Klaksvíkingi, sum vil hava fleiri at kappast við enn í ár

Sjeynda talvkappingin millum smátjóðir í Evropa verður nú um mánaðarskiftið suðuri á Malta. Føroyska landsliðið er hesaferð favorittur at vinna kappingina, sum Andorra vann seinast

Liðið hjá Dánjal Paula Mohr liggur á odda í FM liðkappingini, nú 6 av tilsamans 14 umførum eru leikt

Samanlagt vunnu H71-kvinnurnar 65-57 á triðbesta liðnum í Sveits, Spono Eagles, ið gamaní vann tepurt í seinna dystinum, men ongantíð var í nánd av samlaða sigrinum eftir tíggjumálssigurin hjá H71 í gjár

Tað gongur javnt á í fremstu deildini í landskappingini í talvi. Útsettu dystirnir í 1. deild vóru í gjár. Oddaliðini skiftast um leiðsluna. Fyrst var Sandavágur á odda, síðani klaksvíkingar, og nú havnarmenn

Landsdysturin móti Ísrael var dystur nummar 50 fyri Brand Hendriksson Olsen, sum fekk sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum á Windsor Park í Belfast fyri sjey árum síðani

Tað gjørdist ein spennandi og undirhaldandi seinni hálvleikur í dystinum millum Føroyar og Ísrael, sum tó endaði við at Ísrael vann dystin 3-2

Danmark vann 3-1, men um heilt væl vildi til, so endaði tað eina stigið í Føroyum. Sum heild var talan um eitt sera gott avrik av føroysku spælarunum + fleiri myndir

Ongar avmarkingar á áskoðaratali eru til steypafinaluna hjá kvinnum millum NSÍ og HB, sum verður á Tórsvølli í dag klokkan 17:00, men øll, 15 ár og eldri, skulu vísa koronapass við dyrnar

Føroyar megnaðu tað sum einki annað land hevur megnað í hesi undankappingini - at skora móti Danmark. Eftir níggju umfør hevur Danmark málmunin 30 - 1

Håkan Ericson hevur sett liðið, sum í kvøld klokkan 20:45 lokala tíð í danska høvuðsstaðnum trínur á vøllin í Parkini í Keypmannahavn

Fuglfirðingurin Sonni Eliassen vann herfyri gullheiðursmerki í evropameistarakappingini í kúlulyfting ella kettlebell, sum varð hildin í svenska býnum Falum

Gaman í vunnu greipuvinnararnir úr Sørvági ársins fyrsta dyst, tá stórsteypadysturin varð leiktur í høllini á Giljanesi, men fyri tað kann Dráttur saktans liggja omaná, tá hetta árið er liðugt

Føroyameistararnir úr Mjølni sleppa ikki undan at átaka sær leiklutin sum favorittur, nú landskappingin í mansflogbólti byrjar aftur um vikuskifti

Skal hava ábyrgd av øllum gentubólkunum

Hamar vann 74-62 í søguliga dystinum

Tað vera NSÍ og HB, ið bresta saman í steypafinaluni hjá kvinnum. NSÍ vann samanlagt 8-0 á B36, og í hinari hálvfinaluni vann HB samanlagt 3-1 á 07 Vestur

Fýra spælarar hjá sandoyingum eru koyrdir í sóttarhald, og tí er dysturin millum B71 og AB, sum skuldi vera leygardagin 30. oktober, útsettur til sunnudagin 7. november

Í samband við at ætlanin um Stórhøllina varð løgd fram seinnapartin, bjóðaði Heðin Mortensen borgarstjóri til tíðindafund, saman við arbeiðsbólkinum fyri Føroya Arena

Her sært tú hvørjar ótrúligar møguleikar Føroya Arena fer at bjóða tær

B71 er rakt av koronu og alt bendir á, at uppflytingarfinalan millum B71-AB verður útsett, skrivar Bolt.fo

Støðan við koronusmittuni hevur við sær, at nevndin í KÍ hevur gjørt av at útseta ársveitsluna ein lítlan mánað, og verður veitslan hildin leygarkvøldið 20. november 2021

Fríggjadagin 29. oktober kl 16 verður framløga fyri fjølmiðlunum í Ingálvsstovu á Ráðhúsinum um "Føroya Arena"

Sigfríður Clementsen hevur úttikið 20 spælarar, ið skulu umboða Føroyar í EM-undankapping í Grikkalandi frá 8. til 17. november

Av íkomnu koronastøðuni í samfelagnum og nýggjastu tilmælini hesum viðvíkjandi, verða ongi sosial innandura tiltøk í samband við landsdystin móti Ungarn í morgin

Korona órógvar eisini Betri Deildini hjá monnum, og nú er greitt, at tað verður ikki fyrr enn sunnudagin 7. november, at stigatalvan fyri landskappingina 2021 verður endaliga uppgjørd

Millum málini á skránni fyri býráðsfundin komandi hóskvøld, er ein avtala millum Tórshavnar Kommunu og Róðrarfelagið Knørrur

- Góð úrslit og góðan íblástur er førningurin, ið eitt stórt ferðalið av badmintonleikarum hava við sær heimaftur úr Odense farna vikuskifti. BSF skipaði fyri luttøku í altjóða kapping

Í steðginum millum stórsteypadystirnar í flogbólti í gjár, har Mjønir vann hjá monnum og SÍ hjá kvinnum, undirskrivaðu FBF og Føroya Tele eina avtalu. Avtalan hevur við sær, at meistaradeildirnar í flogbólti nú verða nevndar Føroya Tele deildirnar

 

Vann á dana frammanfyri 700 áskoðarum í undandysti til boksistevnu har Danmark og Noreg skuldu hittast

Í dag vann HB 5-0 á 07 Vestur. Harvið kom HB uppá 85 vunnin mál og tók sostatt sitt egna málmet

Flogbóltsárið 2021/2022 verður servað í gongd í dag í høllini á Giljanesi, tá árligu stórsteypadystirnir hjá kvinnum og monnum verða spældir

- Vit fáa okkum illa at trúgva at farið verður í gongd við slíka verkætlan uttan samstundis at tryggja, at allir borgarar, eisini teir við rørslutarni, hava eins góðar møguleikar at brúka allar hentleikarnar

Í døgunum 17. til 21. oktober fara U17-landsliðini hjá gentum og dreingjum í flogbólti at luttaka í árligu NEVZA-kappingini, sum í ár verður hildin í Ikast í Danmark

Við 3-1 sigri á B36 staðfesti KÍ sítt meistaraheitið 2021. Norðlýsið hevur upptøku frá stóru løtuni

Bæði kvinnurnar og menninir hjá H71 spæla um vikuskiftið í EHF Europa Cup-kappingini, har kvinnurnar spæla bæði heima- og útidyst í Føroyum ímóti makedonskari mótstøðu og menninir spæla heimadyst ímóti norskum stórfelag

Landsdysturin móti Skotlandi týskvøldið gjørdist søguligur fyri Gilla Rólantsson Sørensen og Jóan Símun Edmundsson, ið nú hava spælt ávikavist 50 og 70 A-landsdystir fyri Føroyar

Sambært Ekstrablaðnum, so fer Vejle Boldklub í morgin at boða frá at sáttmáli er gjørdur við Hallur Hansson frá nú av og árið út við møguleikanum at leingja

EM-undankappingardysturin millum Ukraina og Føroyar á City Stadium í Zaporizhzhya endaði við teprum 1-0 sigri til heimaliðið

Skotland hevur skorað í seinastu minuttunum av dystinum á Tórsvølli, og endaði dysturin við sigri til Skotlands

Pauli Poulsen, landsliðsvenjari hevur úttikið hópin til EM undankappingina fyri U17 gentur

Heðin Mortensen hevur biðið vinnulívsmenninar Niels Mortensen og Tummas Justinussen um at finna pengar til Føroya Arena

Nýggjar tíðir eru kanska ávegis í fremstu deildini í landskappingini í talvi